mánadagur 2. oktober 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ]
Sandoyingar hava
tryggjað sær rættin
at spæla í Formula
deildini, og tað tykist
rættuliga sannlíkt,
at argjamenn fara at
vinna atgongumerki
til bestu deildina, tá ið
teir í annaðkvøld fara
at fáa vitjan av FSV04
1. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Næstbesta deildin er endað
í so syrgiligari støðu, sum
hon ongantíð áður hevur
verið í, síðani tað í 1988
varð farið undir kapping
við tíggju liðum í trimum
teimum ovastu deildunum.
At VB/Sumba og Royn
eru varpaði úr 1. deild
og so at siga skulu byrja
av nýggjum í botninum
av landskappingini hevur
fleiri avleiðingar. Ein er, at
eingi av teimum átta, sum
eru eftir í 1. deild, fara at
flyta niður. Ein onnur er, at
talan heldur ikki verður um
niðurflyting úr triði bestu
deildini, sum eitur 2. deild.
Ein triðja og nærverandi
avleiðing er tað, at talan er
um rættuliga skerd umfør í
1. deild. Hesa ferð høvdu
B71 og LÍF frí, tí tey skuldu
havt spælt móti burturvístu
feløgunum.
Tá ið tað var greitt, at
VB/Sumba og Royn ikki
longur eru partur av 1.
deild, varð tað eisini greitt,
at B71 næsta ár skal spæla
í Formula deildini. B71 var
seinast í bestu deildini í
2001. Ta ferðina endaði B71
næstaftast, men sandoying
ar taptu endaumfarið móti
EB/Streymi, sum flutti upp
og hevur verið partur av
bestu deildini síðani 2002.
Eftir at AB leygardagin
vann á heimavølli móti
KÍ, bendir alt á, at Argja
Bóltfelag fyri fyrstu ferð
nakrantíð skal vinna sær
rætt at spæla í bestu deild
ini. LÍF, sum er einasti kapp
ingarneytin, er fimm stig
aftanfyri AB. Tað eru tvey
umfør eftir at spæla, og um
AB næstu ferð fær fulla
úrtøku, so fara teir longu
undan síðsta umfarinum
at hava tryggjað sær upp
flytingina.
AB skal í næstsíðsta
umfari spæla á heimavølli
móti FSVágum04. Í broyttu
skipanini er ásett, at hesin
dysturin skal spælast leygar
dagin 8. oktober. Men
sambært upplýsingum frá
Argja Bóltfelag er dysturin
framskundaður til nú týs
kvøldið 3. oktober.
AB-KÍ
AB var spælstýrandi, og
hóast liðformaðurin Allan
Mørkøre var leikbannaður,
so royndist tað eisini hesa
ferð við uppspæli í høgru.
Mest eyðsýndi AB spæl
arin var unglingaspælarin
Rógvi Poulsen, sum legði
AB framum bæði 1-0 og 2-
0. Málini gjørdi hann fyrstu
løtuna í 1. hálvleiki og
fyrstu løtuna í 2. hálvleiki.
Í fyrra førinum stýrdi
miðvallarin í vinstru við
høvdinum bóltin í málið,
eftir at hann var sendur
innfyri úr høgru, og í seinna
førinum var tað aftur eftir
innlegg úr høgru. Seinnu
ferðina smekkaði Rógvi
Poulsen bóltin upp undir
nettakið.
Tá ið ein tími var farin,
sneiddi Jón Nielsen seg
leysan í brotsteiginum, áðr
enn hann setti bóltin fram
við KÍ málverjanum.
Tíggju minuttir fyri leik
lok pyntaði Julian Samuel
sen um fyri KÍ. Hann setti
høvdið undir bóltin, eftir at
hornaspark var lagt innfyri.
FSVágar04-HB
Við trivaligum 5-1 sigri
lyfti HB sær fram á fimta
plássið. HB er eitt stig
framman fyri KÍ, sum tó
hevur spælt ein dyst færri
enn HB.
Stóri HB maðurin var
Krzystof Popczynski. Enn
eina
ferð
undirstrikaði
hann, at um hann og HB
høvdu lagt í, so kundi hann
verið ein tann vandamikl
asti álopsspælarin í Formula
deildini.
