Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 189 - 2. oktober 2006 tíðindi Fríggjamorgunin hildu fýra norður­ lendskir rithøvundar fyrilestrar í Norður­ landahúsinum, har 800 skúlanæmingar úr øllum landinum vóru og lurtaðu. Lene Kaaberbøl gav næmingunum góð ráð til hvussu tey skulu skriva Bøkur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang - Báturin gleið stillisliga eftir dimma vatninum. Ljóðleyst og varisliga bóru árarnar við vatnið, og tú hoyrdi bara, hvussu tað ríkti í tollarunum. Ongin segði nakað. Danski rithøvundurin Lene Kaaberbøl byrjaði sín fyrilestur, við at lesa ein kapittul úr “Gáva Orm­ sins”, sum er triðja bókin í Skammararøðini. Røðin handlar um Dinu og beiggjan Davin. Dina hevur arvað eyguni á mammuni, skammaraeygu. Um onkur hyggur í eyguni á henni, skammast tey um alt tað ljóta, tey hava gjørt. Av tí sama hevur Dina ongar vinir. Eftir at Lene Kaaberbøl hevur lisið kapittulin fyri næmingunum, sigur hon somu søgu, við trimum setn­ ingum. - Davin og Niko eru tiknir til fanga. Teir eru í einum báti, á veg yvirum eitt vatn. Har møta teir einum ódjóri. - Henda útgáva kundi staði á einum postkorti, sigur Lene Kaaberbøl, og spyr ungu áhoyrararnar, hvat teimum dámdi betri, postkort útgávuna av søg­ uni ella soleiðis sum hon er skrivað í bókini. Børnunum dámar betur søguna í bókini. Men hvat er tað, sum ger bókina so nógv øðrvísi enn postkortið? Hvat er tað serliga sum bókin kann? Allir sansirnir - Tá man skrivar, skal man skriva til allar fimm sansirnar, sigur Lene Kaaber­bøl. Søgan skal ikki vera fylt við sansaávirkanum, men tær mugu vera við. Í kapitlinum, sum Lene læs, hoyrir lesarin til dømis ymisk ljóð. Hann hoyrir plask og prát, men í byrjanini er heilt kvirt. Fyri at vísa hvussu kvirt tað er, hoyrir man hvussu tað ríkir í tollunum. - Tað er ringt at lýsa kvirru, uttan at nýta ljóð, tí tað er sjáldan, at kvirra er fullkomin. Bara tað er nóg kvirt, og man lurtar nóg væl, so kann man eisini hoyra 350 fólk anda inni her, sigur Lene Kaaberbøl. Og øll 350 lurta eftir anda­ dráttinum. - Eg gangi so høgt uppí at hava allar sansirnar við, tí tað er styrkin við bókum. Filmar kunnu bara vísa ljóðið og tað sum sæst, tað er øðiliga sjáldan, at man fær nakað at vita um, hvussu tað luktar í filmum. Hetta heldur Lene vera spell, tí lukturin hevur øgi­liga nógv at siga, fyri hvussu stemningurin er. - Um tú til dømis kemur niður í ein myrkan kjallara, hevur tað nógv at siga fyri stemningin, um har ang­ar av nýbakaðum kanel smá­ kakum, ella tað luktar av rotnandi líkum, greiðir Lene frá. Uppliva ígjøgnum ein persón Lene Kaaberbøl hevur valt at skriva søgurnar í Skammararøðini sum frásøgnir í fyrsta persóni, soleiðis at vit uppliva søguna gjøgnum sansirnar hjá einum persóni. - Tá eg havi valt at skriva soleiðis, noyðist eg at vera verandi í høvdinum á Davin. Tí valdi eg at greiða frá, hvussu muðurin og eyguni á ódjórinum síggja út. Eg haldi, at um man sat í bátinum, og hetta stóra ódjórið kom ímóti einum, so hevði tað verið eyguni og muðurin, man hugsaði um. Óndskapur og ynski Tá Lene skrivar bøkur, er hon ónd við sínar høv­ uðspersónar. - Eg brúki allan mín arbeiðsdag at hugsa um, hvat er tað ringasta eg kann gera við Dinu í dag. Og so geri eg tað! Eg eri gjøgnumført ónd, men tað er tykkara skyld, sigur Lene Kaaberbøl og greiðir frá: - Eg kundi gott verið góð við Dinu. Hon kundi vaknað um morgunin og verið í góðum lag og einki var galið. Men ta bókina, høvdu tit slett ikki tímað at lisið. Sum rithøvundur kann man tó ikki bara hugsa um, hvat er tað ringasta, sum kann henda fyri høvuðspersónin. Man má eisini hugsa um, hvat hann ynskir sær allarmest. - Eg hugsaði um Dinu, sum ongar vinir hevur, tí eingin klárar at hyggja inn í hennara eygu, og royndi at ímynda mær, hvat hon ynskir sær allarmest. Tað kundi verið, at hon ynskti at sleppa av við skammaraeyguni, men tað er eisini sera týdningarmikið fyri hana at fáa vinir. Seinni møtir Dina Rósu, sum skammar seg nógv. Hon skammar seg yvir, at hini børnini arga hana, og yvir at hon verður sligin. Men tá Rósa hyggur inn í eyguni á Dinu, tekur Dina skommina frá henni, tí tað er skomm, ið