hósdagur 11. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
12
Nr. 7 - 11. januar 2001
gult cyan magenta svart
Nr. 7 • hósdagur • 11. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Nýggi formaðurin í
fótbóltsdeldini heldur
ikki, at pengafót-
bólturin hevur verið
føroyskum fótbólti at
gagni
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at KÍ í vetur hevði valt
nýggja fótbóltsnevnd, og
eftir at hendan hevði um-
skipað, seg varð greitt, at
nýggj andlit fóru at tekna
felagið á hesum øki.
Nýggjur formaður í fót-
bóltsnevndini er Karl Birgir
Isaksen, og einki er at ivast
í, hann hevur sína hugsan
um, hvussu fótbólturin skal
skipast á peningaliga økin-
um.
Misnøgd
Tað eru jú nógv fótbólts-
áhugað, sum hava bitið
merki í, at KÍ í vetur hevur
verið fyri stórari frágongd,
og tí eru kanska fleiri av
teirri fatan, at felagið fram-
yvir verður skipað eftir
øðrum leisti. Soleiðis er
eisini, og tað er eisini ein
avgjørdur fótbóltsformað-
ur, sum svarar, tá vit seta
honum spurningin.
– Eg trúgvi, at føroyskur
fótbóltur í løtuni er á einum
vegamóti. Tá alt hetta
byrjaði, hevði eg mína
hugsan um professionella-,
hálvprofessionella-
ella
hvat vit skulu kalla tað -
fótbóltin.
– Tað hevur eisini víst
seg, at misnøgd og hugsan
um pening hevur fingið alt
meira at siga, heldur enn at
tað hevur verið hugurin,
sum hevur drivið verkið.
Spurdur um hann við
misnøgd meinar við øvund
millum leikarar, svarar
hann, at tað er júst hetta,
sum hendir. At leikarar
kanska gerast firtnir um, at
síðumaðurin fær eina nógv
størri samsýning fyri at
spæla.
– Hetta hevur eftir mínari
fatan ikki verið føroyskum
fótbólti at gagni. Heldur
øvugt.
Hava hugin aftur
Nýggi leisturin, sum KÍ fer
at arbeiða eftir, miðjar í
stóran mun júst eftir at
koma burtur frá hesari mis-
nøgdini, sum hevur verið.
Í hesum sambandi leggur
Karl Birgir dent á, at tað
framvegis
eru
nógvir
leikarar, sum spæla fótbólt
av berum áhuga, og sum
kanska eisini halda fast við
eitt felag, sum teir eru góðir
við.
– Tað er meira hendan
vegin vit vilja ganga. At
hava leikarar, sum veruliga
vilja spæla við felagnum,
og ikki bara við tí felag-
num, sum hevur størstu
peningaupphæddina
at
bjóða teimum.
Sjálvur er hann greiður
um, at KÍ partvíst eisini
hevur verið við til at byrja
táttin við peningafótbólti,
men tann leisturin, sum
hevur verið nýttur, er so
ikki hin rætti sigur hann.
– Tær upphæddir, sum í
dag eru at hoyra í føroysk-
um fótbólti eru ørandi, og
hesum eru vit so als ikki
sinnaðir at vera við í, sigur
formðaurin. Hann sipar við
hesum til slatrið, sum er at
hoyra, har spælarar skulu
fáa bæði tveyhundrað- og
trýhundraðtúsund krónur
um árið frá feløgunum.
– Eg haldi eisini, at tey
feløg sum byrjaðu við hes-
um, HB, B36 og KÍ, nú
duga at síggja, at hetta ikki
er nøkur gongd leið. Í dag
eru tað kanska serliga B68,
NSÍ og VB, sum gera um
seg, men hetta setir nógv á
feløgini, og eg rokni ikki
við, at hetta fer at bera til í
longdini. Feløgini eru snøgt
sagt noydd at taka í egnan
barm, so tey ikki spenna
bogan alt ov hart.
