mánadagur 2. oktober 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ]
Lyngby misti stig á heimavølli
Tað eydnaðist ikki Lyngby at vinna dystin ímóti Næstved í
donsku 1. deild í sólskininum á Lyngby Stadion sunnudagin.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og hetta var fyrstu ferð
í hesum kappingarárinum, at Lyngby ikki vann heimadyst.
Næstved stóð seg væl, teir stríddust væl og komu á odda.
Lyngby javnaði, men kláraði ikki at vinna dystin. Christian
Lamhauge Holst spældi ikki við hjá Lyngby, tí hann er
skaddur. Lyngby liggur nú nummar 2 í donsku 1. deild.
FCK vann á Brøndby
Stóri dysturin í donsku superliguni millum FCK og Brøndby
var á skránni í gjár. Eitt mál kom í dystinum, og tað
gjørdist svenski álopsspælarin hjá FCK Fredrik Berglund.
Verjuspælarin Mark Howard hjá Brøndby fekk seinna gula
kortið longu í fyrra hálvleiki, og eftir útvísingina hevði FCK
greiða yvirvág í dystinum. Fyrsta hálva tíman var dysturin
javnur, og bæði liðini høvdu royndir á málið. FCK liggur
nú á odda í superliguni.
Einki er
avgjørt enn
Hóast B68 í gjár tók seg
tvey stig fram um hini
bæði botnliðini, so fáast
teir ikki at staðfesta,
at teir nú yvirliva í
Formuladeildini.
– Tað eru framvegis
tveir dystir eftir at spæla,
og tí er einki avgjørt.
Vit kunnu avgera okk
ara lagnu sjálvir eftir
sigurin í dag, men vit
eru ikki tryggjaðir enn,
segði Súni Fríði Bar
bá, sum gjørdi tvey av
týdningarmiklu mál
unum hjá B68.
Hanus Eliasen, sum
var annars málskjúttin
á heimaliðnum, vildi
heldur ikki viðurkenna,
at ÍF nú er á veg niður í
næstbestu deildina.
– Tað sær ikki gott
út hjá okkum, men vit
mugu gera alt, sum vit
kunna í teimum báðum
seinastu
dystunum.
Vit hava framvegis ein
møguleika, og um vit
vinna báðar dystirnar,
so rokni eg við, at vit
klára at yvirliva, segði
Hanus Eliasen.
Gott
dómara
avrik
Leirvíkingurin Petur
Reinert skuldi halda
skil á, tá ið toftamenn
og fuglfirðingar í gjár
spældu avgerandi botn
dyst í Fuglafirði, og
ta uppgávuna loysti
næsti føroyski FIFA-
dómarin til reint ug.
Víst var okkurt ivamál
um hendinga innkast
ella fríspark, men sam
anumtikið var dómara
avrikið av besta slagi.
Petur veitraði seks ferðir
við gula kortinum, men
hann kláraði at stýra
lagnudystinum, uttan
at nakað rok kom í ella
nakar spælari var vístur
av vøllinum.
Tá ið tað í seinna
hálvleiki kom til
skarpskeringar í
botnstríðnum, var
tað B68 hevði meira
tyngd og størri
yvirskot, og tí vunnu
toftamenn týðandi
dystin í Fuglafirði
ÍF-B68
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
B68 tók sunnudagin eitt stórt
fet nærri Formuladeildini
2007, tá ið liðið vann botn
dystin ímóti ÍF, sum annars
veruliga hevur havt undanvind
seinastu umførini.
Dysturin í Fuglafirði
varð lívligur, dramatiskur,
spennandi og undirhaldandi.
Spælið var langt frá altíð
pent og polerað, men hvussu
kann ein dystur um lív ella
deyð verða tað. ÍF spældi
heldur betur – serliga í
fyrra hálvleiki – men viljin
og stríðshugurin hjá B68
gjørdist avgerandi í seinna
hálvleiki, tá ið dysturin
veruliga lá og ridlaði.
