hósdagur 11. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 11. januar 2001
9
8
Nr. 7 - 11. januar 2001
gult cyan magenta svart
-Vit hava arbeitt eftir
bókini og hava hildið
okkum til tað, sum er
avtalað. Um so var, at
føroyskir myndug-
leikar vildu hava
okkum at arbeiða
øðrvísi, so áttu teir at
verið komnir við
hesum boðum fyrr.
ÚTGERÐARHAVN
Jan Müller
Hesi orðini eigur Magne
Skorpen hjá Statoil. Hann
hevur samskipað arbeiðið
at velja út egnaðar fyritøkur
at bjóða uppá útgerðar-
virksemi í Føroyum. Tað
hava verið fýra serfrøðingar
í útgerðarvirksemi hjá
Statoil í Noregi, sum hava
arbeitt
alt
tilfarið
frá
samtøkunum, ið vóru við í
sokallaðu prekvalifisering-
ini. Leiðarin fyri bólkinum
er Magne Skorpen, sum
dagliga arbeiðir við at
samskipa sáttmálar í sam-
bandi við tað norðmenn
kalla oljubasar. Hann hevur
verið við til at gera nógvar
slíkar sáttmálar og standa
fyri prekvaliferingum eins
og tí føroysku.
Dumpaðu m.a. uppá
dýpið og infrastruktur
Vit spurdu Magne Skorpen,
hvussu tað ber til, at teir í
prekvalifiseringini
hava
útilokað eitt felag sum
Norserv, ið hevur samstarv
við eina so roynda útgerð-
arstøð sum hana hjá Dan-
bor í Esbjerg?
– Tað er ikki fyritøkan
sum so man útilokar. Tað
eru harafturímóti teir lo-
kalitetir, infratrukturur oal.
í Suðuroynni, sum eru eitt
sindur trupul fyri ta slag av
brúkligum rakstri vit skulu
í gongd við í komandi
leiting. M.a. hevur verið
tosað um dýpið kring
bryggjuna, sum ikki hevur
verið nøktandi. Vit hava
gjørt eina heildarmetan, og
har rakk Drelnes ikki eins
langt og hinar havnirnar.
Og í slíkari leiting kann
man ikki góðtaka at skula
fáa trupulleikar við kei og
øðrum lokalitetum.
Uppá
fyrispurning
hvussu ber tað til, at tá
serfrøðingarnir hjá Danbor
kunnu siga gott fyri Drel-
nesi og tvs. eisini fyri dýp-
inum har, at Statoilfólkini
so koma til eina heilt aðra
meting sigur Magne Skorp-
en, at dýpið er ikki tað
rætta. Tað er millum 6 til 7
metrar. Kravið er frá 6 til 8
metrar, og tað er minimum.
Tá talan er um størri út-
gerðarbátar er dýpið ikki
gott nokk. Tað er í hvussu
er á markinum til tað, sum
kann góðtakast.
Men tá tikið verður sam-
anum eru eisini onnur øki,
har Norserv fekk færri stig
enn hini samtøkini. Verður
hugt eftir heilsu, trygd og
umhvørvi, sum tó ikki
hevur verið ein av høvuðs-
grundgevingunum fyri at
verða góðtikin, so vóru
svarini frá Norserv vánalig
sigur Magne Skorpen. Í
eini samrøðu við Sosialin í
farna mánað segði Steen
Hansen frá Norserv annars,
at nettupp økið trygd var
nakað, sum teir stóðu sera
sterkir.
Uppá fyrispurning um
nú dýpið á Drelnesi hevði
verið tað rætta, um Norserv
tá hevði verið góðtikið
sigur Skorpen, at tað ivast
hann í, tí tað eru eisini
onnur viðurskifti, sum gera
seg galdandi, og her leggur
hann serligan dent á, at
spurningarnir, sum Norserv
fekk at svara, vórðu ikki
nóg væl svaraðir. Talan var
um rættiliga nógvar spurn-
ingar, sum gingu frá infra-
strukturi/samferðslu
til
heilsu, umhvørvi, trygd, til
útgerð, øki, kei osfr. Sosial-
urin skilur, at tað er Steen
Hansen, stjóri í Danbor
Service, og oddamaður í
Norserv, ið hevur svarað
spurningunum.
