Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 11. januar 2001 5 4 Nr. 7 - 11. januar 2001 gult cyan magenta svart Selja vit vinnutólini til útlendingar, verður einki hjá føroyingum at gera í Føroyum, sigur Osmund Justinussen, reiðari. Hann heldur, at mark skal setast fyri, hvat seljast kann til útlendingar, soleiðis at meirlutin av kapitalinum í øllum pørtum av føroyska vinnulívinum altíð verður føroyskur VINNUÚTLIT Edvard Joensen Vit mugu ansa væl eftir, at vit ikki selja okkum av landinum, heldur Osmund Justinussen, reiðari í Leir- vík, nú kjakið um útlendsk- an kapital í føroyskum vinnulívi er kyknað upp- aftur. Hann vísir tó sam- stundis á, at forðingar eru á summum økjum fyri, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í føroyskum fyritøkum. – Hava vit fyrst selt út- lendingum meirilutan í før- oyska vinnulívinum, er fryktandi fyri, at møguligt avlop eisini fer av landin- um, og alt verður stongt, um tað fer at ganga illa. Hinvegin fara føroyingar altíð at hugsa um at brúka yvirskot til nýggjar íløgur, og teir verða verðandi her. Eisini um tað ikki gongur eftir vild. Vit síggja teir jú reisa seg aftur og aftur og byrja av nýggjum. Hinvegin skilir hann væl, at menn, sum fáa sera góð tilboð, taka av. Men her heldur hann eisini, at myndugleikarnir áttu at havt syrgt fyri, at mark varð sett fyri, hvussu stórur part- ur av vinnulívinum kann hava útlendskar eigarar. Vit eiga altíð at syrgja fyri, at meirilutin er í Føroyum. Og tað skal vera í øllum pørt- um av vinnuni, sigur Os- mund Justinussen. Hann vísir á, at nú parta- brævamarknaðurin fer at virka, er møguleiki fyri, at útlendingar keypa hvørt oyra í ávísum fyritøkum, sum geva nakrar krónur. Tær krónurnar verða lagdar í útlendskar kassar, og einki verður brúkt til íløgur í Føroyum. Tá tað so fer at ganga hinvegin, verður felagið bara avtikið. Og so er alt burtur. Møgulig vinnutól og arbeiðspláss. Serliga viðbrekið er hetta, tá vit tosa um skip, tí tey eru løtt at flyta. Eitt sindur øðrvísi er sjálvandi við virkisbygningum á landi. Men teir verða bara stongdir, og so er tað liðugt. Osmund Justinussen metir tað ikki vera serliga heppið, um vit koma til at tilfeingið undir Føroyum fer til nøkur fá verksmiðju- skip, soleiðis sum onkuntíð hevur verið róð framundir. – Vit mugu hava skip, sum landa í Føroyum, so- leiðis at vit fáa fulla úrtøku úr tí, sum svimur rundan um okkum. Bæði umborð og á arbeiðsplássum á landi, sigur Osmund Justin- ussen. Tó kann tað vera rætt at hava hesi verksmiðjuskip- ini í onkrum einstøkum før- um. Tað eru summi fiska- sløg, sum neyðugt er at arbeiða á sjónum, vísir hann á. Løgin ráðgeving Osmund Justinussen heldur tó at tað er annað enn út- lendskur kapitalur, sum er meinbogi fyri føroyska vinnu í hesum døgum. Hann er einki glaður fyri ta ráðgeving, landsstýrið fær frá embætismonnunum, sum soleiðis av og á eru at síggja og hoyra í pressuni viðvíkjandi fiskivinnuni. Reiðarin í Leirvík heldur, at tann hugsanin, sum nú er ofta at hoyra, at tað skal leggjast avgjald á fiskiloyv- ini, er púra burturvið og beinleiðis vandamikil. Um slíkt kemur ígjøg- num, fer tað at gera, at allur íløguhugur steðgar beinan- veg. Ringt er sum er, sigur Osmund Justinussen, at fáa nakrar pengar at reka fiskivinnuna fyri. Verður so tikið burtur av til almenn avgjøld eisini, verður einki eftir at reka vinnuna víðari við. Og um pengarnir, sum skuldu farið til nýíløgur, fara til útlendska kassar ella í landskassan, kann fyri so vítt gera tað sama fyri tann, sum ikki fær teir. Og her meinar hann við føroysku fiskivinnuna. Telefonin ringir, og hann tekur hana hinumegin borð- ið í gamla turkihúsinum í Leirvík, har reiðaríið Sjó- borg nú heldur til. Eg fái mær upp í aftur koppin og hyggi út yvir bryggjuna, har onkur útróðrarbátur liggur. Okkurt smávegis er at gera, men ikki sær út til at tað stóra lívið er í kortini. Osmund er liðugur at tosa í telefon. Fartelefon er, og nú sløkkir hann hana. Hann vendir aftur til ráð- gevingina. – Hvussu heldur tú, tað hevði verið vorðið við has- um útróðrarbátunum, um teir skuldu latið avgjald til landskassan aftrat? Við tí inntøku, teir hava, hevði eingin flotað aftur. Ikki ein. Tosað verður nógv um privatiseringar av