mánadagur 2. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ]
Týskarar tosa enn um
3-2 málið hjá Geoff
Hurst í HM-finaluni í
1966. Og tað kann væl
vera, at EB/Streyma-
fólk um 40 ár eisini
tosa um málið,
sum Sámal Joensen
skoraði á Eiði. Eitt
mál, sum átti sín
stóra leiklut í, at EB/
Streymur spældi sær
av við fyrsta trumfin í
gullstríðnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kykmyndirnar á portalinum
kunnu illa staðfesta, hvørt
hjálpardómarin
hevði
rætt ella ikki, tá hann
veittraði.
Ivasamt
man
vera,
hvørt
myndirnar
á 3-2 hjá Sjónvarpinum
í kvøld hava betri yvirlit
yvir hendingina, sum eftir
øllum sólarmerkjum at
døma verður tann, sum fer
at fáa mestu umrøðuna eftir
dysin á Eiði sunnudagin.
Ein dystur, har EB/Streym
ur fyri fyrstu ferð í ár
tapti á heimavølli. Og ein
dystur, sum av álvara læt
upp fyri spenninginum í
FM-stríðnum, har HB nú
bara er tvey stig aftan fyri
oddaliðið.
Kjakevnið
Dysturin á Eiði var merktur
av nógva vindinum. Fyrra
umfarið høvdu gøtumenn
hendan undan, og tað var
eisini skjótt, at teir gjørdu
sær dælt av hesum. Alt fyri
eitt royndu teir at trýsta
bóltin niðan móti heima
málinum, og eftir bara sjey
minuttum var hol komið
á. Sámal Joensen royndi
seg við skoti, sum Rene
Tórgarð ikki átti at havt
teir stóru trupulleikarnar
av. Bólturin bar tó við ein
spælara á vegnum, og so
klossaði Rene, tá kósin
varð broytt eitt vet. Sjálvir
mundi málverjin tó halda,
at hann hevði tamarhald
á støðuni, men linjuverjin
veittraði, og so stóð 0-1
á talvuni. Eitt mál, sum
teir í EB/Streymi vóru
sera ónøgdir um. Og sum
helst fer at verða kjakevni í
drúgva tíð.
Treiskaðust í
mótgongdini
Við eini strævnari dystar
skrá í beinunum, var hetta
alt annað enn tað, sum
EB/Streymur hevði tørv
á, og eftir lítlari løtu var
mótbrekkan enn brattari.
Enn tá eftir mest sum ófyri
geviligt verjuspæl.
Upptaktin til málið var
horna, sum GÍ fekk rudd
að burtur, men so gekk
skjótt hinvegin. Ronnie
Samuelsen helt ivaleyst,
at Rafal hevði tamarhald
á støðuni, men pólverjin
heilkiksaði, tá hann skuldi
stúta burtur. Og uttan
neyðuga uppbakningin tapti
Rafal nærdystin við Sverra
Jacobsen, sum hesa ferð
byrjaði í GÍ-álopinum. Og
unglingin var ískaldur, tá
hann gjørdist einsamallur
við René Tórgarð.
At tað eftir hetta yvir
høvur
eydnaðist
EB/
Streymi at skapa spenning
um útfallið, kemst helst
einamest av treiskninum,
sum býr í einum oddaliði.
Teir noktaðu at geva seg,
og teir fingu eisini løn fyri
stríðið, tá teir sera vakurt
minkaðu til 1-2. Ronnie
spældi yngra beiggjan væl
í dýpdina, og so kundi Hans
Pauli seta ein mann av,
áðrenn hann sendi í høvdið
á Sorin Anghel.
Einki juice eftir
Málið gav oddaliðnum
neyðugu trúnna, og í løtun
um kring steðgin hevði
liðið helst sína bestu løtu
í dystinum. Hóast mótvind
in megnaðu teir at leggja
eitt ávíst trýst á GÍ málið
seinasta korterið fyri steðg
in, og tí varð lagt upp til
einvíst trýst eftir steðgin.
Fyrstu
løtuna
tóktist
eisini, sum skuldi hetta
verða so. Men so líðandi
fekk GÍ tó alt betri tamarhald
á støðuni. Kanska fyrst
og fremst, tí gestirnir alla
tíðina royndu at spæla seg
úr trýstinum, og tí kravdu
eitt
størri
renniarbeiði
frá vertunum, um trýstið
skuldi haldast. Og tað
renniarbeiðið
megnaði
EB/Streymur illa at fremja.
Snøgt sagt, so var ikki meira
juice eftir í motorinum eftir
strævnu skránna, og sum
tíðin gekk, gjørdust kontra-
FCK jagstrar Rommedahl
Sambært enska blaðnum Sunday Mirror er danska felagið
FC Keypmannahavn áhugað í at keypa vongspælaran
Dennis Rommedahl frá Charlton. Rommedahl spældi á
sinni í Lyngby, har hann var liðfelagi hjá Toda Jónsson,
men hann hevur seinnu árini spælt fyri PSV Eindhoven
og Charlton. Nú verður roknað við, at Rommedahl kann
verða seldur, og bæði PSV og FCK skulu verða áhuga í
skjóta danska spælaranum, sum spældi sín fyrsta landsdyst
fyri Danmark ímóti Føroyum á Tórsvølli.
Kinverska formil 1
koyringin gjørdist
somikið spennandi,
at tað tyktist ikki
sørt hóskandi, at
koyringin endaði við
at støðan í HM er
fullkomiliga jøvn og
sera spennandi.