Útjaðarin
Magne Skorpen váttar ann-
ars, at hann og hansara fólk
hava verið vitandi um, at
løgtingið hevur samtykt, at
útgerðarvirksemið
skal
eisini koma útjaðaranum til
góðar. Í tí sambandi hava
teir, sum skulu geva tilboð,
fingið at vita, at útgerð í
sambandi við dálking ol.
skal liggja í Suðuroynni.
Enn er ikki avgjørt, hvat
slag av útgerð talan er um
og hvussu nógv hon verður.
Skorpen sigur, at talan kann
blíva um nakað av virk-
semi.
– Hevði ikki borið til at
sloppið undan tí stríði, sum
nú eftir øllum at døma fer
at taka seg upp politiskt,
um tit høvdu lopið um
prekvalifiseringina og bara
havt eina útboðsrundu, har
øll samtøkini vóru við?
– Tað kann man siga.
Men
í
útgangstøðinum
vórðu nógv fleiri, sum
ætlaðu at vera við, og vit
vildu vita frammanundan,
hvørji hesi feløgini vóru og
so sleppa at velja tey best
egnaðu út. Hetta er vanliga
mannagongdin.
– Men um tað nú komu
kontraboð frá landsstýrin-
um, sum siga, at tað kann
ikki góðtaka prekvalifiser-
ingina, og at tit eru noyddir
til at hava eina útbjóðing,
har øll, eisini Norserv, eru
við, hvat vilja tit so fyritaka
tykkum?
– Alt hetta hevur verið
uppi til umrøðu fyrr, men
tað hevur ikki verið møgu-
ligt at fáa eitt greitt svar frá
myndugleikunum, so okk-
ara útgangspunkt hevur
verið, at um myndugleik-
arnir í Føroyum vildu hava
tað øðrvísi, so áttu teir at
sagt frá tí fyrr.
Magne Skorpen sigur, at
møguleiki hevði verið hjá
myndugleikunum at komið
inn og sagt, at øll feløg
skuldu hava møguleika at
bjóða, men tá áttu teir sum
sagt at hava fingið hetta at
vitað fyrr.
Opnir
– Vit hava verið opnir alla
tíðina og sagt frá til Olju-
málastýrið, hvat vit arbeiða
við og hvussu vit hava ætla
at skipa hetta. Og tá vit ikki
hava fingið nakra negativa
afturmelding, hava vit hild-
ið, at alt hevur verið í lagi.
Vit hava mett okkum at tosa
sama mál sum føroysku
myndugleikarnir á økinum.
– Men um nú myndug-
leikarnir í Føroyum høvdu
havt biðið tykkum um ikki
at tikið eina prekvalifiser-
ing við, høvdu tit so slept
henni?
– Vit síggja helst, at ein
prekvalifisering
verður
hildin, men tá kundi hon so
kanska verið gjørd út frá
grundgeviningum/kriteriu
m, sum myndugleikarnir
høvdu sett, men slík eru
sum sagt ikki komin.
Magne Skorpen sigur, at
teir hava sagt frá, at teir
fóru undir prekvalifisering
og eisini hvat hon fór at
snúgva seg um. Og tá man
einki mótspæl hevur fingið
uppá tað, so hava teir koyrt
víðari. -Vit halda okkum at
hava fylgt spælireglunum,
sum føroyskir myndugleik-
arnir hava ynskt.
Uppá fyrispurning um
Suðuroyggin hevði staðið
betri, um man har eisini
hevði kunnað víst til havn-
ina í Vági sigur Magne
Skorpen, at tí hevur hann
ongan møguleika at svara. -
Eg veit ikki, um nakað av
okkara fólkum hava sæð ta
havnina.
