mánadagur 2. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ]
Fyrsta føroyska hole in one
Nú hevur ein føroyskur golfspælari fyri fyrstu ferð
fingið hole in one á føroyskari golfbreyt. Tað hendi
fríggjadagin, tá ið Harald Eirikstoft sló bóltin í holið við
einum slagi á fimta holi á golfbreytini á Glyvursnesi.
Slagið var 110 metra langt, so tað var eitt plettskot frá
Haraldi. Júst tað at fáa golfbóltin í holið við einum slagi
er ein dreymur hjá einumhvørjum golfspælara, og tann
dreymurin var fríggjadagin til veruleika hjá Haraldi
Eirikstoft.
Start kann vinna
heiðursmerki
Tað gongur framvegis væl hjá Start í norsku tippuliguni.
Í gjár spældi liðið á heimavølli ímóti Molde og vann 3-2.
Molde var á odda 2-1 eitt skifti, men Start svaraði aftur
við tveimum málum og vann dystin. Todi Jónsson var á
beinkinum hjá Start, og hann var settur á vøllin 10 minuttir
fyri tíð. Hann hevði ein góðam málmøguleika, tá ið hann
gjørdist leysur, men málmaðurin bjargaði royndini. Molde
er nú fýra stig frá bronsumerkjunum í tippuliguni.
HB hevur tryggjað
sær silvurmerkini,
og nú er stóri
spurningurin um
havnarmenninir
skulu luttaka í Europa
Cup fyri meistarar
ella í UEFA Cup
FORMULADEILDIN
25. UMFAR
Jákup Mørk
Síðsta vikan hevur verið
kostnaðarmikil fyri EB/
Streym. Eftir tveir tíma
stríð varð oddaliðið í lands
kappingini
mikukvøldið
sent úr steypakappingini,
tá ið teir taptu brotssparks
kappingina móti B36.
Sunnudagin tapti EB/
Streymur fyri fyrstu ferð
á heimavølli í ár. GÍ
stríddist sum úlvur á skóg,
og gøtumenn vunnu 3-2.
Harvið er spenningurin í
toppinum størri, enn hann
leingi hevur sæð út til at
skula verða.
Støðan er tann, at EB/
Streymur er oddalið við
51 stigum, og at HB er
næstfremst við 49 stigum.
B36 hevur á triðja plássi 43
stig. Tað eru tvey umfør eftir
av hesum kappingarárinum,
og hóast HB einki stig fær
tær báðar seinastu ferðirnar
og B36 fær fult, so er tað
ikki sannlíkt, at B36 fer at
fáa HB aftur. HB hevur +22
í málmuni, og B36 hevur
+ 12.
Stóri spurningurin er nú,
um tað verður EB/Streymur,
sum næsta summar fer út
í Europa sum føroyskur
meistari, ella um tað verður
HB.
HB hevur havt framúr
góð úrslit í rættuliga langa
tíð. HB hevur ikki tapt,
síðani B36 2. juli eyðmýkti
grannarnar 6-0. Síðani tá
hevur HB úrtøkan burturúr
teimum tíggju dystunum
verið sjey sigrar og tríggir
javnleikir ella tilsaman 24
stig. Í sama tíðarskeiðnum
hevur EB/Streyma úrtøkan
verið seks sigrar, tveir javn
leikir og tvey tap ella í alt
20 stig.
Gongdin nógvu tær sein
astu vikurnar hevur altso
verið, at HB hevur tikið
seg
nærri
oddaliðnum.
Tað hevur borið við sær,
at talan ikki gjørdist um,
at EB/Streymur longu í
september vann FM, sum
tað seint í summar tóktist
skula verða møguleiki fyri.
Spenningurin er intensi
veraður, og nú bendir alt á,
at tað ikki verður fyrrenn í
27. og síðsta umfarinum, at
tað fer at verða spælt um
gullkrónurnar.
