hósdagur 11. januar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 11. januar 2001
15
14
Nr. 7 - 11. januar 2001
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Deildarsjúkrasystir
til Anæstesideildina
Tænastumannastarv sum deildarsjúkrasystir á
Anæstesideildini er leyst at søkja til seta 1. mars
2001 ella eftir avtalu.
Á deildini eru 8 anæstesisjúkrasystrar íroknað
deildarsjúkrasystrina, sum samstarva tætt saman
við 3 anæstesiyvirlæknum. Umleið 2.500 anæst-
esiir verða gjørdar um árið á deildini.
Av tí, at arbeiðið er so fjølbroytt, eru avbjóðing-
arnar í starvinum sera spennandi.
Deildarsjúkrasystirin hevur undir ábyrgd fyri
sjúkrarøktarstjóranum
ta
sjúkrarøktarfakligu
leiðsluna.
Krøv til umsøkjarar:
• prógv sum anæstesisjúkrasystir
• útbúgving og royndir innan leiðslu – DSH ella
líknandi
• hug og evnir at leiða og menna deildina
• royndir innan anæstesiøkið
• áhuga og royndir við fakligari starvsfólka-
menning
• góð samstarvsevni
• skal verða sjálvstøðugur,kreativur og hava
visiónir
• skal hava ætlanir um frálæru og góðsku-
menning av starvsfólkunum og anæstesi-
fakinum
Vit kunnu bjóða:
• eitt dynamiskt,fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• ávirkan á fakliga menning
• góða innleiðslu (introduktión)
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Óluvá Lómstein, virkandi deildarsjúkrasysstir,
telefon 31 35 40,lokal 486 ella kallara (81)138 ella
til Marin Vang,sjúkrarøktarstjóra,lokal 266.
Umsóknarfreistin er 18.februar 2001 kl.12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l.skulu sendast til:
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Sjúkrasystir til
Anæstesideildina
Fulltíðarstarv sum sjúkrasystir á Anæstesideildini
er leyst at søkja til seta 1. mars 2001 ella eftir
avtalu.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Óluvá Lómstein,
virkandi deildarsjúkrasystir,
telefon 31 35 40,lokal 486 ella kallara (81)138 ella
til Marin Vang,sjúkrarøktarstjóra,lokal 266.
Umsóknarfreistin er 18.februar 2001 kl.12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l.skulu sendast til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
Tórshavn
Frá
Bóndafelagnum
Kunnandi fundur um ES-avtaluna
verður í Búnaðardeplinum
fríggjadagin 12/1-2001 kl.12.
Bjørn Harlou, landsdjóralækni og
Ásmundur Guðjónsson
frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni luttaka.
Formaðurin
Almennir fundir
hjá Leirvíkar Bygdarráð í 2001
verða hesar mánadagar kl.19.30:
15.januar
5.februar
5.mars
2.apríl
7.mai
18.juni
3.september
1.oktober
5.november
3.desember
Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygarráðsfundi,
skulu vera kommununi í hendi 14 dagar áðrenn
fundin.
Kommunuskrivstovan er opin:
Mánadag
kl.9–12
Týsdag
kl.9–12
Mikudag
kl.9–12
Hósdag
kl.9–12 og kl.15–17
Borgarstjórin er at hitta á kommunuskrivstovuni
hvønn mánadag og annars eftir avtalu á tlf.
443006.
Leirvíkar Bygdarráð
Stranda Skúli
Søkt verður eftir 1 vikari fyri lærara í barnsburðar-
farloyvi frá 1.februar 2001 og skúlaárið út.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í
seinasta lagi 25.januar 2001.
Sjóvar Sóknar skúlanevnd
Mass Djurhuus
494 Innan Glyvur
NORDSTJERNESTIPENDIUM
TIL ÅLAND OG GRØNLAND
Nordens Hus udlyser hermed et stipendium
på indtil
DKR.25.000
Til studierejse til Åland og Grønland
Stipendiet er regnet til kulturarbejde,
journalister og lærere bosiddende på Færøerne.
Stipendiet skal anvendes inden udgangen af
2001.Skriv ansøgningen på dansk,norsk eller
svensk og send ansøgningen til:
Nordens Hus på Færøerne
Postbox 1260
100 Tórshavn
Kuverten skal mærkes:
NORDSTJERNESTIPENDIUM
Fristen at søge er 15.januar 2001
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Bakaralærlingur
Vit søkja eftir einum lærlingi at byrja
skjótast gjørligt. Áhugað kunnu venda
sær til:
Tlf. 44 43 88 ella 22 02 30
veitst tú ikki tað?
Sambært heimasíðuni
hjá svenska fótbólts-
sambandinum er
føroyski hópurin til
dystin í Svøríki longu
úttikin. Allan Simon-
sen sigur tó, at talan
ikki á nakran hátt er
um ein endaligan hóp
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
»Färöarnas trupp mot Sve-
rige«. Soleiðis stendur at
lesa á heimasíðuni hjá
svenska fótbóltssamband-
inum,
www.svenskfotboll.se, og
tað hevur tað gjørt nú í
okkurt um eina viku.
Um so er, at onkur av les-
arunum hevur leitað sær
inn á slóðina hjá fótbólts-
sambandinum, so er tað
ivaleyst komið dátt við, at
sviar longu nú vita, hvussu
føroyski hópurin sær út.
Ikki
minst,
tí
Allan
Simonsen ikki hevur fyrstu
venjingarnar á árinum fyrr
enn um vikuskiftið, har eitt
slag av bruttohópi er inn-
kallað. Harumframt tykist
tað eisini løgið, at níggju av
leikarunum,
sum
eru
innkallaðir til venjingina,
ikki eru í hópinum, sum
svenska fótbóltssmbandið
sigur seg hava fingið frá
Allani Simonsen.