Nógv ferð
B68 legði betur fyri, og
tað vóru ikki meira enn
átta minuttir farnir, tá ið
toppskjúttin hjá toftamonn
um, Súni Fríð Barbá, hevði
gjørt um seg fyrstu ferð.
Fleiri spælarar lógu fram
við í brotsteignum hjá,
bólturin endaði at enda hjá
Súna Fríða, sum tamdi við
bringuni og sendi flatt í ÍF-
málið til 1-0 til B68.
ÍF svaraði aftur um miðj
an fyrra hálvleik. Hesa
løtuna hevði heimaliðið
yvirtakið í dystinum, og
tað var uppiborið, at teir
javnaðu. Høgni Zachariasen
smekkaði til úti frá, skotið
varð blokerað, bólturin end
aði aftur hjá Høgna, sum
síðani dró inn í brotsteigin
og legði upp á tvørs. Har
var Hanus Eliasen fyrstur
á og sneiddi bóltin í málið
til 1-1.
Fyrri hálvleikur sera lív
ligur. Spælaranir stríddust
við lív og sál, og ferðin á
spælinum var høg. Stundum
var ferðin ov høg, og hvørki
av liðunum kláraði at
kontrollera dystin ella ferð
ina.
Alexander Jovevic var
virkin á ÍF-miðvøllinum, og
Hanus Eliasen skapti vanda,
men tað var veteranurin í
B68-verjuni Øssur Hansen,
sum var bestur spælari á
vøllinum tann góða tíman,
beinini hjá honum hildu.
Bæði skoraðu aftur
Liðini løgdu til brots aftur í
seinna hálvleiki, og so hvørt
sum tíðin gekk, gjørdist
dysturin meira opin, tí liðini
møddust, og tá vóru tað, at
profilarnir hjá liðunum slóu
til.
Tá ið ein lítil tími var spæld
ur, legði B68 seg á odda eftir
hornaspark. Julian Johnsson
fekk høvdið á, og so var
Kristian Anton Andreasen
fyrstur á leysa bóltin og
sendi í málið. Júst Kristian
Anton, sum støðugt royndi
at bróta ígjøgnum, gjørdist
avgerandi løtu seinni.
ÍF svaraði aftur beinan
vegin, og ein minutt aftan á
javnaði miðvallarin Høgni
Zachariasen, eftir at Frank
Poulsen hevði sent innfyri
úr høgru. Høgni tveitti seg
niður í bóltin og stútaði hann
í málið til 2-2.
Avgerðin fall
Eftir hetta var dysturin
opin eina løtu, og tað var
nú, at tað veruliga kom til
skerpskeringar millum tey
bæði Eysturoyarliðini. Her
vísti tað seg, at B68 hevði
størri yvirskot, og teir drógu
sigurin heim.
Avgerandi málið skoraði
Súni Fríði Barbá, men tað
var eftir frálíkt upplegg frá
Kristian Anton Andreasen.
Hann spældi í høgru síðu,
men fór eina løtu yvir í
vinstru, og fór hann fram við
tveimum spælarum, áðrenn
hann við baklinjuna sendi
eitt gott innlegg innfyri
málið. Har rann Súni Fríði
í bóltin og sparkaði hann í
málið til 3-2.
Eftir hetta fall ÍF í fátt,
og seinasta lítla korterið av
dystinum megnaði ÍF ong
antíð at skapa veruligan
vanda í B68-brotsteignum.
Innskifti Árni Petersen varð
fluttur úr verjuni og fram á
álopið, men bólturin kom
sjáldan fram.
Harvið vann B68 dystin
3-2, og teir liggja nú best fyri
í botnstríðnum við ÍF og VB/
Sumba, sum bæði liggja tvey
stig aftanfyri B68, nú tveir
dystir eru eftir at spæla.
ÍF-B68 2-3 (1-1):
Tað var meira krút í B68
Toftamenn fegnaðust, og
fuglfirðingar iðraðu seg
eftir botnbrakið í Fuglafirði
sunnudagin
Mynd: Jonhard Hammer
B68
ÍF