Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 - Nú fáa vit hvílt okkum áðrenn næsta umfarið, og so ivist eg ikki í, at vit koyra gullið heim. Fróði Clementsen, verjuspælari hjá EB/Streymi Símun vann gull í Íslandi Leygardagin vann Keflavík íslendsku steypakappingina í fótbólti. Millum spælararnar á liðnum var føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vágbingurin Símun Sam­ uelsen endaði eitt gott kappingarár í íslendskum fótbólti við at vinna gull í steypakappingini. Hetta hendi leygardagin, tá ið Keflavík og meistararnir KR spældu steypafinalu á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Dysturin endaði við 2-0 til sigri til Keflavík, og bæði málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Guðjón Antoníusson skoraði fyrra málið í 21. minutti, tá ið hann stútaði eitt hornaspark í málið. Bara 9 minuttir seinni økti Keflavíkt til 2-0. Hesaferð var tað Baldur Sigurðsson, sum skoraði, og tað var eftir enn eina hornasparksstøðu, har Baldur fekk skot á í brotsteignum. Símun spældi við Símun Samuelsen hevur verið ein av stuðuls­spæl­ arunum hjá Keflavik í hesum kappingarárinum, og hann var á liðnum frá byrjan í steypafinaluni. Í yvirtíðini var Símun skiftur út, og eftir dystin fekk hann handað sína gullmedalju. Símun hevur spælt væl fyri Keflavík í ár, og í summarsteðginum var hann tikin við á eitt lið, sum eitt blað mannaði við teimum bestu spælarunum frá fyrru hálvu í kappingini. Keflavík endaði sum nummar fimm í íslendsku landskappingini, men steypa­sigurin kom sera væl við hjá teimum. Hetta er aðru ferð, at ein føroyskur fótbóltsspælari vinnur íslendsku steypa­ kapp­ingina. Uni Arge var fyrsti føroyingurin, sum megnaði hetta, og tað var við ÍA av Akranesi. Tað gongur sum eftir ánni til Special Olympics í Rom. Ragnvaldur er komin í finaluna, og onnur hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingunum, so lagið er gott og vónirnar góðar SPECIAL OLYMPICS Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í farnu viku fóru seks før­oyingar til italska høv­ uðsstaðin, Rom, har tey skulu luttaka á Special Olympics fyri ungdómar. Á miðdegi hósdagin komu tey til Rom, og har var nógv gjørt burtur úr. - Longu tá vit komu á flogvøllin, vóru nógv og tóku í móti okkum. Teir báðar fyrstu dagarnar skuldu vit búgva í einum býi, sum kallast Ceprano, og fólk frá vælkomunevndini vóru á flogvøllinum og ynsktu okkum vælkomin, áðrenn vit settu kós ímóti býnum, greiðir Mariann Øster frá, sum er annar av leiðarunum á túrinum. Í Ceprano høvdu tey eisini gjørt nógv burtur úr. - Fyrst høvdu tey skipað fyri eini samkomu fyri okkum, har vit fingu gávur og genturnar fingu blómur. Og fríggjadagin var eitt stórt show á torginum í býnum, bert fyri okkum, fortelur Mariann Øster. Ferðalagið er nú flutt úr Ceprano og inn til Rom. Fríggjadagin høvdu tey eina stóru setanarhald, sum var ógvuliga stórt og flott. - Tað var líka stórt sum til Olympisku leikirnar, og øll setanin endaði við einum stórum fýrverki, Eru væl fyri Í kappingini verða luttak­ ararnir bólkaðir eftir, hvussu væl teir eru fyri. Her sær tað rættiliga gott út hjá føroysku luttakarunum, og teljast fleiri teirra millum trý tey fremstu. Men eitt er hvat pappírini siga, annað er tann veruleikin, sum er galdandi, tá kappast skal. Her sær tó eisini út til, at tað føroyingarnir eru sterkir, og longu nú er onkur komin víðari í finaluna. Ragnvaldur í finaluni Ragnvaldur Jensen hevur tryggjað sær pláss í finaluni í 100 metur bringusvimjing. Tað gjørdi hann við at vinna innleiðandi umfari, og í finaluni hava tey góðar vónir um, at Ragnvaldur møguliga endar við heiðurs­ merkjum um hálsin. Kristian Martin og Meiken víðari Men tað er ikki bara hjá Ragnvaldi at tað gongur væl. Kristian Martin Garða­ líð hevur eisini vunnið sín innleiðandi bólk í kapp­ ingini 800 metur renning. Kristian Martin rann ógvuliga skilagott, og helt seg á einum ørðum plássi til 50 metur restaðu í, tá hann streyk framvið og vann. Hann er nú komin víðari í ein annan bólk, har hann so skal kappast um at sleppa í finaluna. Kristian Martin Garðalíð luttók annars eisini í kúlu­ kast, men har kiksaði tað hjá honum, og varð hann diskvalifiseraður. Hetta eru tey hørm um, og nú arbeiða tey fyri, at hesin dómurin kanska verður broyttur. Meiken næstfremst Meiken Olsen hevur eisini runnið, og hjá henni hevur kappingin eisini roynst væl. Hon gjørdist nummar tvey í innleiðandi umfarinum í 200 metur renning, og er komin víðari til ein annan bólk, har kappast verður um finaluluttøku. Í morgun hevur Meiken aftur runnið. Hesaferð í 100 metrum, og hóast hon endaði á einum fimta plássi, so eru tey ógvuliga væl nøgd. Meiken rann nevni­liga sína bestu tíð nakran­tíð. 17,50 sekund brúkti hon um teir 100 metrar­nar, har hon annars ongantíðer komin niður um 18 sekund. Seinni í dag skulu bæði Súsanna Johannesen og Magnus Vatnhamar Olsen kappast í svimjing, og seinni í dag er so eisini stafett í fýra ferðir 25 metrar á skránni. Gongur strúkandi í Rom Føroysku ítróttarfólkini standa seg væl í Special Olympics í Rom Mynd: Jens Kr. Vang Vágbingurin Símun Samuelsen vann leygardagin íslendsku steypafinaluna í fótbólti