almenn- um ognum. Men hvør skal keypa? spyr Osmundur Justinussen. Hann heldur, at um okk- urt meira ella minni alment felag skuldi verið selt, er ógvuliga sannlíkt, at út- lendskir kappingarneytar keypa allan partapeningin, um eingin avmarking er á. Og so kunnu vit bara gita, hvat hendir. Hann vísir á, at okkurt felag er í fiskivinnuni, har almennur partapeningur er innblandaður. Verður hann til dømis keyptur av út- lendingum, er vandi fyri, at skipini hjá felagnum fara at landa veiðuna, tey fiska við føroyskum loyvi, til út- lendsk virki. Møguleikin er sera real- istiskur, og tí eiga vit at avmarka útlendska ávirkan á føroyskt vinnulív, sigur Osmund Justinussen, reið- ari. Vit eiga tó at samstarva við teir og læra av teimum, men ikki lata alt á útlendsk- ar hendur. Økja eginognina Árið, ið fór, var hampiligt hjá reiðarínum, letur Os- mund Justinussen at. Ikki soleiðis kortini, at teir fara beint at hugsa um nýggj skip. Nakað av peningi fer at verða brúktur í ár til ábøtur á skipini, sigur hann. Annars verður alla tíðina miðað eftir at økja eginogn- ina í feløgunum. Tað ber ikki til at fáa nýggj skip at bera seg í ís- fiskavinnu undir Føroyum, sigur hann. Har eru vit í sera harðari og ójavnari kapping við grannarnar. Aðrastaðni verður latin rættiliga nógv- ur studningur til skipasmíð, meðan hann her hjá okkum bara er tikin burtur. Og skulu vit so hava avgjød løgd omaná, er ómøguligt at reka nýggj skip. Osmund Justinussen vísir á, at byggja ein íri og ein føroyingur nýtt skip sam- stundis fyri einar 30 millió- nir, er ógvuliga sannlíkt, at tað føroyska er farið á heys- in eftir fimm árum, meðan hitt gongur fínt. Munurin er tann nýbiggingarstuðulin írin fær at byrja við. Vanligt byggimynstur við 10-15% í eginpeningi er einki at hugsa um her. Er tað størri skip, er kanska neyðugt við 40-50% í egin- kapitali, Og tað munnu vera fáir, sum klára tað, heldur Osmund Justinus- sen, reiðari. Vinnulívið skal vera føroyskt Árið í fjør var hampuliga gott hjá Stjørnuni og Polarhav. Skipini skulu í ár hava gjørdar ávísar ábøtur Føroyingar skulu altíð eiga meirilutan í vinnuni. Bæði á sjógvi og landi, sigur Osmund Justinussen Mynd: Edvard Joensen Ternan I er farin aftur at sigla millum Skála- fjørðin og Havnina. Leiðin gevur 11.000 krónur í halli um dagin, men løgtings- samtykt sigur, at sigl- ast skal hóast landfast er UNDIRSKOTSLEIÐ John Johannessen 41 ára gamla uppslitna ferjan, Ternan I, er nú aftur farin at sigla millum Skála- fjørðin og Havnina hóast landfast er og Bygdaleiðir røkja sambandið. Orsøkin er, at tað er ásett í løgtingslóg, at sjóvegis samband skal vera millum Skálafjørðin og Havnina. Og tískil er landsstýrismað- urin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, noyddur at áleggja Strandfaraskip- um Landsins at røkja far- leiðina, sum hvønn dag gevur eitt hall á 11.000 krónur. Ternan I siglur fimm dagar í vikuni, og tí er rokningin til føroyska skattgjaldaran umleið 220 túsund krónur um mánaðin og slakar tríggjar milliónir krónur um árið. Lýkur ikki krøvini Afturat hesum kemur, at Ternan I er so mikið gomul, at hon skal umbyggjast fyri í minsta lagi 6 milliónur krónur, skal hon lúka tey krøv, sum Strandfaraskip Landsins setir til ferða- fólkaflutning. Skal hon bert lúka vanlig klassakrøv, skal hon umbyggjast fyri eina millión krónur. Men tað er lítið sannlíkt, at skipið verður umvælt. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu- málum, segði við Sosialin 21. november í fjør, at av tí at Ternan I er so gomul, verður tað ikki mett skila- gott at umvæla hana. Tí sær landsstýrismaður- in tríggjar møguleikar fyri sær, skal leiðin halda fram. Og allir møguleikarnir kosta sambært útrokning- um hjá Vinnumálastýrinum nógvan pening. Fyrsti møguleikin er at leiga eitt skip. Hetta kemur at kosta 8 milliónir krónur um árið. Næsti møguleikin er at keypa eitt skip, ið er hósk- andi at røkja farleiðina. Hetta er ein loysn, sum kostar millum 10 og 20 milliónir, alt eftir, hvat skip verður valt. Triðja loysnin er at byggja skip til Skálafjarð- arleiðina. Hetta er ein íløga á millum 40 og 60 milliónir krónur. Lokalpolitiskt krav Tá fíggjarlógin fyri 2001 var til viðgerðar, mælti Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu- málum, fíggjarnevndini