hósdagur 11. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 11. januar 2001
11
10
Nr. 7 - 11. januar 2001
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
Norðoyggjar
Vilja tygum við í
Í býin - hvønn hósdag
Ynskja tygum at lýsa í teiginum í býin, so
fyllið út henda lepan og sendið hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Mat-
seðilin
Hósdagin 11. jan.:
Suppikjøt
Fríggjadagin 12. jan.:
Kotelettir
Leygardagin 13. jan.:
Dunna
Mánadagin 15. jan.:
Medistapylsa
Týsdagin 16. jan.:
Bankikjøt
Mikudagin 17. jan.:
Lasagna
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
www.sosialurin.fo
Kaggin
Driv
Driv
Driv
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja-og
leygarkvøldið
spæla
Sosialurin - 311820
Allir fótbóltsdystir
vera vístir
á stórskýggja
Klaksvíkar Klubbi
Klaksvíkar Klubbi
Sjavskapping
verður fríggjakvøldið
kl. 19.00
Dansur
verður Leygarkvøldið.
Jan leggur
fløgur á.
Klaksvíkar Klubbi
Klaksvíkar Klubbi
Lesið
Sosialin
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
VIÐMERKINGAR
Edmund Joensen
Nú gongur á triðja mánað
síðani nýggja verjuskip
Føroya, Brimil var liðugur.
Hesa longu tíð hevur tað
ligið og gnaðað gummi í
Noreg. Samlaði kostnað-
urin sigst vera umleið 120
mió. krónur. Harumframt
kostar skipið í bíðistøðu,
havnagjøld, vakt, manning
og aðrar útreiðslur hvønn
dag.
Henda
handfaring
er
vorðin ein stór landa-
skomm í sjálvum sær. Eis-
ini er tað ein sera góð mynd
av okkara handlingslamna
landsstýri. Eitt landsstýri
sum ikki so frætt sum
megnar at fáa sítt egna
stásiliga verjuskip út at
sigla.
Verjuskipið sum skal
verða størsta álitið í verju,
tilbúgving og bjarging í
Føroyum, liggur svína-
bundið við kai í Noreg,
vandamestu tíð á hávetri.
Boð kunnu verða hvørja
løtu eftir hjálp.
Orsøkin er, at sáttmála-
viðurskiftini hjá yvirmonn-
unum ikki eru komin uppá
pláss. Ábyrgdari fyri hesum
viðurskiftum er Føroya
Landsstýri sjálvt.
Fullveldislønarlag
Landsstýrið hevur eftir øll-
um at døma eina meining
um, at Føroyar kunnu iso-
lera seg við egnum lønar-
lagi, uttan at hugsa um, at
okkara sjómenn eru mobil-
asta fólkaslag í heiminum.
Teir sammeta seg sjálvandi
við sínar kolegar í granna-
londunum við somu viður-
skiftum.
Teir
blása
á
landsstýrisins ætlanir um
eitt serligt “fullveldislønar-
lag”.
Álvaratos. Hvat munnu
okkara grannar ikki halda
um handliførið hjá okkara
fullveldislandsstýri?
Hvat man ST-aðalskriv-
arin Kofi Anand ikki halda
um handlimegina hjá okk-
ara landsstýri?
Hvat man aðalskrivarin í
Nato (Robertson lordur)
halda um hetjurnar úr
Føroyum, sum brutu seg
inná hann í Íslandi, og vildu
hava limaskap í Partnership
for Peace ? Hvat man hann
ikki halda um handlimeg-
ina hjá nýggja umsøkj-
aranum í eini kreppustøðu
hjá Nato ?
Føroysk mál burturav
Tíðiligari og tíðiligari kem-
ur til sjóndar, at tað sum
landsstýrið fast við, endar í
einum hurlivasa. Brimil
liggur svínabundin í Noreg,
og í farnu viku steðgaði
bussleiðin í Suðuroy.
Hesaferð ber neyvan til at
skylda uppá donsku stjórn-
ina, tí málini eru “perifør-
oysk”.
Hetta eru so bara prógv
afturat teimum óteljandi,
um ódugnaskap landsstýri-
sins.
Tíðindaskriv frá
Sjálvstýris-
flokkinum
Olju-
vinnan og
politikarar
Sámal Petur
í Grund
formaður
tingbólksins
Stórur áhugi og stór-
ur spenningur hevur
verið hjá øllum Før-
oya fólki fyri olju-
vinnuni, so hvørt
sum hon er komin
nærri og nærri oyggj-
um okkara.
