Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ] Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt Tað var heilt eyðsýnt í dystinum í Gundadali í gjár, at felagsliðið úr Suðuroynni var komið á vøllin fyri at verja tað eina stigið, teir høvdu, og tað riggaði eisini væl í ein lítlan tíma. - Jú, vit fóru á vøllin fyri at verja hetta eina stigi, vit høvdu. Teir høvdu sjálvandi bóltin meiri enn vit, men tað er fyri so vítt onki at siga til, tí tað var jú toppur sum tók ímóti botni. Men vit halda tær avtalur vit gera, og tað er umráðandi, segði Finn Johannensen, sum sunnudagin stóð einsa­ mallur við síðulinj­una, nú Bjarni Johansen var noyddur at verja málið. - Lagið er gott hóast støðuna. Í dag gekk tað væl rættiliga longi, og við eitt sindur av hepni høvdu vit eisini kunnað fingið eitt mál, men tað gekk so ikki. Vit hava tó ikki mist vónina, og eru av teirra fatan, at onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, staðfesti Finn Johannesen. Vistu at teir løgdu seg aftur - Vit høvdu tosað um tað áðrenn dystin, og vóru greiðir yvir, at VB/Sumba fór at leggja seg langt aftur á vøllin at verja, og at tað tí bara ráddi um at geva tol. Tað gjørdu vit eisini, og tað gav úrslit, sigur Tór-Ingar Akselsen, sum skeyt tað seinna av teimum báðum HB- málunum í trygga sigrin­ um í gjár. - Tá vit so fáa bóltin í netið, so noyðast teir longur fram á vøll­in og fáa eitt mál aftrat, og høvdu eisini møgu­ leikar fyri fleiri. Mourinho rósar Thomas Sørensen Aston Villa hevur fingið góða byrjan í Premier League í ár, og millum bestu spælararnar á liðnum er danski málmaðurin Thomas Sørensen. Leygardagin kláraði Aston Villa at fáa javnleik á útivølli ímóti Chelsea, og tað var millum annað orsaka av stórspæli frá Thomas Sørensen. - Øll sóu, at vit høvdu uppiborið at vinna, men málmaðurin hjá teimum hevur tvær ella tríggjar framúr góðar bjargingar, og so høvdu teir eisini stólparnar í parti við sær, segði Chelsea-venjarin, Jose Mourinho eftir dystin, sum endaði 1-1. Enn einaferð skuldi tað vísa seg, at gamla orðafellið um, at tolin trívst, talar satt. HB hevði takið allan dystin, men VB/Sumba hevði pakkað seg bæði væl og virðiliga, og tí var trupult at sleppa í gjøgnum. Við toli og trúgv uppá, at tað nokk skuldi ganga, eydnaðist tað tó HB at vinna ein tryggan sigur FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað hevur yvirhøvur ikki riggað hjá VB/Sumba sein­ astu dystirnar. Í gjár riggaði tað tó heilt hampiligt, men VB/Sumba fekk onki heim við til Suðuroyar. HB fekk hinvegin trý stig, og tey vóru fult uppiborin, um nakar skuldi ivast í tí. VB/Sumba hevði parker­ að allar mans uttan um brots­teigin og vardu teir borg. Tað gekk eisini væl, men vóru disiplineraðir og hildu allar avtalur. Tað vóru teir reyð-svørtu so sanniliga eisini, og við at vísa gott tol og hava eina trúgv uppá, at málið nokk skal koma, eydnaðist tað HB at koyra sigurin í hús. Sigurin er tann fjórði lands­kappingarsigurin á rað, og nú hevur høvuðs­staðar­ felagið heldur ikki tapt í tíggju landskappingardystir, so har er lætt at staðfesta, at HB-liðið er vælkoyrandi nú sluttspurturin av álvara er settur í gongd. HB á øllum HB átti dystin frá fyrsta bríksli. Teir vóru omaná og teir stýrdu dystinum frá enda í annan. Tað var tó ikki lætt at spæla seg í gjøgnum suðuroyarmúrin framman fyri brotsteigin, og tá VB/Sumba onki hevði at bjóða upp á fram eftir vøllinum, fóru liðini bæði málleys til hálvleik. Hugaligt hjá VB/Sumba, at taktiska uppleggið fram­ vegis helt, tá menn fóru í steðg, men tað mundi vera frustrerandi hjá HB, at teir ikki sluppu ígjøgnum. Einkul uppskrift Manningarliga vóru lið­ ini óbroytt, tá seinni hálv­ leikur byrjaði, men tað var týðiligt, at HB hevði kortini gjørt eina lítla, men týdningarmikla broyting. Leikferðin var sett eitt vet upp, og tað vísti seg at vera skilagott, tí átta minuttir inn í seinna hálvleiki kom hol á, tá Rókur av Fløtum Jespersen ger eitt lítið trekk uttan fyri brotsteigin, snýtir ein verjuleikara, høgg­ur til og bólturin sat í síðunetinum. Eitt fínt mál frá Róki. Nú noyddist VB/Sumba at flyta seg nakað fram á vøllin, og tað gav HB meiri pláss at spæla á. Teir spældu seg eisini fram til onkrar størri kjansir, og tá ein minuttur restaði av vanligu leiktíðini, slapp innskifti Tór-Ingar Akselsen at staðfesta sigurin, tá hann skorar eftir kontra. Jákup á Borg, sum annars varð væl vardur allan dystin av Eyðstein í Lágabø, fær bóltin í høgra borði. Hann hyggur upp og leggur bóltin tvørtur um vøllin til Tór-Ingar Akselsen, sum lættliga leggur bóltin í netið til 2-0. Silvuri tryggjað Sigurin hevur við sær, at HB nú hevur flutt seg upp á 49 stig. Høvuðsstaðarfelagið er tvey stig aftan fyri EB/ Streym, og kunnu yvirhála felagsliðið um teir snáva, og HB annars fær fult. Hvussu tað so endar vit vita ikki, men eitt skuldi verið rættiliga víst, og tað er, at HB nú hevur tryggjað sær silvurið. Teir eru nú seks stig framman fyri B36 og hava ein munandi betri málúrtøku, so tað skal vilja meiri enn illa til, um silvurkrónurnar gleppa teimum av hondum. HB – VB/Sumba 2-0 (0-0): Tolin trívst VB /Sumba HB Balling skorar fyri Vejle Fyrrverandi NSÍ-álopsspælarin Ulrik Balling hevur vind í seglunum sum álopsspælari hjá Vejle í superliguni. Hóast tað hevur gingið illa hjá Vejle higartil, so hevur Balling gjørt sítt til, at tað skal ganga væl ella frægari. Ulrik Balling, sum spældi eitt hálvt kappingarár í NSÍ fyri nøkrum árum síðani, hevur higartil í ár skorað fýra mál fyri Vejle í hesum kappingarárinum. Tað fjórða málið gjørdi hann í gjár, tá ið Vejle fekk javnleik ímóti grannunum úr Horsens. Vejle liggur framvegis aftast í superliguni við tveimum stigum fyri ellivu dystir. VB/Sumba helt tætt inn í seinna hálvleik, men so fekk HB hol á og vann uppiborið dystin 2-0 Mynd: Jens Kr. Vang