ÚTGERÐARHAVN
Jan Müller
Nú valið fer at fella á antin
Havnina ella Runavík vil
Magne Skorpen hjá Statoil
ikki siga, hvør stendur
betri. Tað vil útbjóðingin
vísa. Men hann viðgongur,
at tað er ikki stórur munur
millum tey trý samtøkini,
sum eru komin víðari. –
Der er en liten forskell.
– Men er so ikki bara
spurningurin, hvør tá kann
geva lægsta tilboðið tvs. at
tað eru pengar, sum nú
skulu gera hetta av?
– Tað er tað ikki bara. Tí
talan er eisini um ein tøkni-
ligan og operationellan
part.
Magne Skorpen sigur, at
tað er ov tíðliga at siga nak-
að um, antin tann havnin,
sum nú verður vald til basa,
eisini fer at verða útgerð-
arhavnin í allari framtíð. –
Her er talan um ein trý ára
sáttmála, sum bara fevnir
um boringina. Verður olja
funnin og farast skal undir
framleiðslu so rokni eg við
eini nýggjari útbjóðing í
sambandi við útgerðarvirk-
semi.
Magne Skorpen vísir at
enda á, at skjøtil skal setast
á útgerðarvirksemið um 1.
mars. Verður hetta seinkað
av eini ella aðrari orsøk, t.d.
eini politiskari trætu ella
hvat tað kann vera, so kann
tað fáa avleiðingar fyri
sjálvar boringarnar. Verða
tær útsettar kann tað koma
at kosta nógv fyri olju-
feløgini, sum longu hava
leigað boripallar ol. til
komandi leiting.
Myndugleikarnir áttu at sagt frá
ynsktu teir tað øðrvísi
Lítil munur millum feløgini
í Havn og Runavík
Myndugleikarnir kundu bara sagt, hvar teir ynsktu útgerðarhavnina, heldur oljuvinnan
Runavík
Hósmorgunin verður
samgongufundur um
tilbúgvingarætlanina,
og Jørgen Niclasen
kann ikki siga við
vissu, um hansara
loysn fær undirtøku í
samgonguni.
Politiskur vilji er ikki
til at lata marinu-
støðina taka sær av
tilbúgving í sambandi
við oljuvinnuna,
hóast hon er tilreiðar
at taka hesa uppgáv-
una á seg
TILBÚGVING
Stefan í Skorini
Verður ein loysn ikki funn-
in á málinum um at skipa
eina tilbúgvingarætlan í
Føroyum, so verður eingin
oljuboring undir Føroyum í
ár. 1. apríl skal tilbúgvingin
verða klár, so at føroyskir
myndugleikar eru klárir,
um ein vanlukka av onkr-
um slagi hendir í Føroyum
Fiskimálastýrið hevur ar-
beitt við tilbúgvingini í
fleiri mánaðir, og fleiri
samgongu- og landsstýris-
fundir hava verið, men enn
er einki komið uppá pláss í
sambandi
við
MRCC-
skipanina (Maritime Res-
cue Coordination Center).
Hósmorgurin klokkan 10
verður
samgongufundur
um málið, og tá skal støða
takast til, um loysnin hjá
Jørgeni Niclasen, sum hev-
ur tilbúgvingina um hendi,
skal samtykkjast.
Jørgen mælir til eina
loysn, har øll tilbúgvingin
verður á føroyskum hond-
um. MRCC-skipanin skal
vera í Telegrafstøðini í
Havn. Hesin bygningurin
skal so keypast fyri 20
milliónir krónur, men hetta
krevur eina eykajáttan frá
tinginum.
Tað hevur verið ikki sørt
av politiskum kegli um til-
búgvingina,
og
Jørgen
Niclasen sigur seg hava
fingið »misjavnar« útmeld-
ingar frá politikarunum í
samgonguni. Óvist er, um
hinir
samgongulimirnir
vilja skipa MRCC-støðina
eftir sama leisti, sum Fiski-
málastýrið leggur upp til.
– Um henda loysnin ikki
verður samtykt, so má eg
bara royna eina aðra loysn,
sigur Jørgen Niclasen.
