Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 189 - 2. oktober 2006 ] Eftir tvey ár í skaða­ helviti, er Ole Gunnar Solskjær aftur á vøllinum. Og hóast langa steðgin, er lítil ivi um, at máltevið enn er hitt sama Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast hann er vorðin 33 ár, so er andiltsbráið enn hitt sama. Mest sum líkur einum smádreingi tykist Ole Gunnar Solskjær vera alt annað enn ein tann vanda­mesti framherjin í ensk­um fótbólti. Men at útsjóndin ikki er tað, sum maðurin skal metast eftir, hevur Solskjær langt síðani prógvað. Tey vóru annars mong, sum høvdu hug at rysta á høvdinum, tá Alex Ferguson á sumri 1996 langaði nærum 20 mió kr. á borðið til norska Molde fyri áleyparan. Men skjótt var fatanin hjá hesum broytt. Fyrsta árið var annars mest roknað sum lærlingaár í enska stórfelagnum, men tað gekk tó ikkki long tíð, áðrenn Olé fór at gera um seg. Fyrstu ferð hann varð skiftur inn, var í heima­ dystinum móti Blackburn Rovers. Støðan var tá 2-1 til gestirnar, men longu fyrstu ferð Solskjær fekk bóltin, var mál á skránni. Og síðani hugdi hann nærum ongan tíð aftureftir. Super-Sub Bæði hjá áskoðarum og venjara felagsins hevur Sol­ skjær øll árini verið millum avgjørdu favorittarnar, men aloftast hevur talan kortini verið um pláss á beinkinum. Ikki minst, tí Manchester United hevði áleyparar sum Cantona, Cole, Yorke og Sheringham í hópinum. Men funnu hesir ikki mesk­arnar, var sjáldan nakar tryggari útvegur hjá Ferguson, enn at tveita “the baby-faced assasain” á vøllin. Eitt eyknevnið, smádreingja-útsjóndin sam­ an við máltevinum syrgdi fyri. Og tað var ikki minst honum at takka, at United upplivdi søguliga treble-árið í 1999. Í fjórðingsfinaluni móti Liverpool var Sol­ skjær maðurin, sum í sein­ asta minuttinum skeyt Manchester víðari. Søgulig var innskiftingin eisini, tá hann móti Nottingham Forest skeyt fýra mál upp á 13 minuttir, og so ikki at gloyma Champions League final­una móti Bay­ern München á Camp Nou í Barce­lona. Her vóru týsk­­arar­nir oman á størsta part­in av dystin­um. Men í 89. minutti javnaði Sher­ing­ ham, og so var tað, at Sol­ skjær í yvirtíðini sendi stóra steypið til Old Trafford fyri fyrstu ferð í 33 ár. Skaddur í finaluni Men hóast hesi hæddarpunkt ivaleyst mest sum skugga yvir restini av avrikum hansara, so er fáur, sum hevur sama máltal sett í lutfalli til spælitíð. Áðrenn skaðarnir byrjaðu at plága hann – í 2003/04, hevði hann imponerandi 116 mál í 311 dystum. Eitt tal, sum gerst enn meira imponerandi, tá atlit verður tikið til, at hann aloftast byrjaði á beinkinum. Ikki fyrr enn í 2003/2004 varð hann at rokna sum fastur maður, og nú var tað saman við Ruud van Nistelrooy, at málini vórðu send inn um mótstøðuverjurnar. Men so fóru skaðarnir at gera um seg. Trupulleikarnir við knænum byrjaðu annars longu í sekundunum eftir Europiska gullið, tá hann í fagnaðinum lendi keðiligt á knøunum, men í 2003 gjørdist heilt galið. Solskjær noyddist undir skurð, og í fyrstu atløgu var steðgurin fimm mánaðir. Tolið verður lønt Hetta munaði tó lítið, og fylgj­andi viðgerðir tókt­ ist hava við sær, at yrkis­ leiðin var mest sum liðgt. Alex Ferguson, sum nú eisini hevði fingið eitt Sir aftur at navninum, stuðl­aði tó treytaleyst tolna mál­ skjúttanum, og hóast eingi útlit vóru fyri fleiri dyst­ um, fekk hann nýggjan sátt­ mála. Og lønina fyri hetta fær Ferguson nú. Solskjær hevði longu í fyrstu