Útlendingarnir
Eisini tykist Karl Birgir
avgjørdur, tá tosið fellur inn
á útlendsku leikararnar,
sum ofta fyri munandi sam-
sýning, spæla við í før-
oysku feløgunum.
– Sum so havi eg einki
ímóti, at útlendingar eru
við í føroyskum fótbólti, og
teir kunnu eisini styrkja um
liðini. Tað má bara ikki
verða so, at ein útlendingur
sleppur á liðið, av teirri
orsøk at hann er útlendskur.
Heldur skal hetta vera í
kapping við føroyskar leik-
arar.
– Eg dugi væl at síggja,
at hjá fleiri feløgum –
serliga teimum smærri – er
hetta neyðugt, tí fólka-
grundarlagið ikki er nóg
stórt, men hetta má ikki
henda, kostað upp á før-
oyskar leikarar.
Í minni mun
Hóast hann sostatt hevur
lagt eina nýggja kós hjá KÍ,
so verður fótbólturin í
Norðoyggjum tó ikki heilt
uttan pening.
– Pengar verða framvegis
við í spælinum, men í nógv
minni lut, og við einum
javnari býti ímillum leikar-
arnar.
– Tað verður framyvir so-
leiðis, at ein føst upphædd
verður avsett til fyrstu-
deildarhópin, og so verður
hendan javnt býtt millum
leikararnar. Onkur vildi
kanska hildið, at hetta er
órættvíst, tí summir leikar-
ar eru betri enn aðrir, men
hetta er so tað, sum vit hava
valt at gjørt. Er onkur leik-
ari, sum er somikið góður,
at hann hevur uppiborið
meira, ber aloftast til hjá
hesum at koma út um
landoddarnar at liva av
fótbóltinum, og tað fáa vit
einki gjørt við.
Sum nevnt í byrjanini av
greinini, so hevur KÍ havt
eina stóra frágongd í vetur,
men hóast hetta, so hevur
nýggir formaðurin í fót-
bóltsdeildini góðar vónir
um komandi árið.
– At leikarar fara burtur
frá vil altíð henda, og eru
tað aloftast fleiri orsøkir til
hetta. Onkur vil kanska
hava nýggjar avbjóðingar
eftir fleiri ár í sama felag,
og heusm ynskja vit teim-
um góða eydnu við. Teir
vita eisini, at teir altíð eru
væl komnir aftur í felagið,
fáa teir hug til tað, sigur
Karl Birgir.
– Hjá øðrum er tað
kanska skúlagongd, sum
ger, at teir mugu flyta til
miðstaðarøkið, og hetta er
eisini væl skiljandi. Tað er í
øllum førum sera trupult at
spæla fótbólt í Klaksvík,
um tú samstundis gongur í
skúla í eitt nú Havn. Har
eigur skúlin at verða tikin
fram um fótbóltin.
– Hinvegin eri eg vísur í,
at vit hava fleiri leikarar,
sum eru til reiðar at taka
arvin yvir eftir teimum
gomlu. Tað ber illa til at
seta nøvn á, hvørjar leik-
arar vit koma at síggja
komandi árini, men Klaks-
víkin hevur altíð alt nógvar
góðar leikarar, og tað ivist
eg heldur ikki í, eisini fer at
henda komandi árini.
– Vit minnast øll til 1991,
tá eitt heilt lið varð skift út.
Tað ferðina endaðu gull-
merkini í Klaksvík, so at
tað ber til, er einki at ivast í.
Hetta skal tó ikki verða nýtt
til at leggja trýst á nýggju
leikararnar, men tað sýnir,
at vit als einki hava at vera
bangin um í so máta. Eg eri
vísur í, at KÍ longu í ár aftur
fer at fóta sær í bestu
deildini, sigur Karl Birgir
Isaksen at enda.
