hósdagur 11. januar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 11. januar 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 7 - 11. januar 2001
– Verkfallið hjá buss-
førarunum í Suður-
oynni var ikki nyttu-
leyst, hóast vit ikki
fingu tað, sum vit
vildu hava, sigur Uni
Mortensen
BUSSKOYRING
Áki Bertholdsen
Í gjáramorgunin var buss-
koyringin hjá Bygdaleiðum
í Suðuroynni tikin uppaftur
sum vanligt, eftir at hon
hevur ligið still í eina viku.
Tað var mitt í farnu viku,
at bussførarnir í Suðuroy
fóru í verkfall, tí teir kundu
ikki semjast um ein nýggj-
an sáttmála við Strand-
ferðsluna.
Teir sjey bussførararnir í
Suðuroynni eru annars lim-
ir í Bussfelagnum. Sátt-
málin gekk út á nýggjárin-
um, men í samráðingunum
ímillum Strandferðsluna og
Bussfelagnum var semja
um at útseta eitt møguligt
verkfall til 1. februar og at
samráðast til tá.
Men
suðuroyingarnir
tóku serstøðu og fóru verk-
fall mitt í farnu viku
So hendi tað fríggja-
kvøldið, at Strandferðslan
og Bussfelagið samdust um
at leinga sáttmálan, sum er
í gildið, í eitt ár afturat, til
31. desember. Harafturat
vóru nakrar batar gjørdir í
sáttmálanum.
Bussførarnir í Suður-
oynni fingu somu treytir
sum Bussfelagið, men tað
var ikki líkt til, at teir fóru
at taka av, tí teir vildu hava
nýggjan sáttmála.
Men síðani hava teir so
broytt meining og hava
samtykt at góðtaka, at sátt-
málin verður longdur fram
til 31. desember.
Sostatt varð busskoyring-
in í Suðuroy tikin uppaftur
sum vant í gjáramorgunin.
Hinir limirnir í Buss-
felagnum skulu taka støðu
til sáttmálan á limafundi í
kvøld.
Ikki nyttuleyst
Tað kom nokk so óvæntað,
at bussførarnir í Suður-
oynni fóru at taka av tilboð-
num um at leingja sáttmál-
an fram til 31. desember tí
teir høvdu lagt út við størri
krøvum enn so. M.a. vístu
teir á, at teir, sum koyrdu
buss í miðstaðarøkinum fáa
munandi meiri løn enn teir,
sum koyra kring landið,
Teir vildu eisini hava reglar
um hvílitíð.
Tað skilst eisini á Una
Mortensen, at bussførarar-
nir í Suðuroynni vóru ikki
samdir um at leingja sátt-
málan eitt ár afturat.
– Tað er meirilutin, sum
ræður. Og meirilutin gjørdi
av at leingja sáttmálan, so
soleiðis verður tað, sigur
Uni Mortensen, sum hevur
verið talsmaður hjá teimum
sjey bussførarunum í Suð-
uroynni.
Hann sigur, at hann vónar
bara, at næstu ferð, samráð-
ingar verða, fer tað at vera
størri samanhald í Bussfe-
lagnum og at eisini bussfør-
ararnir norðanfjørðs duga
at síggja tað órímiliga í, at
bussførarar í Havn fáa væl
meiri í løn, enn teir, sum
koyra úti um landið.
Hann leggur tó dent á, at
verkfallið hjá bussførarun-
um í Suðuroynni var als
ikki nyttuleyst.
– Tað var helst tí, at vit
fóru í verkfall, at tað hóast
alt eru komnir nakrir batar í
sáttmálan, sum nú er longd-
ur til 31. desember.
– Eitt nú er lønmin hækk-
að 6%. Harafturat hava
bussførarnir fingið 60 oyru
í umvælingargjaldi fyri
hvønn kilometur, bussarnir
koyra.
Hóast Uni Mortensen
heldur, at hetta er alt ov lít-
ið, vónar hann, at fleiri bat-
ar kunnu gerast á sáttmálan
næstu ferð.
Hann leggur eisini dent á,
at busførararnir í Suðuroy
eru framvegis limir í buss-
felagnum, hóast teir tóku
serstøðu í hesum málið.
– Nú er gerandisdagur
aftur. Hetta málið er av-
greitt og so gingur lívið
víðari, sigur Uni Morten-
sen.
– Vil Landsverkfrøð-
ingurin ikki halda
avtaluna um teir, sum
rudda kava, fara teir
hús, uttan orð ella
boð
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
– Landsverkfrøðingurin fær
onga ávaring afturat. Verð-
ur ikki friður nú, so verða
vegirnir
ikki
ruddaðir,
næstu ferð, tað fer at kava.