dystun­ um prógvað, at máltevið var við at koma aftur. Og sunnudagin gjørdi hann bart. Í einum dysti, har Manchester United sat á tí mesta, var hann einasti maðurin, sum megnaði at finna meskarnar, og við tveimum málum sendi hann liðið ovast á stigatalvuna. Hvørt teir so megna at halda sessinum, er ein heilt onnur søga. Men tað er púra vist, at Manchester United hevur illa ráð at vera lítla normannin fyriuttan í royndini at halda Chelsea aftan fyri seg. Úrslit: Premier League Bolton-Liverpool 2-0 Charlton-Arsenal 1-2 Chelsea-Aston Villa 1-1 Everton-Man City 1-1 Sheffield U. Middlesbr. 2-1 West Ham-Reading 0-1 Blackburn-Wigan 2-1 Man Utd.-Newcastle 2-0 Tottenham-Portsmouth 2-1 Kvinnulands­ liðið fer undir EM fyrireikingar Landsliðsvenjarin hev­ ur sent boð eftir 19 spæl­arunum, sum hann til úttøkuvenjing hjá kvinnulandsliðnum, ið skal spæla við í EM-fót­ bóltskapping seinni í ár. Tað verður í november mánaði, at føroyska kvinnulandsliðið í fót­ bólti skal vera við í eini EM-undankapping, og í vikuni byrja fyrireik­ing­ arnar til kappingina. Álvur Hansen, lands­ liðsvenjari, hevur sent boð eftir 19 spælarum, sum hann vil hava til úttøkuvenjing næstu tíð­ina. Fyrst venjingin verður í Havn 3. ok­tober. Umframt teir 19 spælararnar, sum standa á listanum, eru onkrir útisetar upp á tal, og harafturat verður onkur av U19- landsliðnum eisini bið­ in um at koma til út­ tøku­venjing eftir EM- kappingina, sum U19 júst er liðugt at spæla. KÍ er væl umboðað í hópinum við eini lítlari helvt av spælarunum. Fimm spælarar úr B36 hava fingið boð, tríggir úr GÍ og tveir úr AB. Tær 19, sum hava fing­ ið boð, eru: Elin Katrina Harald­ sen, Asta Magnussen AB, Unn Kragesteen, Eyðfríð Christiansen, Súsanna Hansen, Ása Dam á Neystabø, Maria Vang B36, Ma­lena Josephsen, Rann­vá B. Andreasen, Randi S. Ward­um, Bára S. Klak­stein, Ragna Pata­ wary, Vivian Bjarta­líð, Elsa Maria Simon­sen, Kristina Eyð­bjørns­ dóttir, Paula Mikkelsen KÍ, Mary-Ann Isaksen, Doris í Garði Joensen, Heidi Heinesen GÍ Todi ovast á skeivum lista Sambært einum yvirliti hjá norska FXTV er Todi Jónsson tann minst effektivi álopsspælarin í norsku tippuliguni. Yvirlitið er gjørt við eini samanbering millum minuttir á vøllinum og skotin mál. Todi hevur spælt nógv fyri Start í ár, 798 minuttir, men hann hevur ikki skorað, og tí endar hann ovast á listanum. - Slíkir listar eru misvísandi. Todi hevur avgjørt fimm dystir, síðani eg gjørdist venjari, og tað hevur hann gjørt við at skapa kjansir og brotsspørk, sigur Start-venjarin Stig Inge Bjørnebye við heimasíðuna hjá FXTV. Woods var í serflokki Amerikanski golfspælarin Tiger Woods var í flokki fyri seg, tá ið hann vann kappingina á The Grove í Onglandi um vikuskiftið. Veðrið var einki serligt í Onglandi í gjár, og tvær ferðir máttu golfspælararnir steðga orsaka av veðrinum. Men Woods var ikki órógvaður av tí, og hann endaði heili 8 sløg frammanfyri teir næstu spælararnar í kappingini, sum vóru Ian Poulter og Adam Scott. Ole Gunnar Solskjær fegnast eftir seinna málið ímóti Newcastle sunnudagin Mynd: Scanpix Norski snigskjúttin skjýtur aftur Ole Gunnar Solskjær Hædd: 178 cm Vekt: 70 kg Pláss: Áleypari Nummar: 20 Føddur 26. februar 1973 í Kristiansund, Noreg Fyrrverandi feløg: Clausenengen F.K. (109 dystir/115 mál), Molde (42/31) Dystir/mál, Man Utd.: 346/122 Landsdystir/mál: 65/23 Eyknevni: Baby-Faced Assassin, Supersub, Ollie, 20Legend FAKTA