Politikarar
hava
sjálvandi fylgt væl
við hvussu arbeiði
hevur verið gjørt av
teimum mynduleik-
um sum hava varða
av hesum øki. Og eitt
hava allir politikarar
verið samdir um og
tað er, at heppin
hevur hondin verið
higartil.
Fyrstu
ferð
at
sundurlyndi
føroy-
inga gav seg til kenn-
ar í hesum so týðani
málið, var tá Javnað-
arflokkurin
skeyt
upp, at alt oljuvirk-
semi skuldi fara fram
útfrá Suðuroynni.
Hóast ein av sam-
gonguflokkunum er
umboðaður í Suður-
oynni, so eydnaðist
tað til teirra rós, at
semjast um, at alt
landið skuldi hava
møguleika at bjóða
seg fram, men at atlit
skuldi vera tikið til
útjaðaran.
Nú er so komið so
langt áleiðis, at greitt
er at arbeiðstak-arar-
nir ynskja at leggja
partar av sínum virk-
semi, annaðhvørt í
Tórshavn ella Runa-
vík.
So seriøsur sum
Tjóðveldisflokkurin
var, tá málið um at
lóggeva oljuvinnuna
til Suðuroyar var til
viðgerðar, líka so
óseriøsur er sami
flokkur, tá hann, nú
arbeiðstakararnir eru
komnir til eitt úrslit,
sigur at oljuútgerðar-
havnin skal til Suð-
uroyar.
Sjálvstýrisflokkuri
n fer ikki at lata sær
lynda, at stórur partur
av landinum verður
koplaður av, nú kom-
ið er uppundir land.
Við vón um at Før-
oya fólk fer at standa
øksl móti øksl øllum
fólki okkara at gagni.
Helgi Abrahamsen
10. januar 2001
Vit hava nú í nøkur ár hoyrt
um stórt yvirskot hjá lands-
kassanum. Ikki minst í
sambandi við fullveldis-
ætlanina hevur verið ført
fram, at “blokkstuðulin
loypur av”, og at vit tí ikki
hava brúk fyri honum long-
ur.
Í seinastu ólavsøkurøðu,
segði løgmaður at avlopið
fyri 1999 var 648 mió.
krónur, og at saman við av-
lopinum hjá kommununum
varð tað helst oman fyri
850 mió. krónur.
Fyri “vanliga” fólkið er
henda útsøgnin sera ein-
føld: Tá 648 mió. krónur
leypa av, so merkir tað fyri
ein vanligan føroying, at tá
árið er liðugt, og alt er
goldið, eru 648 mió. krónur
meira í kassanum, enn tá
árið byrjaði. Tá so avlopið
einaferð verður líka stórt
sum blokkstuðulin, kunnu
vit loysa frá Danmark,
uttan at tað fær búskapar-
ligar avleiðingar.
Hetta er tó sera langt frá
veruleikanum.
Ár 2000
Avlop landskassans fyri ár
2000 skal eitast fyri at vera
uml. 500 mió. krónur. Men
um vit hyggja eftir tí, sum
stóð
í
Landsbankanum
(t.v.s. uppsparingini hjá
landskassanum) í ár 2000,
so síggja vit, at vøksturin
av innistandandi kemur
ikki í námd av 500 mió.
krónum. Til dømis stóðu í
november 2000, 8 mió.
krónur minni í Landsbank-
anum, enn í november
1999.
Tølini svinga alla tíðina,
og tí ber ikki til at gera
nakra niðurstøðu út frá
hesum. Tó stendur fast, at
uppsparingin hjá lands-
kassanum fíggjar einki
fullveldi.
Skiftisgrunnur við ong-
um pengum
Eftir at landsstýrið hevði
fingið at vita frá donsku
stjórnini, at ein møgulig
skiftistíð, ikki fór at vara í
meira enn 4 ár, segði lands-
stýrið, at tað nú fór at skipa
sína egnu skiftistíð. Í
ólavsøkurøðuni segði løg-
maður, at talan var um ein
skiftisgrunn “ið fer at geva
landsstýri
og
løgtingi
møguleika at leggja eina
egna, trygga skiftistíð til
rættis yvir eitt ávíst ára-
mál”. Hetta ljóðar bæði
gott og lovandi.
Trupulleikin er bara tann,
at tøki peningurin at leggja
í grunnin røkkur ikki langt.
Í lógini um landsbankan
stendur, at peningur, sum
svarar til15% av bruttotjóð-
arúrtøkuni skal altíð standa
í bankanum. Tað vil siga, at
umleið 1 milliard er bund-
in, og kann tí ikki nýtast til
at fíggja skiftistíðina.
Restin (um alt verður
nýtt) er nógv minni enn tað
sum svarar til blokkstuð-
ulin í eitt ár!