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Michael Schumacher koyrdi
fyrstu um málstrikuna í
kinversku formil 1 koyr
ingini, beint í hølunum
á honum var Fernando
Alonso, og eru teir tí heilt
javnir í kappingini um
HM við 116 stigum hvør.
Við Renault liðfelaganum
hjá Alonso á triðja plássi
kom Renault aftur framvið
Ferrari í kappingini um
HM fyri lið, men við 179
stigum móti 178 stigum til
Ferrari er eisini tætt í hesari
kapping.
Kinverska formil 1 koyr
ingin byrjaði í regni, og
Alonso koyrdi skjótt eitt stórt
glopp niður til liðfelagan
Fisichella, ið lá sum bremsa
millum Alonso, Honda
bilarnar, Kimi Räikkönen
og Michael Schumacher.
Michelin
dekkini
vóru
nógv sterkari fyrstu løtuna.
Við 13 umførum koyrdum
var gloppið millum Alonso
og Schumacher á 6. plássi
25 sekund.
Men tá var blivið somikið
turt, at Bridgestone dekkini
gjørdust betru dekkini,
og ein fyri og annan eftir
koyrdi Schumacher framvið
kappingarneytunum. Fyri
Alonso gjørdist løtan mill
um fyrsta og annað pittsteðg
heilt galin, við skeivum
vali av dekkum raplaði
Alonso aftur eftir, men kom
síðan fyri seg eftir annan
pittsteðg, og endaði uppi á
øðrum plássi.
Henda koyringin vísti í
størri mun enn nakrantíð
áður hvussu stóran týdning
dekkini hava í nútímans
formil 1. Einans ein av 12
teimum fremstu bilunum
í
tíðarkoyringini
hevði
Brigdestone dekk, tað var
Michael Schumacher á 6.
plássi. Í nógva regninum
leygardagin var Michelin
nógv betra dekkmerkið.
Tað sama var galdandi í
byrjanini av koyringini,
men í hálvturra veðrinum
vóru Bridgestone dekkini
tey betru.
Alla koyringina vóru
tættir nærdystir og nógvar
yvirhálingar,
stutt
sagt
var koyringin ómetaliga
spennandi. Í allar seinasta
svinginum, gjørdist dekan
ov spennandi. Christian
Albers og Takuma Sato
høvdu ov nógv um at vera
við sínum innanhýsis dysti,
og endaðu við at forða Nick
Heidfeld á fjórða plássi, ið
royndi at koma framvið
teimum enn eitt umfar.
Teir forðaðu somikið illa,
at báðir Honda bilarnir
sluppu framvið Heidfeld,
og í ruðuleikanum varð
hann árendur av Rubens
Barrichello.
Eftir koyringina varð
Takuma Sato diskvalifiser
aður fyri hendingina, og
Christian Albers fekk 25
sekund løgd afturat síni tíð.
EB/Streymur-GÍ 2-3 (1-2):
Spenningurin á M
Nú
stendur
á jøvnum
Kappingin millum Schumacher og Alonso er nú sera jøvn og
spennandi
Úrslitið í Kina
1 Michael Schumacher - Ferrari
10 stig
2 Fernando Alonso - Renault
+3.1 sekund
8 stig
3 Giancarlo Fisichella - Renault
+44.1 sekund 6 stig
4 Jenson Button – Honda
+72.0 sekund 5 stig
5 Pedro de la Rosa - McLaren-Mercedes
+77.1 sekund 4 stig
6 Rubens Barrichello - Honda
+79.1 sekund 3 stig
7 Nick Heidfeld Sauber - BMW
+91.9 sekund 2 stig
8 Mark Webber Williams - Cosworth
+ sekund
1 stig
9 David Coulthard - RBR-Ferrari
+ sekund
10 Vitantonio Liuzzi - STR-Cosworth
+1 umfar
11 Nico Rosberg - Williams-Cosworth
+1 umfar
12 Robert Doornbos - RBR-Ferrari
+1 umfar
13 Robert Kubica - Sauber-BMW
+1 umfar
14 Takuma Sato - Super Aguri-Honda
+1 umfar
15 Scott Speed - STR-Cosworth
+1 umfar
16 Christijan Albers - MF1-Toyota
+3 umfør
17 Sakon Yamamoto - Super Aguri-Honda +4 umfør
Givin Ralf Schumacher - Toyota
+7 umfør
Givin Felipe Massa - Ferrari
+12 umfør
Givin Jarno Trulli - Toyota
+18 umfør
Givin Tiago Monteiro - MF1-Toyota
+19 umfør
Givin Kimi Räikkönen - McLaren-Mercedes +38 umfør
GÍ
EB/Streymur
Sámal Joensen sýndi
enn einaferð stórspæl
hjá GÍ. Hesa ferð sum
bindingarliður millum
miðvøll og álop
Mynd: Sofus D. Johannesen
Fyrsti heimasigurin til
Blackpool
Enska felagið Blackpool, har Claus Bech Jørgensen er
ein av spælarunum, vann leygardagin sín fyrsta dyst á
heimavølli í hesum kappingarárinum. Blackpool hevði
vitjan av Leyton Orient, og Blackpool vann 3-0. Blackpool
hevur spælt 12 dystir og hevur nú 11 stig. Liðið liggur í
botninum í triðbestu deildini, men fekk betur samband
við liðini omanfyri eftir sigurin leygardagin. Blackpool er
nummar 21 av 25 liðum í League One.