Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 189 - 2. oktober 2006 tíðindi Í gjár vóru Meyla og Knøttur á pallinum í Norðurlandahúsinum, sjálvt um Meyla hevði ilt við at trúgva, at nakað fyri børn er á skránni har Familjutiltak Ella Larsen ella@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Meyla og Knøttur byrjaðu við at syngja Strok sangin, og tað var hóskandi, tí show­ ið var eitt hátíðarhald av 50 ára føðingardagin hjá Stroki, sum upprunaliga æt Barnablaðið. Síðan fór Meyla út og fann sítt pláss millum áskoð­ar­ arnar, men ein maður sum æt Jóhan hevði sett seg í hennara stól, so hon setti seg bara á knøini hjá honum. Meyla helt ikki, at tað kundi passa, at hon skuldi á pall í Norðurlandahúsinum, tí har plagar bara at vera opera og symfoniorkestur, og í øllum førum ikki nakað fyri børn. Knøttur fekk tíbetur sann­ ført hana um, at í dag var ”Lort í býin” á skránni. Tey sungu allar teirra sangir, sum eru kendir frá útvarpinum og ymiskum tiltøkum, har tey bæði hava luttikið í summar. Nógv fólk vóru á pallinum og hjálptu Meylu og Knøtti. Har vóru tríggjar dansigentur, reiðskapsfimleikarar úr Havnar Fimleikafelagi og eisini nakrir av vaksnu áskoð­ ar­unum sluppu upp á pallin at hjálpa til. Harafturat sang dreingjakórið úr mus­ikk­ skúlanum í Havn, millum annað sangin um Lumma­ lykta Óla. Og punkbólkurin The Dreams framførdi løgini Sasa sa sa og Sjeikurin. Showið var eitt bland av sjónleiki, sangi, fimleiki, dansi, ljóði og ljósi. Og børnini sótu uttast á stólinum og sóu út til at hugna sær. Síðsti sangurin var Føð­ ingar­dagssangurin, og meðan øll, ið høvdu luttikið komu inn á pallin, dalaðu reyðar, bláar og hvítar ballónir niður av loftinum. – Komi og fái tykkum ballónir, rópti Knøttur til børnini, og tey vóru ikki sein, at gera sum hann bað tey. Lort í býin við Meylu og Knøtti Fleiri myndir frá »Lort í býin« í Sosialinum í morgin.