Sigur Ingeborg Vinther,
formaður í Føroya Arbeið-
arafelag.
Ósemja hevur aftur nú
tikið seg upp ímillum Før-
oya
Arbeiðarafelag
og
Landsverkfrøðingin
um
arbeiðskorini hjá teimum,
sum rudda kava av lands-
vegunum um veturin.
Seinasta vetur var um
reppið, at ikki øll sam-
ferðsla eftir landi varð løgd
lamin, tí at ósemja tók seg
upp ímillum Landsverk-
frøðingin og Føroya Ar-
beiðarafelag um korini hjá
teimum, sum skulu rudda
kava.
Men seinasta vár so varð
sáttmáli gjørdur ímillum
Føroya Arbeiðarafelag og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
um kavarudding, og so var
friður.
Men friðurin vardi ikki
leingi, tí hesin veturin er
ikki meiri enn komin, so er
aftur ósemja um kavarudd-
ingina.
Føroya Arbeiðarafelag
sigur, at Landsverkfrøðing-
urin vil ikki halda sáttmál-
an, sum varð gjørdur sein-
asta vár.
Hinvegin segði Lands-
verkfrøðingurin við Sosial-
in herfyri, at teir hildu sátt-
málan í odd og egg.
Eitt ávíst samskiftið hev-
ur verið ímillum partarnar
um sáttmálan, men tað hev-
ur ikki ført til nakað.
Og nú hevur Føroya Ar-
beiðarafelag fingið nokk.
Ingeborg Vinther ger
púra greitt, at nú verður
ikki meiri tosað, ikki meiri
samráðst og ikki fleiri brøv
skrivað.
– Vil landsverkfrøðingur-
in ikki halda avtaluna,
verða menninir, sum rudda
kava, sendir heim. Og so
verða ongir vegir ruddaðir,
sigur hon.
Hetta varð nevndin í
Føroya
Arbeiðarafelag
samd um á fundi týsdagin.
Næstu ferð, tað fer at
kava, fáa vit so at síggja,
hvussu vorðið verður.
Tað er onki at ivast í, at
verður ongin kavarudding ,
fer tað at fáa álvarsligar av-
leiðingar fyri alla sam-
ferðslu á landi, tí legst
nakað av kava, fær ongin
koyrt, uttan av vegirnir eru
ruddaðir. Umframt at rudda
kava, ger Landsverkfrøð-
ingurin eisini eitt stórt
arbeiði at stroya sand og
salt á vegirnar, tá ið tað er
hált. So tilsamans hava teir,
sum rudda kava, eisini stór-
an týdning fyri ferðslu-
trygdina, umframt at teir
halda vegirnar opnar.
Ósemja um tilkalling
Tað skilst at tað serliga er í
samband við tilkallivaktir,
at ósemja hevur tikið seg
upp.
Arbeiðsmenninir,
sum
rudda kava, fáa løn fyri at
vera tøkir, tá ið teir hava til-
kallivakt. Tað, sum ósemjan
ímillum Føroya Arbeiðara-
felag og Landsverkfrøðing-
urin, er um, er, hvussu
hendan reglan í sáttmálan-
um skal tulkast.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at hann vil sjálvur
gera av, nær tað er neyðugt
at menninir eru tøkir. Inge-
borg Vinther sigur, at tað
stutta av tí langa er, at
Landsverkfrøðingurin vil
sleppa undan at betala
tilkallingina.
Landsverkførðingurin
hevur áður sagt, at teir eru
sinnaðir at halda sáttmálan.
Men er Føroya Arbeiðafe-
lag ósamt við mátanum,
sum Landsverkfrøðingurin
tulkar sáttmálan, má felag-
ið venda sær til Føroya Ar-
beiðsgevarafelag, tí tað er
arbeiðsgevarafelag,
sum
hevur sáttmálan.
Men Ingeborg Vinther
sigur altso nú, at menninir
verða tiknir heim uttan
ávaring, um avtalan ikki
verður hildin.
– Tað hevur verið so nógv
stríð av hesum sáttmálan-
um, at nú hava vit mist tol-
ið, so menninir verða heilt
einfalt tiknir heim uttan
aðra ávaring, næstu ferð vit
fáa boð um, at avtalan ikki
verður hildin, sigur hon.
Fingu 6% meiri í løn
Fær onga ávaring afturat
Næstu ferð at tað fer at kava, er tað ein stórur spurningur, um menninir hjá Landsverkfrøðinginum verða at síggja úti á
vegunum og rudda kava
– Bussførararnir í Suðuroynni hava ásannað, at teir koma helst ikki longri í hesum umfarinum.
