Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ] B71-venjarin skiftir til Skála Skála hevur sett Dragan Kovacevic í starv sum venjara næstu tvey árini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri stuttum var greitt, at Johan Nielsen ikki longur verður venjari á Skála. Og síðani hetta hevur felagið leitað sær eftir nýggjum manni í hansara starv. Fríggjdagin sendi felagið eitt tíðindaskriv út, har váttað verður, at Dragan Kovacevic er settur í starv. Dragan er serbi, men kennir føroyskan fótbólt rættiliga væl, tí hann hevur verið venjari her í fleiri umførum. Í 2002 og í fjør vandi hann VB/Sumba, og í ár hevur hann vant B71, sum hann nú hevur leitt upp í Formuladeildina. Skála Ítróttarfelag hevur sett Dragan Kovacevic í starv sum høvuðsvenjari, og sum slíkur kemur hann at hava ábyrgdina av Formulaliðnum. Harumframt kemur hann eisini at hava ábyrgdina av ungdómsvenjingini, og saman við venjarunum hjá teimum einstøku liðun­ um fer hann at leggja venjingina hjá teimum yngru til rættis. Ætlanin er eisini, at hann skal vera við í venjingini í tann mun tað er gjørligt. - Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa avtalu í lag við Dragan Kovacevic. Hann er ógvuliga málrættaður í sínum arbeiði, og er stak fyrikomandi sum persónur. Vit hava leingi havt ætlanir um at fáa størri ferð á ungdómsarbeiðið hjá felagnum, og henda loysnin gevur okkum tann møguleikan, sigur Hans Jákup Andreasen, formaður í Skála Ítróttafelag. - Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa avtalu í lag við Dragan Kovacevic. Hann er ógvuliga málrættaður í sínum arbeiði, og er stak fyrikomandi sum persónur, sigur Skála-formaðurin Hans Jákup Andreasen Scholes sigur nei Meðan David Beckham er avsettur av nýggja enska landsliðsvenjaranum Steve McLaren, hevur McLaren verið á knøunum fyri at fáa miðvallarspælaran Paul Scholes aftur á landsliðið. Scholes er millum mest týðandi spælararnar hjá Manchester United, og hann gavst at spæla fyri enska landsliðið eftir EM í 2004. - Eg spurdi Scholes í summar, og eg spurdi hann aftur í síðstu viku, men hann hevur sagt nei báðar ferðir, sigur McLaren við BBC. Hóast Scholes hevur sagt nei takk til landsliðið tvær ferðir í ár, sigur McLaren, at hurðin framhaldandi stendur víðopin fyri Scholes. renningarnar hjá ómóðari gestunum alt meira vanda­ miklar. Tá teir so loksins fingu 3-1 málið, gav tað tvífalda orsøk til iðran. Beint undan hesum hevði EB/Streymur havt sína vandamestu at­sókn, tá royndir frá Jørgin Meitilberg og Sorin Anghel báðar vórðu bjargaðar á strikuni. Endin varð tó, at GÍ fekk lossað bóltin burtur, og í hinum endanum kundi ein blankur Erling Jacobsen staðfesta sigurin. Ella tað hildu gøtumenn, tí við einum dundurskoti úr 16 metrum festi Jørgin Meitilberg alt fyri eitt nýggjan spenning í dystin. Nærri enn tað sama komu vertirnir tó ikki. GÍ átti sjónliga størra yvirskotið, og teir áttu eisini eina vandamikla dupultroynd, har fyrst stólpin og síðani Rene Tórgarð tó hildu málmuninum niðri. Men á stigatalvuni var eisini hetta til fánýtis. Hon staðfestir, at munurin niður til HB nú bara er tvey stig, og tí er spenningurin kring Mølina nú nakað nógv størri, enn viðhaldsfólkini høvdu ætlanir um. Og so er spurningurin, hvørt nóg mikið av juice kemur á tangarnar komandi tvær vikurnar. Tá fáa EB/ Streyma spælararnir eina tiltrongda hvíld, sum í besta føri kann virka til at toga gullið seinasta pettið móti Mølini. Hvíldin kemur væl við Vónbrotið var sjálvandi stórt, tá EB/Streymur mátti staðfesta veruleikan við fyrsta tapinum á heimavølli í ár. Eitt tap, har leiðslumálið hjá GÍ uttan iva verður offur fyri ævigum kjaki. - Tað er ein skandala, at linjuverjin veittrar handan bóltin at verða innanfyri. Og tað kostar okkum nógv í dystinum, helt Fróði Clementsen tá vit eftir dystin fingu orðið á hann. Fróði ásannaði tó eisini, at menn høvdu ikki verið í fullum snúningum til dystin, og hann helt seg eisini kenna orsøkina. - Vit eru av álvara farnir at kenna strævnu dystarskránna. Í tríggjar vikur á rað hava vit spælt miðvikudystir, har ávíkavist HB og B36 hava verið mótstøðuliðini. Ikki minst var talan um sera harðar dystir í hálvfinalunum móti B36, og tað merkja vit so sanniliga í dag. Munurin í oddinum er nú bara tvey stig. Eru tað eisini gummibein, sum eru farin at gera um seg, nú seinasta umfarið nærkast heilt nógv? - Nei, tað haldi eg ikki. Nú fáa vit hvílt okkum áðrenn næsta umfarið, og so ivist eg ikki í, at vit koyra gullið heim í dystunum móti ÍF og KÍ slær Fróði fast. -mørk Gleðin komin aftur Hóast GÍ mest sum einki hevur at spæla fyri í seinastu umførunum, so tykist liðið av álvara at hava funnið kósina. - Eg haldi, at vit spæla ein fínan dyst í dag. Tað sæst, at vit av álvara hava funnið spæligleðina aftur, og tað ger hesi seinastu umførini nakað nógv stuttligari, helt Hanus Jacobsen, sum í vinstra miðvallarborði var ein av stinnastu gÍ-spælarunum í dystinum. Men tit hava mest sum einki at spæla fyri. Ger tað ikki, at menn eru minni uppsettir, ella er tað kanska lættari at spæla, tá einki er at hava nervar um? - Kanska mest tað seinasta. Tá tú einki hevur at óttast, tora spælarar betri. Bæði at halda fast um tað, sum vit duga væl, og til at royna nakað nýtt. So í so máta haldi eg, at hetta hevur eina positva ávirkan á spælið hjá okkum í løtuni. Bæði í fjør og í ár haldi eg, at spælið bara hevur koyrt í løtum, og tí mugu royna at leingja um góðu løturnar, um eg kann siga tað so, segði altso Hanus Jacobsen. -mørk Mølini størri enn gott er Fremad Amager nærkast botninum Einki ber til hjá Fremad Amager í løtuni. Liðið hjá Andrew av Fløtum er farið at nærkast botninum í donsku 1. deild eftir enn eitt tap um vikuskiftið. Fremad Amager spældi sunnudagin á útivølli ímóti Thisted, sum vann dystin 3-1. Thisted legði seg fram um 3-0, áðrenn liðið av Amager kláraði at svara aftur við einum máli. Seint í dystinum fekk Fremad Amager ein spælarar útvístan. Andrew av Fløtum, sum stríðist við skaða, var ikki við í dystinum.