KÍ setur áhugan
í hásæti
Framvyir verða tað í størri
mun egna framleiðslan av
KÍ, sum skal vera berandi
fyri felagið
»– Pengar verða framvegis
við í spælinum, men í nógv
minni lut, og við einum javnari
býti ímillum leikararnar.«
– Vit fara ikki at
slaka. Framferðin hjá
Fíggjarmálastýrinum
fer helst at føra til, at
dagørktarmammur
um alt landið fara í
verkfall. Samstundis
kanna vit møguleik-
arnar fyri at stevna
Fíggjarmálastýrinum,
sigur Ingeborg
Vinther
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
Tað er nú nógv, sum bendir
á, at dagrøktarmammur um
alt landið fara at leggja ar-
beiðið niður heilt skjótt.
Tað
sigur
Ingeborg
Vinther, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag.
Hetta er ein avleiðing av,
at Fíggjarmálastýrið ikki
vil góðkenna sáttmálarnar,
sum Føroya Arbeiðarafelag
hevur
gjørt
við
fleiri
kommunur um dagrøktarar.
Føroya Arbeiðarafelag
hevur gjørt sáttmála við
Kollafjarðar
Kommunu,
Hósvíkar Kommunu, Sjóv-
ar Kommunu, Fuglafjarðar
Kommunu, Vágs Komm-
unu, Tvøroyrar Kommunu,
Runavíkar Kommunu, um-
framt
við
Kommunala
Arbeiðsgevarafelag, sum í
hesum máli umboðar 21
kommunur.
– Men síðani er tað hent,
at ein fulltrúi í Fíggjar-
málastýrinum noktar at
góðkenna
sáttmálarnar,
fyrrenn ymsar broytingar
eru gjørdar, sigur Ingeborg
Vinther.
Hetta hendir, hóast leið-
arin á lønardeildini og
landsstýrismaðurin
áður
hava góðkent summar av
hesum sáttmálum, uttan at
nevna nakað um summar av
hesum broytingum.
Ein broyting, sum full-
trúin í Fíggjarmálastýrinum
nú krevur, er, at 1. mai, skal
ikki vera frídagur, sum av-
talað er í sáttmálanum.
Harumframt krevur hann,
at lønin, sum er avtalað í
sáttmálunum, skal lækka úr
2.947,37, niður í 2.773,67
fyri hvørt barnið.
Hetta skilir Føroya Ar-
beiðarafelag ikki, tí áður
hava leiðarin á lønardeild-
ini og fíggjarmálaráðharrin
sjálvur góðkent sáttmálar-
nar, sum vórðu gjørdir í-
millum Føroya Arbeiðara-
felag og ávikavist Kolla-
fjarðar og Hósvíkar Komm-
unu.
Einasta viðmerking var,
at tað var óheppið, at 1. mai
var frídagur. Hinvegin varð
onki samgt um sjálvt lønar-
lagið.
Kanna møguleikarnar
at stevna
Føroya Arbeiðarafelag góð-
tekur ikki slíka tilvildarliga
umsiting og krevur nú at
fáa svar frá landsstýris-
manninum sjálvum.
Felagið hevur tí skrivað
Karsten Hansen bræv, har
tað biður um eina frágreið-
ing.
Tey vísa á, at framferðin
hjá fíggjarmálastýrinum fer
helst at føra til, at dagrøkt-
ararnir fara í arbeiðssteðg.
– Men tað má Fíggjar-
málastýrið bera ábyrgdina
av.
Ingeborg Vinther sigur, at
Føroya Arbeiðarafelag hev-
ur biðið sakførara sín kanna
møguleikarnar
fyri
at
stevna fíggjarmálastýrinum
fyri at leggja seg út í løn-
arlagið í sáttmálanum.
– Tað heldur Føroya
Arbeiðarafelag, at Fíggjar-
málastýrið
ikki
hevur
heimild til, tí tað er einans
tann ósakliga uppíleggingin
frá Fíggjarmálastýrinum,
sum førir til, at tað kemur
so langt.
– Vit krevja samstundis,
at fíggjarmálastýrið góð-
kennir
sáttmálarnar,
tí
lønardeildin hevur ikki ført
fram eina einastu sakliga
grund fyri ikki at góðkenna
teir, sigur Ingeborg Vinther.