Vildu hava nøvn
Spurdur, um tað er sambært
upplýsingum frá honum, at
sviar kunnu kunngera før-
oyska hópin, sigur Allan, at
tað er rætt, at hann hevur
givið teimum ein lista við
18 nøvnum.
– Sviar vildu hava ein
hóp, sum teir kundu nýta í
teirra upptakt til dystin, og
tað hava teir so fingið. Tað
er tó als ikki víst, at hetta er
tann hópurin, sum fer til
Svøríkis seinast í mánaðin-
um.
– Fyrstu landsliðsvenj-
ingarnar eru jú ikki fyrr enn
um vikuskiftið, og tað
hevði verið eitt sindur løg-
ið, um eg longu nú hevði
gjørt av, hvør verður á
landsliðnum. Tað er nakað,
sum eg ikki geri av, fyrr enn
báðar tær fyrstu venjingar-
legurnar eru fingnar aftur
um bak. Orsøkin til listan
hjá svium er sum sagt, at
teir vildu hava ein lista við
leikarum, og hetta hava teir
so fingið.
Ikki móti Noreg
Sum sagt, so eru tað fyrstu
venjingarnar á árinum, sum
landsliðsvenjarin nú fer
undir, og dyturin í Svøríki
verður somuleiðis fyrsti
dysturin á árinum.
Tað varð annars arbeitt
við, at dysturin móti Noreg
í norðurlendsku kappingini
eisini skuldi leikast um
saman mundi, men hetta
verður so av ongum í hes-
um umfari, sigur Allan
Simonsen, sum eisini er eitt
sindur harmur um hetta.
– Vit høvdu vóna, at tað
bar til at avgreiða báðar
dystirnar samstundis, men
hetta hevur so av ymsum
ávum ikki verið gjørligt.
– Tað er tó ikki so nógv at
gera við tað, og eg má so
bara arbeiða víðari við hóp-
inum, so teir verða so væl
fyri sum gjørligt. Tað er
greitt, at venjingarstøðan í
løtuni ikki kann vera opti-
mal, men tað er so nakað,
sum vit mugu arbeiða fram
ímóti, sigur Allan Simon-
sen at enda.
Tað verður Lotte
Sørensen, sum skal
venja kyndilskvinn-
urnar restina av
árinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinastu tíðina hevur fleiri
ferðir verið skrivað um
truplu støðuna viðvíkjandi
venjara, sum kyndilskvinn-
urnar hava verið í. Frá
byrjan av kappingarárinum
varð Birgir Hansen settur
sum venjari, men millum
annað gjørdu trupulleikar
at samansjóva arbeiði og
venjing sítt til, at hann seint
í heyst ikki helt seg til upp-
gávuna longur.
Lotte er sett
Síðani hevur verið leitað
eftir einum hóskandi venj-
ara, sum kundi átaka sær
uppgávuna, og nú er um-
síður líkt til, at hesin spurn-
ingur er loystur. Lotte K.
Sørensen, sum nú á fjórða
ári spælir við kyndilslið-
num, og sum harumframt
eisini hevur virkað sum
ungdómsvenjari í felag-
num, hevur játtað at tikið
sær av uppgávuni, og fyrsti
venjingartími hennara var
týskvøldið.
Stór frágongd
Um uppgávuna, sum nú
stendur fyri framman, hev-
ur Lotte enn ikki so nógv at
siga til.
– Higartil hevur bert tann
eina venjingin verið, og
fyrst og fremst skulu vit
líka sum koma í gongd
aftur, sigur hon.
At kyndilsliðið neyvan
verður ein partur av gull-
stríðnum í ár, tykist at kalla
avgjørt longu, men hóast
hetta, so nýtist árið ikki at
vera spilt av teirri orsøk.
Sjálv heldur Lotte, at tað nú
ræður um at taka ein dyst í
senn, og so síggja, hvussu
langt hetta ber. Enn er vón-
in fyri heiðursmerkjum ikki
heilt kámað burtur, men
Lotte er tó fullgreið um, at
uppgávan - á pappírinum í
øllum førum - tykist trupul.
– So at siga øll hini liðini
eru styrkt í vetrarsteðg-
inum. VB, VIF, Neistin,
Stjørnan og Tjaldur hava øll
fingið tilgongd, meðan vit
bara hava mist leikarar, so
úrslitini hjá okkum verða
kanska eins nógv tengd at,
hvussu nýggju leikararnir
fella til á sínum liðum.
At talan veruliga er um
stóra frágongd á kyndilslið-
num er lítið at ivast í.
Christina Holm hevur síð-
andi vetrarsteðgin spælt við
VB, og til komandi upp-
gávurnar má liðið vera
tríggjar
stuðulsspælarar
fyri uttan. Brynhild Klein,
Jórun Ludvig og Signhild
Petersen verða ikki tøkar
komandi vikuskifti, og
meðan tær báðar fyrst
nevndu aftur verða at síggja
seinni í ár, so verður Sign-
hild verandi uttanlands í
útbúgvingarørindum.
Sum sagt, so er Lotte tó
farin undir uppgávuna við
góðum treysti, og hvussu
langt hetta ber, fæst partvíst
at vita komandi leygardag,
tá Kyndil skal royna seg í
lokaluppgerðini
móti
Neistanum.
Tað varð Lotte
Landsliðið er ikki úttikið enn
Eftir at kyndilskvinnurnar í eina tíð hava ligið í venjaraloysi, er Lotte Sørensen nú sett sum
venjari
Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, savnar fyri fyrstu ferð í ár sínar menn um vikuskiftið