Tað vil siga, at lands-
stýrið kann ikki so mikið
sum leingja skiftistíðina frá
4 upp til 5 ár. Hvussu skal
landsstýrið tá tryggja “eina
trygga skiftistíð yvir eitt
ávíst áramál”?
Hetta er støðan, aftaná at
vinnan hevur havt nøkur
gullár. Hvussu verður so, tá
tað fer at ganga hinvegin
aftur?
Fíggjarlógin fyri komandi
ár
Tað er alment kent, at tá eitt
valskeið er um at nærkast
endanum, hava politikarar
lindi til at verða “gávu-
mildir.” Henda gongd er
longu við at henda í Før-
oyum, nú eitt gott ár er eftir
av valskeiðnum.
Upprunaliga fíggjarlóg-
aruppskotið fyri 2001 vísti
eitt avlop á 482 mió. krón-
ur, men avlopið tódnaði
ógvuliga nógv undir við-
gerðini í løgtinginum, og
longu 3. januar (tá árið var
2_ døgn gamalt) visti
útvarpið at siga, at ársins
fyrsta eykafíggjarlóg var á
veg. Síðani hava tvær aðrar
verið nevndar, og kosta
hesar tilsamans uml. 30
mió. kr. (vit eru komin eina
góða viku inní januar).
Tað er millum annað av
hesi orsøk, at tað er so um-
ráðandi fyri landsstýrið at
hava fólkaatkvøðu um full-
veldið beinanvegin. Við
henni
skulu
komandi
politikarar bindast til at
gera tað sum eitt villleitt
fólk velur. – Eitt fólk sum
framvegis trýr, at yvirskot
landskassans er nóg stórt,
til at tryggja vælferðina í
Føroyum, sjálvt um Før-
oyar gerast fullveldi.
Javnaðarflokkurin
Sum ein ítøkilig fylgja av,
at sitandi samgonga saman
við
Sambandsflokkinum
hevur svorið sín trúskap til,
at tað bert eru marknaðar-
kreftirnar, t.e. kapitalurin,
sum skal gera av, hvussu
viðurskiftini í okkara sam-
felag laga seg, hoyrdu vit í
Útvarpinum í gjárkvøldið
og fjølmiðlunum annars í
dag, at komandi oljuhavnin
skal vera í Havn ella
Runavík.
Tá uppskotið til løgtings-
lóg um fyrsta útbjóðingar-
umfar til leiting eftir og
framleiðslu av kolvetnum
var til viðgerðar í tinginum,
legði
Javnaðarflokkurin
dent á, at tað var neyðugt,
at løgtingið gjørdi av, hvar
ein komandi oljuútgerðar-
havn skuldi liggja. Hetta
gjørdi flokkurin fyri at
tálma óhepnu miðsavning-
ini í landinum og til tess at
loysa
ein
bygnað-
artrupulleika, sum so av-
gjørt er politiskur.
Flokkurin legði tí sum
einasti flokkur broytingar-
uppskot um at leggja olju-
útgerðarhavnina í Suðuroy.
Minnilutin í vinnunevndini
– Javnaðarflokkurin - setti
soljóðandi broytingarupp-
skot fram við 2. viðgerð:
”Leitingar- og framleiðslu-
virksemið úr Føroyum,
herundir m.a. við útgerðar-
støðum, skal ganga út úr
Suðuroy”.
Hetta uppskot fekk 11
atkvøður fyri, 1 blanka, 19
atkvøddu ímóti. Øll javnað-
arumboðini atkvøddu sjálv-
sagt fyri.
Tað undrar Javnaðar-
flokkin, at tey, sum lovprís-
aðu marknaðarkreftunum
og feldu uppskot Javnaðar-
floksins, nú gera vart við
seg í fjølmiðlunum, sum
tey, ið vilja bjarga tí skaði-
ligu gongd, sum sjálvsagt
mátti koma í kjalarvørrin-
um av hesum, og nú krevja
spurningin loystan júst eftir
leisti Javnaðarfloksins.
Hinvegin fegnast vit um
hesa kúvending og vóna, at
álvari er aftanfyri orðini hjá
serstakliga
Tjóðveldis-
flokkinum.
Um hetta ikki enn eina-
ferð bert eru krokodillutár,
so má fylgjan vera, at sam-
gonguflokkarnir taka málið
uppaftur til nýggja viðgerð
og saman við okkum broyta
lógina samsvarandi upp-
skotinum hjá Javnaðar-
flokkinum 2. februar 2000.
Landsstýrið og verjuskipið Brimil
Yvirlýsing frá Føroya Javnaðarflokki
um oljuútgerðarhavn
Eitt avlop sum ikki loypur av