mánadagur 2. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 189 - 2. oktober 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
– Eg fati ikki, at okkara flogskiparar
ikki sóu tað stóra flogfarið
(amerikanskur ferðamaður)
Flogskipararnir á
tí lítla privatflog
farinum varnaðust
ikki tað stóra
ferðamannaflogfarið,
fyrr enn ov seint var
Teir báðir flogskipararnir á
tí lítla privatflogfarinum fata
ikki, hvussu flogfar teirra
kann hava borið við eitt stórt
ferðamannaflogfar, uttan at
teir varnaðust vandan. Men
myndugleikarnir eru ikki í
iva.
- Vit hava staðfest, at
tey bæði flogførini stoyttu
saman, sigur ovastin fyri
sivilu flogferðsluni í Brasil,
Denise Abreu.
Tað var fríggjadagin, at
tey bæði flogførini sam
bært
myndugleikunum
bóru saman uppi yvir
Amazonas-skóginum. Tað
stóra Boeing 737-flogfarið
datt niður beinanvegin, og
øll tey 155, sum vóru í
flogfarinum, doyðu. Flog
farið var spildurnýtt. Tað
eru bara góðar tvær vikur,
síðani tað fór av verk
smiðjuni í USA.
Teir báðir flogskipararnir
og tey sjey ferðafólkini, sum
vóru í tí lítla flogfarinum,
sita spyrjandi eftir.
- Eg fati ikki, hvussu
vit kundu sleppa livandi
frá
einum
samanstoyti
uppi í luftini, og eg dugi
heldur ikki at skilja, hvussu
flogførini kundu bera sam
an, uttan at okkara flog
skiparar varnaðust vandan,
sigur amerikanski tíðinda
maðurin Joe Sharkley, sum
var við tí lítla flogfarinum,
ið neyðlendi í øllum.
Fimm fólk doyðu, tá
ein motorvegbrúgv
hoyknaði uttan
fyri Montreal
leygarkvøldið
Fleiri
bilførarar
fingu
ikki stundir at steðga, tá
ein partur av einari motor
vegbrúgv millum kanadiska
býin Montreal og forstaðin
Laval datt niður.
Fimm fólk vóru í tveimum
bilum, sum hvurvu undir tí
partinum av brúnni, sum
datt niður. Tey eru uttan
iva deyð beinanvegin, tí tá
bjargingarmenninir sluppu
fram at bilunum 15 tímar
eftir
vanlukkuna,
vóru
bilarnir kroystir næstan
flatir undir teimum stóru
betongstykkjunum.
Tey,
sum vóru í hinum bilunum,
sum fóru útav, vóru hepnari,
men seks teirra máttu á
sjúkrahús.
Sjónvarpsstøðin
LCN
visti at siga, at fleiri fólk
høvdu ringt til løgrergluna,
áðrenn vanlukkan hendi, tí
tey hildu seg hava sæð, at
rivur vóru komnar í vegin
á brúnni.
Hetta er onnur vanlukk
an av hesum slagnum á
motorvegnum við Mon
treal. Fyri fimm árum
síðani hoyknaði ein brúgv
við forstaðin Laval, og ta
ferðina doyði eitt fólk, og
tvey fingu skaða.
Sóu ikki tað stóra flogfarið
Brúgvin datt niður
Funnin myrd
í kirkjuni
Tann 23 ára gamla Angelika Kluk úr Pólandi var í
Skotlandi og lærdi seg enskt. Um vikuskiftið varð hon
funnin myrd í einari kirkju.
Fyri at forvinna sær pening til málskeiðið hevði
Angelika Kluk fingið sær arbeiði sum vaksikona í
einari kirkju í Glasgow. Men seinasta mánadag kom
hon ikki til arbeiðis, og systirin, sum býr í býnum, fekk
løgregluna at fara at leita eftir henni.
Leitingin gav einki úrslit, men so kom fram, at
Angelika Kluk varð seinast sædd saman við einum 60
ára gomlum manni, sum æt Pat MacLaughlin. Hann
arbeiddi í somu kirkju sum Agelika, men hann kom
heldur ikki til arbeiðis í síðstu viku.
Løgreglan avdúkaði skjótt, at Pat MacLaughlin æt í
veruleikanum Peter Tobin, sum hevði sitið í fongsli í
fleiri ár fyri neyðtøku, og løgreglan fekk illgruna um, at
okkurt álvarssamt kundi vera hent polsku kvinnuni.
So var. Í gjár varð hon funnin myrd í kirkjuni, har hon
arbeiddi. Samstundis bleiv Peter Tobin funnin í London
og handtikin. Ætlandi verður hann fluttur til Glasgow
til avhoyringar í dag.
Tey, sum vóru í
hesum bilunum,
vóru heppin.