mánadagur 2. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ]
Vit høvdu
uppiborið
meiri
Tað var ein vónbrotin
Andy
Olsen,
sum
Sosialurin fekk orðið á
eftir dystin móti B36 í
gjár.
– Eg eri rættiliga
skuffaður av, at tað ikki
eydnast okkum at fáa
meiri burtur úr í dag.
Vit skapa nóg mikið av
møguleikum til at vinna
dystin, og vit høvdu
eisini uppiborið meira
enn vit fingu, heldur
einsamalli málskjúttin
hjá runavíkingum.
Tað munnu eisini vera
tey allar flestu sum eru
samd í tí, at skuldi ein
vinnari partú finnast við
Løkin, so hevði tað ikki
verið óuppiborið, um
tað varð NSÍ.
Vit eru bara
nøgdir
Fimm broytingar vóru á
liðnum hjá B36 í mun
til
hálvfinaludystin
móti EB/Streymi miku
kvøldið. Mikkjal Thom
assen og Alex dos
Santos vóru báðir úti við
leikbanni, og síðani vóru
Herbert í Lon Jacobsen,
Bergur Midjord og Han
us Thorleifsson allir úti
við skaðum. Hetta gav
pláss fyri nýggjum and
litum, og ein teirra, sum
annars ikki hevur spælt
so nógv í ár, men byrjaði
inni sunnudagin, var
Bogi Hermanssen.
– Jú, tað var deiligt at
vera við aftur. Hetta er
fyrsti dysturin, eg byrji
inni í ár, og hetta er eisini
hægri støðið enn tað, eg
havi spælt á í ár, sigur
Bogi Hermanssen.
Ungu
leikararnir
stóðu seg eisini væl, og
Bogi er nøgdur við, at lið
hansara fekk javnleik.
– Um vit hugsa um,
hvussu nógvar mans vit
máttu vera fyri uttan, og
soleiðis sum dysturin
annars tók seg út, so
eru vit bara nøgdir við
úrslitið.
Liðið hjá Stóra gjørdi
megnar comeback
Tá ið 10 minuttir vóru eftir av dystinum hjá Køge ímóti
Brabrand í donsku 1. deild í gjár, vóru eingi útlit til, at liðið
hjá Henrik Larsen skuldi fáa nakað stig burturúr. Braband
var á odda 2-0, og Køge hevði einki mál fingið hóast nógvar
royndir. Men so eksploderaði heimaliðið og skoraði trý
mál seinastu 10 minuttir, og hvørja ferð var tað Dennis Bo
Mortensen, sum skoraði. Harvið vendi alt upp og niður eftir
lítlari løtu, og Køge vann 3-2.
Dani spælir harðast í Noregi
Hagtøl fyri norsku tippuliguna vísa, at ein danskur
fótbóltsspælari er mest revsaður av dómarunum í hesum
kappingarárinum. Jan Michaelsen, sum áður hevur spælt
fyri Panathinaikos, hevur fingið átta gul kort í 17 dystum
fyri HamKam í ár, og tað er tað mesta av øllum spælarunum
í deildini.
– Eg spæli fyri liðið, og eg geri ongantíð eina takkling
fyri at skaða ein spælara, sigur Jan Michaelsen við norska
sjónvarpið.
Eitt av gulu kortunum fekk Jan Michaelsen fyri at brúka
seg, og hann heldur, at tað er einasta býtta kortið, hann
hevur fingið í ár.
Dysturin frá
mikudegnum sat
eftir í beinunum
á gestunum, men
runavíkingar vóru
ikki nóg raskir at
gera sær dælt av hesi
støðuni. NSÍ var
omaná og høvdu
eisini møguleikarnar
til fleiri mál, men
fingu bara tað eina.
Tað fekk B36 eisini og
so endaði tað javnt
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
NSÍ hevði møguleikan at
leggja seg undir liðina á B36,
um teir vunnu sunnudagin,
og harvið av álvara hótta teir
í heiðursmerkjastríðnum.