Tí endaðu teir verkfallið og fóru at koyra aftur í gjáramorgunin, eftir at bussarnir hava staðið
stillir í eina viku
Fólk verða ikki
kannað í sama mun
sum fyrr, tá tey koma
inn í landið um flog-
vøllin í Vágunum.
Tolleftirlitið á flog-
vøllinum liggur meira
ella minnið lamið
vegna internar
samstarvstrupulleika
r, og tí er tað nógv
lættari hjá ferðafólki
nú enn fyrr at flyta
ólógligar og toll-
skyldugar vørur inn í
landið, eitt nú
narkotika og lættari
rúseitur.
TOLLEFTIRLITSFRÍTT
Rúnar Reistrup
Tolleftirlitið á flogvøllinum
í Vágunum hevur ikki lagt
hald á so mikið sum eitt
gram av rúsevnum síðan
mars mánað í fjør. At tað
gongur so long tíð ímillum
at rúsevni verða funnin á
flogvøllinum, er óvanligt.
Undan jólum varð einki
ólógligt fýrverk funnið á
ferðafólkunum, sum komu
við flogfari til Føroya.
Hetta er eisini óvanligt.
Fólk, sum eru komin við
flogfari til Føroya farnu
tveir mánaðirnar hava lagt
til merkis, at tað ikki longur
verður hugt í posarnar á
ferðafólki, ið gongur ígjøg-
num tollin. Tað var annars
vanligt fyrr, at ferðafólk
vórðu biðin um at vísa
tollarunum nøgdina á toll-
fríum vørum á veg út.
Samstarvstrupulleikar
Møguliga eru føroyingar
blivnir væl skikkiligari
seinasta árið, og møguliga
eru fólk givin at flyta
rúsevnir um flogvøllin. Og
um so er, er hetta bert at
frøast um.
Men orsøkin er helst ein
heilt onnur, nevniliga tann,
at ferðafólkini á flogvøll-
inum ikki longur verða
kannað í sama mun sum
fyrr, og at flogvøllurin í
Vágunum í roynd og veru
er blivin ein opin inn-
flutningsvegur fyri rúsevnir
og aðrar ólógligar ella toll-
skyldugar vørur.
At tolleftirlitið á flog-
vøllinum ikki er so gott
sum tað hevur verið og eig-
ur at vera, liggur fast. Fólk
innan tolleftirlitið, bæði í
Vágunum og aðrastaðni í
landinum, vátta fyri Sosial-
inum, at tað eru álvarsamir
samstarvstrupulleikar mill-
um leiðsluna og tollararnar
á flogvøllinum, og at hetta
hevur havt við sær, at eftir-
litið er viknað nógv. Løg-
reglufólk, sum í sínum
dagliga arbeiði hava tætt
samband við tolleftirlitini
kring landið, viðganga eis-
ini, at tað stendur ikki ov
væl til við tolleftirlitinum á
flogvøllinum.
Tollararnir ónøgdir
Hesir samstarvstrupulleik-
arnir stava heilt afturi frá
1992, tá Føroya Tollstova
var løgd saman við øðrum í
nýggja stovnum Toll- &
Skattstovu Føroya, men
ikki fyrr enn í fjør góvu
hesir trupulleikar rættiliga
at bíta.
Tollararnir hava fingið
boð um, at tann kanningar-
háttur, ið fyrr hevur verið
nýttur, tá ferðafólk koma í
land av flogfarinum, er
ivasamur, og at fólk tískil
ikki skulu kannast á sama
hátt longur.
Hetta hevur sett eld í
fjúsið hjá tollarunum, ið
ikki kenna seg kunna gera
sítt arbeiði til lítar. Av tí
sama hava tollararnir valt at
gera sum minst av kanning-
um, til teir aftur fáa greiðar
heimildir at arbeiða eftir,
skilst.
Hetta er ein ótolandi
støða, bæði fyri tolleftirlit-
ið, sum hevur sum eitt av
sínum høvuðsendamálum
at tálma innflutninginum av
vandamiklum narkotiskum
evnum, og fyri løgregluna,
sum so at siga arvar
trupulleikan í hinum enda-
num, tá hesi evni enda á
gøtuni
og
elva
til
trupulleikar.
Vilja ikki traðka fram
Men málið er eymt, og fólk
hava ógvuliga lítlan hug at
stinga hol á bløruna, og tí
hevur eingin ynskt at traðka
alment fram við tíðindun-
um um, at tolleftirlitið á
flogvøllinum í Vágunum
liggur at kalla lamið og
hevur gjørt tað í longri tíð.
