Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2006 17 tíðindi Í hesum døgum er ein for­ vitnislig bókafram­sýn­ing at síggja í Norð­ur­landa­ húsinum. Tað er Landsbókasavnið, sum hevur skipað fyri at sýna fram eintøk av øllum teimum bókum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur giv­ið út síðstu 50 árini. Framsýningin er at síggja í Klingruni í Norð­ urlandahúsinum. Bøkurnar eru deildar upp soleiðis, at myndabøkur standa fyri seg, smábarna bøkur fyri seg, ungdómsbøkur fyri seg og so víðari. Við á framsýningini eru umleið 1030 útgávur. Tey vitjandi kunnu taka bøkurnar niður av hillunum og blaða í teimum. Tó vera nakrar av bókunum sýndar fram handan glas. Millum aðrar tann fyrsta jólabókin, ið kom út í 1950 og tær tólv Glæstribøkurnar, ið komu út í 1958. Framsýningin verður at síggja til 16. oktober. - ella Framsýning við 1030 bókum