HB hevði nógvar ung
lingspælarar
á
liðnum.
Hesir høvdu mikukvøldið
vunnið FM finaluna, men
tað darvaði teimum ikki í
fínum avriki, sum fyri tað
mesta var grundað í snildum
kontraspæli.
Popczynski
skoraði trý HB mál, og tað
var hann, sum tiltuskaði
HB brotssparkið, sum Poul
Thomas Dam umsetti til
mál. Stóri beiggi hjá Poul
Thomas Dam, Jan C. Dam,
kom eisini á listan.
Einsamalla FSV04 málið
syrgdi Sjúrður Ellefsen fyri
eftir horna. Hann javnaði
til 1-1 miðskeiðis í 1. hálv
leiki. Tað kundi bent á
spennandi uppgerð, men
soleiðis tørnaði tað als ikki
út. At heimaliðið longu mið
skeiðis í 1. hálvleiki misti
ein mann gjørdi sjálvandi
ikki fyritreytirnar betri.
SÍ-TB
Líkasælan var stór og ferð
in lítil, tá ið TB vitjaði í
Sørvági. Tað sást á øllum
brøgdum, at hvørki annar
parturin ella hin hevði nak
að serligt at spæla fyri.
SÍ var greitt betra liðið
móti TB liði, sum ikki
var sannførandi. Tveir av
føstu
monnunum
vóru
leikbannaðir, onkrir vóru
burturstaddir, og uppaftur
onkur annar var skaddur.
Tað tóktist sum um, at
onkrir at TB spælarunum
høvdu vant millum lítið og
einki.
Kortini eydnaðist tað
ikki SÍ at fáa mál fyrrenn
ein tími var farin. Lítla
løtu seinni var 2-0, og tað
var so tað. Georg Harald
Haraldsen gjørdi fyrra mál
ið eftir innlegg úr høgru, og
Ingi Ole-Jacobsen skoraði
seinna málið eftir innlegg
úr høgru.
Herverk hjá Crouch
Í farnu viku skoraði Liverpool-álopsspælari
Peter Crouch tvey mál í Champions League
dystinum ímóti Galatasaray. Men samstundis
gjørdu tjóðar seg inn á heimið hjá honum.
Teir brutu inn, stjólu ymsar lutir og ein bil, og
tað, sum teir ikki tóku við sær, brutu teir. Tað
eru bara nakrir fáir dagar síðani, at ein annar
Liverpool-spælari, danin Daniel Agger, hevði
innbrot í sínum heimi, og tá vóru tveir bilar og
eitt sjónvarp stolið.
United kærir um rasismu
Manchester United hevur sent Benfica og UEFA
eina kæru um atburðin hjá áskoðarunum hjá Benfica
í sambandi við Champions League dystin millum
feløgini í farnu viku. Sambært enska felagnum gjørdu
heimaáskoðararnir seg inn á myrku spælarar hjá United
við ljótum rasistiskum rópum. Louis Saha, Patrice
Evra, Kieran Richardson og Wes Brown máttu allir
leggja oyra til hesi róp. UEFA ætlar sær at kann málið,
og Benfica kann vænta sær revsing, um UEFA finnur
grundarlag fyri kæruni hjá United.
AB í ferðalag við B71 í morgin
1. DEILD
AB-KÍ 3-1 (1-0)
1-0: Rógvi Poulsen 2.
2-0: Rógvi Poulsen 48.
3-0: Jón Nielsen 60.
3-1: Julian Samuelsen 80.
FSVágar-HB 1-5 (1-2)
0-1: Krzystof Popczynski 14.
1-1: Sjúrður Ellefsen 24.
1-2: Poul Thomas Dam br 26.
1-3: Krzystof Popczynski 50.
1-4: Jan C. Dam 85.
1-5: Krzystof Popczynski 88.
Beinleiðis reytt kort: Silva da Braga FSV04
26. og Bárður Mittelstein HB 70.
SÍ-TB 2-0 (0-0)
1-0: Georg Harald Haraldsen 60.
2-0: Ingi Ole-Jacobsen 64.