Ein onnur loysn, sum
talan eisini hevur verið um,
er, at MRCC-skipanin í
sambandi við oljuvinnuna
verður á Marinustøðini í
Havn,
har
núverandi
MRCC-skipan longu er.
Marinustøðin hevur havt
bjarging á sjógvi um hendi
síðan 1969, men teir hava
ikki ta neyðugu útgerðina
til eisini at skipa fyri bjarg-
ing í oljuvinnuni.
Jesper Dinesen, ovasti á
Marinustøðini sigur, at teir
eru altíð tilreiðar at taka
hesa uppgávuna á seg, men
teir skulu hava boð um
hetta frá donsku myndug-
leikunum.
Politiskur vilji er tó ikki
fyri, at tilbúgvingin verður
skipað av donskum mynd-
ugleikum. Landsstýrið tek-
ur undir við eini føroyskari
loysn.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ikki meldað nakað greitt
út enn, meðan Sjálvstýris-
flokkurin er heldur ivasam-
ur.
– Tað skal vera ein før-
oysk loysn, eingin ivi um
tað, sigur Høgni Hoydal,
formaður Tjóðveldisfloks-
ins, sum annars ikki kann
siga nakað ítøkiligt um
hetta málið enn, men hann
heldur ikki, at tað er nøkur
stór ósemja um hetta málið.
Hann leggur afturat, at tað
er alneyðugt, at tilbúgving-
in verður klár skjótt, tí olju-
feløgini bíða.
Leggur seg ikki tvøran
Burðurin hevur verið tung-
ur hjá hesi tilbúgvingarætl-
anini, sum hevur verið á
veg leingi. Jørgen Niclasen
sigur seg vænta og vóna, at
ein loysn finst á málinum á
samgongufundinum. Hann
leggur afturat, at loysnin
má finnast nú.
– Eg dugi ikki at siga
beint nú, um neyðugu
pengarnir verða játtaðir av
samgonguni, tí misjavnar
útmeldingar koma frá polit-
ikarunum, sigur Jørgen
Niclasen.
– Eg havi sagt samgong-
uni, at eg fari ikki leggja
meg tvøran fyri, at ein
loysn verður funnin, tí vit
kunnu ikki lata hetta málið
draga út, sum við so nógv-
um øðrum.
– Okkara aðalmál er, at
oljuboringin kann fara av
bakkastokki í ár. Einasta
uppgáva hjá føroyingum er
at fáa MRCC-støðina at
rigga, og tað hevði verið
ótrúligt, um vit ikki kunnu
klára tað, sigur Jørgen
Niclasen.
Jørgen dugir ikki at meta
um útlitini fyri, at MRCC-
støðin verður klár og sigur,
at um undirtøka ikki er fyri
hesi loysnini, so má hann
royna eina aðra.
Tað er at lata danskar
myndugleikar ella Marinu-
støðina taka sær av henni
ella at lata MRCC-støðina í
Aberdeen taka um endan.
Hesum mælir Jørgen Nicla-
sen tó ikki til, men kanska
er tað einasti útvegurin.
Bygningur má fáast til
vega
Um
oljufeløgini
skulu
kunna fara undir royndar-
boringar fyrst í juni í ár, so
má MRCC-skipanin vera
virkin í seinasta lagi 1.
apríl. Tí er neyðugt, at
bygningur til hetta enda-
málið fæst til vega skjótast
gjørligt.
Í einum tilmæli hjá Fiski-
málastýrinum verður sagt,
at Telegrafstøðin er besti
bygningurin til hetta enda-
málið. Aðrir bygningar
hava verið kannaðir, men
teir lúka ikki tey neyðugu
krøvini um trygd og fjar-
støðu til bæði lands- og rík-
ismyndugleikar.
Í tilmælinum stendur, at
tað
er
umráðandi,
at
MRCC-støðin liggur væl
fyri, so at avvarðandi
myndugleikar hava stutta
fjarstøðu, um ein vanlukka
hendir.
Eisini verður víst á, at
møguleiki er fyri rationalis-
eringum, um Telegrafstøðin
verður keypt. Har ber til at
hava fleiri stovnar undir
Fiskimálastýrinum undir
somu lon.