Tað megnaðu teir ikki, og
nú eru teirra møguleikar til
fáa medalju rættiliga avmark
aðir, fyri ikki at siga burtur.
Men NSÍ hevði sínar kjans
ir til mál, og vóru til tíðir
óhepnir, at lagnan ikki var
teimum mildari við Løkin
í gjár.
Vóru troyttir
Tað sást nokkso skjótt, at tað
vóru nakrir troyttir gestir,
sum komu á vøllin. Ikki so at
skilja, at menn ikki kempaðu
og stríddust sum vant, men
tað var yvirhøvur ikki sama
flog yvir B36, sum til seinnu
hálvfinaluna undanfarna
mikudag.
Hóast NSÍ hevði bóltin
meiri, so fekk B36 tó tveir
heilt hampiliga kjansir í
fyrra hálvleiki. Teir raktu
tó ongantíð málið, og tað
gjørdi NSÍ heldur ikki, so
liðini fóru í hálvleik uttan
at skora.
NSÍ var tó rættiliga nær við
ta einu ferðina, tá dysturin
er áleið 20 minuttir gamal.
Christian Høgni Jacobsen
rakar tá stongina, eftir eitt
fínt innlegg frá Helga L.
Petersen.
Eitt í part
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
skoraði Andy Olsen fyri
NSÍ. Áðrenn tað hevði tað
leikað rímiliga javnt á.
Málið var í sjálvum
sær gott, men uppspælið
var rættiliga tilvildarligt.
Christian Høgni Jacobsen
fór upp í høgru síðu og legg
ur inn til Óla Hansen. Hesin
skal til at skjóta bóltin, men
fer fullkomiliga skeivur og
fær onkursvegna lagt bóltin
aftur um seg í skotroyndini.
Men rakti Óli Hansen
ikki bóltin, so rakar Andy
Olsen hann sera væl, og á
brotsteigarmarkinum setir
hann bóltin í netið.
Tað hevði helst ikki verið
óuppiborið, um dysturin
endaði 1-0 til NSÍ, men tað
gjørdi hann ikki.
B36 megnaði at svara aft
ur við máli frá Sylla. Tað
var í einum kontra álopið,
at Fróði Benjaminsen spældi
Sylla, sum so royndi seg úti
frá. Jens Martin Knudsen
bjargaði tó væl í fyrstu
atløgu, men Sylla var raskur
at fylgja upp og beindi hann
returin í netið til javnleik 1-
1.
Hetta úrslitið helt sær
restina av dystinum, og
gjørdist tað eisini endaliga
úrslitið. NSÍ hevði tó sínar
møguleikar at avgera, og
millum annað Christian
Høgni Jacobsen meiri enn
óheppin, tá hann eftir at hava
sett fleiri B36-arar av inni
í sjálvum brotsteiginum,
slapp at standa púra leysur,
men setti skotið við síðuna
av málinum, og so endaði
tað við javnleiki.
Kappast við KÍ
Í Runavík hava tey í ár
ásanna, at tað í mangar
mátar ikki hevur gingið
sum ætlað hjá teimum. Í so
máta var dysturin móti B36
bara enn ein staðfesting av
hesum. Vónirnar at vinna
FM vóru góðar við kapp
ingarársbyrjan, men nú teir
liggja á einum fimta plássi
verður meiri enn trupult at
røkka bara bronsuni.
Heldur ikki í B36 eru tey
heilt nøgd við kappingarárið,
men tað kann enn bjargast, við
at vinna steypakappingina.
Bronsuna stríðast teir um við
KÍ, sum teir bara eru eittans
stigið framman fyri, og júst
KÍ er eisini mótstøðuliðið í
steypafinaluni.
NSÍ – B36 1-1 (0-0):
B36 helt tørn
B36
NSÍ
NSÍ hevði munin í dystinum ímóti B36
í gjár, men tað endaði við javnleiki, sum
havnaliðið var væl nøgt við