Slaka ikki
Ingeborg Vinther sigur,
annars, at Føroya Arbeið-
arafelag fer ikki at slaka í
hesum máli.
– Tað kemur ikki uppá
tal, at vit fara at gera verri
sáttmálar bara tí at Fíggj-
armálastýrið leggur seg út í
viðurskifti, sum tað ikki
hevur heimild til, sigur
hon.
– Tað kemur ikki uppá
tala at lækka lønirnar, ella
at avtaka 1. mai sum frídag.
Vit fara ikki at gera ein
sáttmála verri, sum longu
er undirskrivaður, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon leggur afturat, at
hendan ósemjan skal av-
greiðast skjótt
Sí annars lesarabræv frá
Føroya
Arbeiðarafelag
aðrastaðni í blaðnum.
Dagrøktarmammur um alt landið fara helst í verkfall
Vandi er nú fyri at
dagrøktarmammur um alt
landið fara í verkfall. Vit fara
ikki at bíða í nógvar dagar
eftir eini loysn. Men tað
kemur ikki uppá tal, at vit
fara at gera ein sáttmála
verri, sum longu er
undirskrivaður, sigur
Ingeborg Vinther
Alt gekk beinleiðis
eftir uppskriftini, tá
fullmánin kom í
skugga jarðarinnar
týskvøldið
MÁNAMYRKING
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Tað sigst, at tá fullmáni er,
so henda undarlig ting, tá tá
mánamyrking er samstund-
ir, so henda upp aftur und-
arligari
ting.
Tungsint
søkka enn longur niður,
nervaveik
gerast
enn
veikari, svøk enn svakari,
dovin enn dovnari og myrk-
ursins
gerningar
enn
blóma.
Týskvøldið
var
full
mánamyrking. Nakað áðr-
enn klokkan átta týskvøldið
hómaðist mánin bert sum
ein appelsinreyð skiva á
eysturhiminum. Í Føroyum
kundu vit eygleiða eitt
náttúrufyribrigdi á himinu-
m av fyrstu parkett.
Var tú staddur í Havn, so
kom mánin planmessugt
sendandi upp úr havsbrúnni
stundisliga, nakað eftir at
myrkrið hevði lagt seg yvir
landið. Ikki eitt skýggj var
á himinum og mánin litaði
sjálvin silvurlittan. Hugdi
tú í kikaran, so kundi tú
síggja streymin við Eyst-
nes. Tú kundi eygleiða
hvussu
tað
rak
suður
uttanfyri Eystnes og norður
innanfyri og tú kundi eyg-
leiða streymastjógvin í
millum. Men so rendi mán-
in seg í skugga jarðarinnan
og hann misti megina.
Rættuliga skjótt var hann
hálvur og og so slóknaði
hann heitt. Hann ferðaðist
góða løtu í skugga jarðar-
innan og klokkan ein mi-
nutt í tíggju var hann fullur
aftur.
Hetta verður einastu ferð
í ár at full mánamyrking
verður. Mánamyrking kann
vera upp í tríggjar ferðir um
árið.
Tá íð mánamyrking er, so
gerst tað ógvuliga kalt á
mánanum. Dustið og klett-
arnir á mánanum halda bert
hitanum eina lítla løtu og tá
sólin er burtur, so fellir hit-
in munandi.
Nógv fólk hugdu í kikar-
anum eftir mánanum týs-
kvøldið. Mánin avtaglaður
av holum og gomlum gos-
opum. Tað eru ein hálv
millión slík kratur sum eru
størri enn ein kilometur í
tvørmát. Okkurt kann eisini
síggja í kikaranum. Ljósu
økini eru hálendi meðan
myrki eru láglendi. Fyrr
hildu fólk, at myrku økini
vóru hav, men nú er greitt,
at einasta vatn, sum finnst á
mánanum, liggur fryst í
jørðini.
Mánin hvarv á stjørnuklárum himni
Landslag á mánanum
Myndamaður okkara Jens Kristian Vang tók hesar myndirnar týskvøldið