Jørgen Niclasen sigur seg
ikki vera sinnaðan at bíða
við tilbúgvingarætlanini,
men hon skal upp at koyra
skjótast gjørligt.
Jørgen Niclasen
óvissur um undirtøku
Jørgen Niclasen veit ikki við vissu, um hansara loysn í sam-
bandi við tilbúgvingarætlanina verður samtykt av samgonguni.
– Um hetta ikki fær undirtøku, so má eg bara royna okkurt
annað, sigur Jørgen Niclasen
ÚTGERÐARHAVN
Jan Müller
Tað er ein bæði fáorðaður
og
ørkymlaður
Steen
Hansen, sum vit fáa í tele-
fonina úr Esbjerg, tá vit
biðja um fyrstu viðmerk-
ingina til, at Norserv varð
vrakað longu í innleið-
andi umfarinum at bjóða
uppá eina føroyska út-
gerðarhavn. Hann sigur
seg lítið og einki skilja av
tí støðu, sum Statoil hevur
tikið.
– Eg havi fingið at vita
frá Statoil, at tað er infra-
struktururin í Suður-
oynni,
sum
teir
eru
ónøgdir við, og at tað er
ikki felagið Norserv sum
so nakað er galið við sigur
Steen Hansen, stjóri í
Danbor og ein av odda-
monnunum í Norserv á
Drelnesi. Uppá fyrispurn-
ing, hvussu orðið infra-
strukturur skal skiljast,
hevur Steen Hansen onga
viðmerking.
Sosialurin
hevur eisini spurt Magne
Skorpen, hvussu mangl-
andi infrastrukturur skal
skiljast. Hann hevur tó
ikki fleiri viðmerkingar til
málið. (Sambært ensk-
føroysku orðabókini mer-
kir orðið infrastrukturur
undirstøðukervið, blaðm)
Steen Hansen hevur
annars onga viðmerking
til úttalilsini hjá Magne
Skorpen í Sosialinum (sí
aðrastaðni í blaðnum) um,
at nógvir av spurningun-
m, sum settir vórðu Nor-
serv í sambandi við pre-
kvalifiseringina,
vórðu
vánaliga svaraðir. – Hetta
er nýtt fyri okkum. Tað
havi eg einki fingið at vita
um. Hann metir seg ikki
hava givið vánalig svar.
Hvat annars viðvíkur
dýpinum á Drelnesi, sum
skal vera ein orsøk til
støðuna, so viðgongur
Steen Hansen, at tað finst
ein kneysi ella líknandi
nakrar metrar uttan fyri
keiina, har dýpið bara er
seks og ein hálvan metur.
Men tað undrar hann, um
hetta skal vera nokk til at
koldøma Drelnes. Hetta
er nakað, sum kann
sprongjast burtur, og um
tað var nakar trupulleiki,
so heldur hann, at Statoil
kundi spurt teir, hvat
kundi gerast við hetta.
Steen Hansen er annars
ósamdur við Statoil, tá tað
snýr seg um dýpið. Teir
hava ongantíð sæð tað
sum nakran trupulleika. –
Her í Esbjerg t.d. er dýpið
6,7 metrar, og tað er fult
út nøktandi til tey stóru
skipini, sum koma í havn
her. (Magne Skorpen frá
Statoil sigur aðrastaðni í
blaðnum, at dýpið skal
vera millum 6-8 metrar,
blaðm.)
Soleiðis sum støðan er
vorðin, so heldur Steen
Hansen, at »løbet er
kørt«. Málið er avgjørt. –
Tað sær út til, at Statoil
hevur tikið eina avgerð,
og tí mugu vit bara
boyggja okkum fyri.
Vit spurdu Steen Han-
sen, um tað hevði tænt
søk suðuroyinga, um man
ikki hevði hildið so fast
uppá Drelnes men kanska
eisini havt havnina í Vági
við í myndini. – Tað skal
eg ikki útiloka.
Ósamdir um
dýpið á Drelnesi
Steen Hansen, stjóri í Danbor