Í teimum báðum síðstu
umførunum er skráin hjá
oddaliðunum báðum tann,
at EB/Streymur skal spæla
móti ÍF (ú) og KÍ (h), og
at HB skal spæla móti B68
(ú) og ÍF (h). Um skráin
hjá øðrum oddaliðnum ella
hinum er lættari ella tor
førari, kunnu tað ivaleyst
vera fleiri meiningar um.
Bæði
oddaliðini
skulu
spæla móti ÍF, sum fer
at stríðast fyri at sleppa
undan niðurflyting, HB
skal spæla á Toftum móti
B68, sum stríðist fyri at
sleppa undan niðurflyting,
og EB/Streymur fer í síðsta
umfarinum at fáa vitjan av
KÍ, sum rættuliga sannlíkt
mitt í vikuni frammanundan
hevur verið partur av steypa
finaluni.
Gullroykur og
gummibein
Einki hevði verið lættari
enn yvir hesi greinini at nýtt
yvirskrift, sum segði, at nú
er gulldeymurin á Mølini
ikki so ramur, sum hann
hevur verið, og at tað nú
sæst nógv til gummibein.
EB/Streymur hevur jú bara
fingið eitt stig burturúr
tveimum teimum seinastu
ferðunum. Avbjóðingarnar
á útivølli móti B68 og á
heimavølli móti GÍ høvdu
fyrr í summar verið rokn
aðar at bera seks stig við
sær.
Tá ið tað varð valt at síggja
burtur frá gummibeinun
um, so var orsøkin tann,
at tað hesar seinastu vik
urnar hevur verið heilt
greitt, at tað hevur kostað
EB/Streymi nógv, at liðið
síðani næstsíðsta mikudag
hevur spælt fýra dystir.
Um tað so eru fulltíðar
yrkisspælarar, sum eru í
tílíkari avbjóðing, so sæst
tað aftur í avrikunum. At
hálvfinalurnar móti B36 og
dysturin á Toftum og serliga
longda leiktíðin og vónbrotið
í
brotssparkskappingini
í Gundadali mikukvøldið
hava kostað nógv hjá EB/
Streymi er einki at ivast í.
At tað nú gjørdist so
tætt millum dystirnar hjá
EB/Streymi komst av, at
steypakappingin ikki varð
avgreidd, tá ið hon skuldi
avgreiðast. HB tapti fjórð
ingsfinaluna
móti
EB/
Streymi. Seinastu umførini
hava fyritreytirnar hjá HB
verið betri í landskappingini,
enn tær hava verið hjá EB/
Streymi!
Einki umboð
úr Suðuroy
Hesa ferð tapti illa sperda
VB/Sumba í Gundadali
móti HB. B68 vann lykla
uppgerðina í Fuglafirði, og
nú er tað upp til toftamenn
at gera av, um teir skulu
halda sær røttu megin strik
una.
Hjá VB/Sumba gjørdist
talan ikki um tað skrædlið
hesa ferð, sum gongdin sein
astu vikurnar kundi boðað
frá. Men tað sær einki
serligt út hjá VB/Sumba,
og tað kann ikki síggjast
burtur frá møguleikanum,
at tað næsta ár als ikki
verður Formula fótbóltur í
Suðuroy.
Alt bendir á, at tað verður
nógvur Formula fótbóltur
í høvuðsstaðnum í 2007.
Undan tveimum teimum
síðstu umførunum í næst
bestu deildini er longu
greitt, at tað verður Formula
fótbóltur á Sandi næsta ár.
Hetta varð endaliga stað
fest, tá ið FSF gjørdi av,
at VB/Sumba og Royn
skuldu varpast úr næstbestu
deildini.
Steypa
kappingin
hevur kostað
oddaliðnum
Eftir tapið hjá EB/Streymi í gjár, togaði HB seg nærri oddaliðnum og er nú veruliga við í stríðnum um FM
Mynd: Jens Kr. Vang