Og hóast sera greiðu
ábendingarnar siga hvørki
økisleiðarin fyri tolleftir-
litið i Vágunum, Elsa Brim-
vík, ella stjórin á Toll- &
Skattstovu
Føroya,
Óli
Heinesen seg kenna nakað
til nakrar samstarvstrupul-
leikar ella til, at tolleftirlitið
ikki longur er so effektivt,
sum tað burdi verið.
Økisleiðarin fyri tolleftir-
litið í Vágunum, Elsa Brim-
vík, váttar, at ávísir sam-
starvstrupulleikar stungu
seg upp eftir samanlegging-
ina í 1992, men sigur seg
ikki vita annað enn at hesir
vórðu loystir og eru úti av
verðini nú.
Og tíðindini um at tollar-
arnir eru ónøgdir, sigur hon
seg bert hava hoyrt sum
leysatíðindi í fjølmiðlun-
um. Ikki frá øðrum.
Elsa Brimvík sigur seg
vera vitandi um, at arbeiðs-
umstøðurnar hjá tolleftirlit-
inum ikki eru av teimum
bestu, men sigur tað ikki
vera komið henni fyri
oyrað, at samstarvstrupul-
leikar eru í økinum, sum
hon hevur ábyrgdina av.
Stjórin einki hoyrt
Heldur ikki Óli Heinesen,
stjóri á Toll- & Skattstovu
Føroya, sigur seg kennast
við nakrar samstarvstrupul-
leikar á tolleftirlitinum í
Vágunum, og ei heldur um
at tolleftirlitið virkar verri
enn tað hevur gjørt.
– Tað er ikki so langt síð-
an at vit vóru vesturi á flog-
vøllinum, og tá fingu vit
onga fráboðan um nakrar
trupulleikar av nøkrum
slag. Eru trupulleikar, so
mugu tey, ið hava trupul-
leikarnar, venda sær til
mín. Men tað hevur eingin
gjørt enn, sigur Óli Heine-
sen.
Men at tað eru sam-
starvstrupulleikar
innan
tolleftirlitið á flogvøllinum,
og at hetta eftirlit als ikki
riggar, sum tað skal, hevur
Sosialurin fingið váttað frá
nógvum ymiskum keldum.
Hetta fær tó ikki stjóran á
Toll- & Skattstovuni at
kanna málið.
– Har vóru ávísir trupul-
leikar á flogvøllinum, tá
talið av tollarum fór úr 6
niður í 4 í 1993, men síðan
tá hevur einki verið, sum eg
havi hoyrt um. Eru trupul-
leikar, mugu starvsfólkini
seta seg í samband við meg,
sigur Óli Heinesen.
Hann váttar at tað er
óvanliga langt síðan at hald
er lagt á rúsevnir á flogvøll-
inum, men væntar ikki, at
hetta kemst av vantandi
eftirliti.
– Narkohundurin er jú
javnan í Vágunum, og tað
er aloftast hann, sum finnur
tey rúsevni, sum verða
funnin, sigur stjórin á Toll-
& Skattstovuni.
Tá hundurin er
burtur
Eftir stendur, at annaðhvørt
verða villeiðandi leysasøg-
ur váttaðar av fleiri fólkum
innan bæði tolleftirlitið og
løgregluna, ella er sam-
skiftið so mikið vánaligt á
Toll- & Skattstovuni, at
samstarvstrupulleikar
kunnu leggja eftirlitið í
einum eftirlitsøki at kalla
lamið, uttan at hetta verður
lagt til merkis av stovns-
leiðaranum.
At narkohundurin enn
arbeiðir sum hann plagar,
burdi tryggjað, at narkotisk
evnir ikki koma inn í landið
við teimum flogførunum,
sum lenda meðan hundurin
er í Vágunum. Men hund-
urin hevur nógvar aðrar
uppgávur, og tá flogvøll-
urin mestsum liggur sum
ein opin innflutningsvegur
hvørja ferð hundurin er
burtur, er veruligur vandi
fyri at nøgdin av innfluttum
rúsevnum til Føroya stend-
ur í blómandi vøkstri,
meðan
samstarvstrupul-
leikarnir
verða
tagdir
burtur.
Tolleftirlitið á flogvøllinum
liggur lamið
Ferðafólkini, ið koma til Føroya um flogvøllin í Vágum, verða ikki longur kannað í sama mun sum fyrr
Mynd: Edvard Joensen