hon ikki átti at følt. Tað eru hini, ið eiga at skammast. - Í eygunum á Dinu er Rósa ein sterk og erlig genta, og tí gerast tær vinir. Tær gerast ikki vinir sjálvt um Dina hevur skammaraeygu. Tær gerast vinir tí at Dina hevur skammaraeygu og við teimum kann taka skommina frá Rósu. Um eg hevði givið Dinu tað fyrra ynskið, at sleppa av við skammaraeyguni, so høvdu hon og Rósa ikki blivið vinir, greiðir Lene Kaaberbøl frá. Tá Lene Kaaberbøl hevði givið næmingunum góð ráð, til hvussu tey skulu skriva, var høvi hjá børnunum, at spyrja rithøvundan spurningar, og tey smæddust ikki burtur Bøkur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Hvør er lættast at skapa, tann góði ella tann óndi? - Eg haldi, at tað er ringast at skapa tann ónda. Tað hevði verið lætt, um tað var ein persónur, sum var gjøgnumført óndur. Men tað skal helst vera ein sum er óndur, men sum man skilir eitt sindur allíkavæl, fyri at tað skal vera ein trúverdur persónur. Tað er ringast at seta seg inn í hví Drakan er, sum hann er. Samstundis er tann óndi ofta ein sera týdningarmikil persónur í søguni. Tað er hann, sum setir søguna í gongd, og hon endar tá hann doyr. Og kann heldur ikki enda, fyrr enn hann doyr. Hvar kom hugskotið til skammaraeyguni frá? - Hatta hevði tú ikki noyðst at spurt um, um tú hevði møtt mammu míni. Tá eg var lítil, kundi eg slett ikki lúgva fyri mammu míni. Um eg hevði gjørt okkurt, sá hon tað á mær. Hon sá, um eg royndi at lúgva, so segði hon “Hygg uppá meg, tá eg tosi við teg.” Eg var 15 ella 16 ár, áðrenn tað eydnaðist mær, at snýta mammu mína. Tí tað er ótrúliga ringt at lúgva, tá man hyggur í eyguni á fólki. Í skammararøðin valdi eg at gera hetta til eina gávu. Tann einasti sum hon ikki virkar uppá er Drakan, tí hann er tað, sum vit høvdu kalla psykopatur, tí hann følir slett ikki skomm. Hann dugir ikki at síggja, at hann hevur gjørt nakað skeivt. Hvussu veitst tú, at drekar skulu vera við? - Tað er tí, at mær dámar væl drekar. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið, at teir eru “realistiskir”. Mínir drekar eru lutfalsliga lítlir, eini 7-8 metrar, men teir kunnu ikki flúgva. Um ein sovorðin dreki skuldi kunna flogið, høvdu veingirnir skula verið 300 metrar langir, og tí kunnu mínir drekar ikki flúgva. Eg havi eisini hugt eftir djórum, sum líkjast drekum, sum hava livað, og sum liva enn, og fingið mínar drekar at líkast teimum. Koma fleiri bøkur um børnini hjá skammaran­ um? - Nei, tað koma ikki fleiri, tí tann óndi ger av, nær søgan endar. Søgan endaði, tá Drakan doyði. Eg kundi sikkurt funnið uppá ein nýggjan skálk, og latið søguna hildið fram, men tað fari eg ikki at gera. - Men tað kemur skjótt ein nýggj bók, sum eitur ”Skyggeportene”, um eina gentu sum eitur Anna, sum ikki dugir at tosa. Hon kemur út í Danmark 11. oktober, men eg veit ikki nær hon kemur á føroyskum. Nær fert tú at hava ein drong sum høvuðspersón? - Davin er saman við Dinu høvuðspersónur í teimum trimum síðstu bókunum í Skammararøðini. Men kanska verður tað skjótt, at ein drongur verður høvuðs­ persónur einsa­mallur, tí eg eri byrjað at hugsa um eina varúlvasøgu. Lesur tú tínar egnu bøkur? - Nei, í øllum førum ikki fyrr enn langt aftaná at tær eru komnar út. Men um eg skal skriva ein 3-ara í ein røð, er tað eitt gott hugskot at lesa hinar báðar bøkurnar, áðrenn eg fari í gongd. Følir tú teg kenda? - Nei, vanliga geri eg ikki. Men onkuntíð kemur onkur yvir til mín og spyr, um eg eri Lene Kaaberbøl. So vilja tey kanska takka fyri nakrar góðar bøkur, og tá føli eg meg eitt sindur meira kenda. Tveir luttakarar Annvør Fríða Mikkelsen, 13 ár og Birita Poulsen, 12 ár, ganga í 7. flokki í Vestmanna skúla. Flokkurin læs Dóttir skammarans, tá tey gingu í 6. flokki. Hvat dámdi tykkum bókina? Annvør: - Hon var ræðuliga góð, mær dámdi hana ordiliga væl. Birita: - Mær dámdi hana eisini væl, hon er spennandi og har hendir alla tíðina okkurt. Hava tit lært nakað í dag? Báðar: - Vit lærdu at brúka sansirnar tá vit skriva. Vit fara at royna at brúka tað, men vit halda, at tað er nokkso ringt. Hvør er lættast at skapa, tann góði ella tann óndi? – Skrivið til allar sansirnar