hósdagur 11. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 11. januar 2001
17
gult cyan magenta svart
16
Nr. 7 - 11. januar 2001
Sosialurin - 311820
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2594,
P/F Salmex, 410
Kollafjørður.
Viðtøkur broyttar:
11.09.2000.
Nevnd:
Farin úr nevndini:
Eyðbjørg Durhuus,
Traðarvegur 19, 100
Tórshavn og Ida Berg,
Peder Andersensvej 1, DK-
9850 Hirtshals.
Innkomin í nevndina:
Gudmund Strømnes, N-
6900 Florø og Bjarte
Tunholt, 7 Oak Court
Waydon Hill Road, GU 9 8
Fanham UK.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra saman við einum
nevndarlimi, ella av einum
nevndarlimi.
Endamál: Endamál
felagsins er at reka aling,
eiga partabrøv í øðrum
feløgum, framleiðsla,
handil og annað virksemi í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 9.
januar 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2593,
P/F Bláfosslaks, 410
Kollafjørður.
Viðtøkur broyttar:
11.09.2000.
Nevnd:
Farin úr nevndini:
Eyðbjørg Durhuus,
Traðarvegur 19, 100
Tórshavn og Ida Berg,
Peder Andersensvej 1,
DK-9850 Hirtshals.
Innkomin í nevndina:
Gudmund Strømnes, N-
6900 Florø og Bjarte
Tunholt, 7 Oak Court
Waydon Hill Road, GU 9 8
Fanham UK.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra saman við einum
nevndarlimi, ella av einum
nevndarlimi.
Endamál: Endamál
felagsins er at reka aling,
eiga partabrøv í øðrum
feløgum, framleiðsla,
handil og annað virksemi í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 9.
januar 2001
Kristin Balle
_____________________
Handilsinnbúgv
til sølu
Kølara,frystara,kassadiskur,hillar,ljósarmatur.o.a.
Tlf.214005
Skrivari til LISA -
Listafólkasamband
Føroya
Søkt verður eftir skrivara til skrivstovuna hjá LISA
at byrja tann 1. mars 2001. Skrivstovan er
upplýsingarmiðstøð
fyri
limafeløg
og
myndugleikar og skrivarin skal hava dagliga virk-
semið um hond.
Virksemið fevnir millum annað um:
•
at leggja til rættis starvsnevndarfundir og
fundir í umboðsráðnum,
•
at samskifta við felagsskapir og myndugleikar,
sum LISA samstarvar við,
•
at fylgja øllum málum upp,sum starvsnevndin
og umboðsráðið hava samtykt.
Starvið er við niðursettari tíð og treytað av játtan
frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Maluna Johannesen á skrivstovuni hjá LISA
telefon 320197.
Umsóknir skulu sendast til:LISA,postrúm 324,FO-
110 Tórshavn í seinasta lagi 22.januar 2001.
Original
Útstoyt
p/f Esmar Simonsen
Kambsdalur
FR-530 Fuglafjørður
Tlf. 444405
Fax444629
Fulltrúi/løgfrøðingur
Við hesum verður eitt starv sum løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni lýst leys at
søkja.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar er fjøllbroytt løgfrøðiligt arbeiði so sum gerð av
løgfrøðiligum responsa, eftirkanning av lógaruppskotum hjá miðfyrisitingini
og aðrar løgfrøðiligar uppgávur, eitt nú menning og samskipan av
lóggávuarbeiðinum í miðfyrisitingini, og løgfrøðiligar arbeiðsuppgávur, ið
standast av málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya.
Faklig førleikakrøv
Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava løgfrøðiligt embætisprógv.Tó kunnu
eisini tey søkja,ið vantandi verða liðug við slíka útbúgving komandi summar.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða
sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar skulu
harumframt hava góðan kunnleika til føroyskt mál.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Búskapar-
og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna við
tilhoyrandi stovnum og aðalstýrini.
Vit kunnu bjóða
Talan er um eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og við sera
góðum møguleikum fyri eftirútbúgving.
Nærri upplýsingar um starvið
Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Rúna Joensen,
deildarstjóra,tlf.351010,fyri at hoyra meira um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum,c.v.og møguligum viðmælum skulu sendast
Løgmansskrivstovuni
Postsmogu 64
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera á Løgmansskrivstovuni í seinasta lagi 26. januar 2001 kl.
16.00.Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni og varaløgmanni. Løgmansskrivstovan er skipað í
tríggjar deildir og tvær tænastueindir og hevur í høvuðsheitum tvørvegis og samskipandi
uppgávur,eitt nú landstýrisfundir,uttanlandsmál,umboðan,starvsfólkapolitikk,fyrisiting,nýskipan
og sjálvstýrismál.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
NORÐÍS Seafood P/F
Framleiðsluleiðari
Til flakavirkið hjá NORÐÍS Seafood P/F á Eiði,
verður við hesum sókt eftir framleiðsluleiðara.
Starvið
umfatar dagliga ábyrgd av framleiðsluni á
virkinum eftir nærri ásetan av virkisleiðsluni,
herundir at fáa til vega alt tilfar sum verður nýtt í
og til framleiðsluni.
Eisini hevur framleiðsluleiðarin ábyrgd av fremj-
anini av Innaneftirlitinum á virkinum.
Kravt verður
at Framleiðsluleiðarin er arbeiðsamur, nærlagdur
og er førur fyri í stóran mun at arbeiða og taka
avgerðir sjálvstøðugt.
Setanin
verður framd skjótast gjørligt og verður løn og
treytir ásett eftir eftir nærri avtalu.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til virkið og spyrja
eftir Jóhan Páll ella Petur.
Umsókn
saman við viðkomandi skjølum og viðmælum
kann sendast til:
NORÐÍS Seafood P/F
470 Eiði
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
NORÐÍS Seafood P/F eigur og rekur flakavirkið á Eiði.Árliga tekur
virkið ímóti umleið 2.500 tonsum av ráfiski. Á virkinum eru
umleið 45 ársverk.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
NORÐÍS Seafood P/F,Tlf 423583 – Fax 423584
Søkt verður eftir
Dagrøktarleiðara
til dagrøktarskipanina í Sandavágs Kommunu.
Til starvið krevst námsfrøðilig útbúgving.
Umsóknir til starvið skulu vera kommunuskriv-
stovuni í hendi í seinasta lagi 22.januar 2001.
Sandavágs Kommuna