til, at Skálafjarðarleiðin varð niðurløgd. – Karmarnir, eg hevði at ráða yvir vóru avmarkaðir. Tí helt eg, at tað var rætt at spara hesa leiðina burtur, tá tað kortini er væl koyrandi millum Skálafjørðin og Havnina, sigur Bjarni Djur- holm. Men boðini frá limunum í fíggjarnevndini vóru greið. Teir vildu varðveita leiðina, og tískil hevði meiriluti ikki fingist fyri einum uppskoti um at broyta lógina um fólka- og farmaflutning, so Skála- fjarðarleiðin kundi niður- leggjast. Lokalpolikararnir krevja, at siglt verður millum Skálafjørðin og Havnina. Men samstudis er eingin politiskur áhugi fyri at játta pening á fíggjarlógini fyri 2001 til at umbyggja Tern- una I fyri ella til at leiga ella keypa skip fyri. Tí kann skattgjaldarin rokna við, at eykajáttan verður latin einaferð seinni í ár til skip til Skálafjarðarleiðina, verður hon ikki privatiser- að. Hetta merkir, at í minsta lagi 10 milliónir av skatt- gjaldarans krónum afturat verandi trimum skulu brúk- ast til at stytta ferðingar- tíðina nakrar minuttir hjá teimum fáu fólkunum, sum dagliga nýta Skálafjarðar- leiðina einaferð á morgni og einaferð á kvøldi. Skálafjarðarleiðin uppafturtikin: Siglur fyri 11.000 í halli um dagin Fakta um Skálafjarðarleiðina Ternan I siglur fýra túrar um dagin, fimm dagar um vikuna, 250 dagar um árið. Umleið 80 ferðaseðlar verða seldir tilsamans umborð á Ternuni I dagliga. Ferðaseðlaprísurin er 30 krónur fyri tey, sum ikki hava avsláttarkort. Tað vil siga, at skipið fær 2.400 krónur inn um dagin við sølu av ferðaseðlum. Farleiðin hjá Ternuni I hevur dagliga eitt hall á 11 túsund krónur, mánaðarliga hallið er 220 túsund krónur og árliga hallið er slakar tríggjar milliónir krónur. Hetta merkir, at føroyski skattgjaldarin dagliga rindar 140 krónur til hvønn einstakan, sum keypir ein ferðaseðil við Ternuni I. Skal Skálafjarðarleiðin bera seg við verandi ferðafólkatali, mugu ferðafólkini sjálv rinda hesar 140 krónurnar umframt tær 30 krónurnar, sum ferðaseðiln í dag kostar. Tað vil siga, at ferðaseðlaprísurin gjørdist 170 krónur. Fyri at leiðin skuldi borið seg við einum ferðaseðlakostnaði á 30 krónur, skuldu næstan 400 ferðaseðlar verið seldir dagliga. Tað merkir, at Ternan I skuldi verið fullsett hvønn einasta túr. Bæði Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund ætla sær sessin sum for- maður Sjálvstýris- floksins. Leygardagin skal politiskur for- maður veljast fyri fyrstu ferð eftir nýggja bygnaði floks- ins FORMANSVAL John Johannessen Tað verður uttan iva ein harður dystur, tá limir Sjálvstýrisfloksins leygar- dagin á fyrsta sinni skulu velja formann eftir nýggja bygnaði floksins. Báðir politisku oddafisk- arnir, Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund, ætla sær sessin sum politiskur leiðari hjá Sjálv- stýrisflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin sam- tykti herfyri at broyta bygn- að, soleiðis at hann fekk ein ovasta politiskan leiðara, eins og til dømis Tjóðveld- isflokkurin og Javnaðar- flokkurin. Orsøkin var, at tað hevur verið eitt sindur órgreitt, hvør myndar polit- isku linju floksins úteftir. Sámal Petur í Grund hevur verið formaður fyri ting- bólkin, men samstundis hevur Helena Dam á Neystabø, sum er lands- stýrismaður, eisini havt nógv at siga, tá politiska linjan skal leggjast. Haraft- urat hevur flokkurin havt ein landsfelagsformann, nevniliga Edvard Hermans- en, sum ikki er politikkari. Eftir nýggju skipanini skal flokkurin framvegis hava ein politiskan for- mann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan. Politiski formaðurin, sum skal vera ting- ella lands- stýrismaður, verður valdur beinleiðis á fundinum, sum verður í B36 húsinum í Havn leygardagin klokkan 15. Kampval í Sjálvstýrisflokkinum Regluligt bussamband er millum Skálafjørðin og Havnina, men kortini standa útoyggjapolitikkarar saman við politikarum úr Eysturoynni um, at Ternan I skal sigla umframt fyri eina rokning á 11 túsund krónur til skattgjaldaran um dagin Skal tað vera Sámal Petur ella skal tað vera Helena, sum mynd- ar politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum í framtíðini. Hendan spurningin skulu limir Sjálvstýrisfloksins svara leygardagin