mánadagur 2. oktober 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ]
Tottenham úti eftir Cole
Enskir fjølmiðlar vilja nú verða við, at Tottenham
liggur fram við at keypa landsliðsspælaran Joe Cole
úr Chelsea. Cole hevur verið skaddur, men er nú veg
í form aftur. Hann hevur tó harða kapping við stjørnur
sum Ballack, Robben, Lampard, Essien og aðrar um at
sleppa at stjørnusetta Chelsea-miðvøllin, og tí roynir
Tottenham at lokka Cole til sín. Prísurin fyri Joe Cole
verður mettur at verða umleið 115 milliónir krónur.
Hugurin at leypa
á var leingi lítil, og
fyritreytirnar vóru
ikki tær bestu til tað,
tí báðir partar høvdu
bara ein spælara heilt
frammi
SKÁLA-KÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki so undarligt, um
skálamenn og klaksvíkingar
kanska eru eitt sindur
troyttir av hvørjum øðrum.
Sunnudagin hittust hesi
bæði liðini fyri triðju ferð
innan tíggju dagar.
Í hálvfinaluni í steypa
kappingini
endaði
KÍ
oman á – bæði á Skála
og í Klaksvík. Sunnudagin
sættaðust liðini við javnleik.
Tað endaði 1-1, og tað var
javnt mest sum alla tíðina.
Níggju minuttir undan
leikloki legði Skála seg
framum, og í yvirtíðini
eydnaðist tað KÍ at javna.
Fyritreytirnar fyri stór
hendingum framman fyri
málini vóru einki serligar.
Bæði liðini høvdu í útgangs
støðuni eina rúgvu av fólki
á miðvøllinum og bara ein í
álopinum.
Hjá Skála vóru fleiri av
føstu monnunum burtur.
Alexandur
Johansen
spruttaði viðhvørt, tá ið
hann setti ein og onkra
ferðina tveir av, men fyri
tað mesta var Jónhard
Frederiksberg einsamallur
í fremstu røð, og so vóru
fyritreytirnar
torførar
ímóti Atla Danielsen, sum
hevði
landsliðsfelagan
í stuttum tjóðri, og ímóti
Jan Andreasen, sum hevur
endurvunnið plássið í KÍ
miðverjuni og spælir eins
trygt, sum hann altíð hevur
gjørt tað.
Hjá KÍ var hvørgin av
útlendingunum, sum hava
verið málsóknir, at síggja.
Erling Fles, sum fyri stutt
um aftur er farin at gera
nógv við venjingina, var
einsamallur heilt frammi.
Kristoffur Jaocbsen og Hjal
grím Elttør royndu viðhvørt
at draga inn úr borðunum,
meðan Heðin á Lakjuni var
vinstri vongverji og tóktist
hava fingið boð um at
hugsa meiri um verjupartin
enn framrættaða spælið.
Mál og møguleikar
Í fyrra hálvleiki var ferðin
ógvuliga lág. Tað tóktist
sum um, at spælararnir
mentalt longu vóru farnir í
vetrarfrí. Flytingarnar vóru
ikki so nógvar, og tað varð
ikki investera nakað serligt
í nærdystirnar.
Undan steðginum vóru so
at siga ongar vandamiklar
støður frammanfyri málun
um hjá Vlada Filipovic og
Meinhardti Joensen, sum
báðir vóru sannførandi
millum stólparnar.
Eftir hvíldina var ferðin
størri, flytingarnar vóru
fleiri, og royndirnar móti
málinum skaptu spenning.
KÍ hevði fleiri vandamiklar
langskotsroyndir, og Skála
hevði onkrar gjøgnumspæl
ingar, sum vóru um reppið
at bera mál við sær. Eitt nú
tá ið Jónhard Frederiksberg
kom inn frá vinstru, og
Meinhardt Joensen bjargaði
til horna.
Næst við var KÍ, tá ið
Símun Joensen við høvdin
um snittaði hornasparks
innlegg úr høgru móti
handara málhorninum, men
Vlada Filipovic var sum
ein køttur uppi í horninum
og jústaði bóltin upp um
málið.
Tíggju minuttir undan
leikloki legði Skála seg
framum, og hóast KÍ løtuna
aftaná royndi at leggja trýst
á og fleiri ferðir hevði nógv
fólk í Skála brotsteiginum,
so tóktist tað sum um, at
málið, sum miðvallarin
Levi Hanssen hevði skorað
við fínum dúkkandi skoti
úr 24 metrum og eitt vet
til vinstru, skuldi verða tað
einasta.
Men í evstu løtu svaraði
KÍ aftur. Liðformaðurin,
Heðin á Lakjuni, skoraði
úr kanska tredivu metra
fjarstøðu. Málið kom eftir
at Skála málverjin hevði
spælt bóltin út í høgra borð.
Hann var ikki komin inn
aftur á strikuna, tá ið Heðin
fekk fatur á og við sera
snildum dúkkandi skoti
sendi upp um málverjan og
í málið.
So var aftur javnleikur.
KÍ tók ikki av, tá ið teir
høvdu møguleikan at taka
triðja plássið frá B36, sum
teir seinni í heyst skulu
spæla steypafinalu ímóti.
Tað tóktist ikki at nerva
klaksvíkingar nakað serligt.
Skálamenn vóru sjálvandi
vónbrotnir av, at tað ikki
eydnaðist at halda tørn um
sigurin, sum teir síðstu
løtuna høvdu kós ímóti.
Men úrslitið mundi vera at
liva við hjá báðum pørtum,
og millum áskoðararnar var
breið semja um, at hetta
hevði ikki verið mest lívligi
fótbóltsdysturin, sum teir
høvdu verið eygnavitni til.
Frem tapti í Gladsaxe
Tað gekk illa hjá danska 1. deildarliðnum Frem um
vikuskiftið. Frem spældi ímóti AB á Galdsaxe Stadion,
og dysturin endaði við tryggum 4-1 sigri til AB. Longu
í fyrra hálvleiki skoraði AB fýra mál. Í seinna hálvleiki
kláraði Frem at halda tætt í verjuni, og í hinum endanum
fingu teir mál eftir ein góðan tíma. Gunnar Nielsen
var sum vant eykamálmaður hjá Frem, og hann sat á
beinkinum allar 90 minuttirnar. Frem liggur nú nummar
8 í donsku 1. deild.
Skála-KÍ 1-1 (0-0):
Breið
semja
á Skála
KÍ
Skála