Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2006 31 tíðindi Stutt sagt Leiga bygning til maskinverkstað Vestmanna: Á bygda­ ráðs­fundi í farnu viku varð ein samtykt gjørd við RN Maskinverkstað um leigu og byggiloyvi til ein virkisbygning á havnarøkinum. Sambært heimasíðuni hjá kommununi mælti havnanevndin í fyrsta lagi til at byggja nýggja brandstøð uttanfyri maskin­høllina í komm­ ununi og øðrum lagi at verkstaðið kann yvirtaka henda bygningin, tá tann nýggja brandstøðin er liðug. Verkstaðurin fær somuleiðis møguleika at víðka um verandi brandstøð við hóskandi virkisbygningi. Alt hetta skal gerast í samstarvi millum báðar partarnar. Sum nevnt í farnu viku varð hetta tilmælið einmælt samtykt, tó við einum ískoyti um at nýggj brandstøð verður staðsett í samráði við Vestmanna Sløkkilið- og Bjargingarlið. sb. Oljuhavnin liðug til tíðina Samstarv um elektronisk skjøl Sandavágur: Í farnu viku skrivaðu Sanda­ vágs kommuna og Elek­tron undir eina samstarvsavtalu, sum ger at edv-goymslurnar hjá kommununi í framtíðini fara at liggja á servara hjá Elektron. Frá 1. november fara tískil øll elektronisk skjøl hjá kommununi at liggja í eini stórari goymslu hjá Elektron. Avtalan varð undirskrivað av Rósu Samuelsen, borgarstjóra og Niels Christian Nolsøe, stjóra á Elektron. - Avtalan fer at gera trygdina á økinum enn betri, enn hon longu hevur verið, sigur Rósa Samuelsen, sambært heimasíðuni hjá komm­ ununi. Á nýggjárinum verður samstarvið víðkað til at umfata journalskipanina hjá kommununi. Elektron fer í framtíðini at taka sær av øllum tí tøkniliga og av trygdini. sb. Fuglafjørður: Arbeiðið við at gera nýggju olju­ havnina gongur væl og haraftrat eftir ætlan. - Tíðarætlanin sær út til at halda, verður upp­lýst úr Fuglafjarðar kommunu. Komið er uppundir land við at sláa spunsjørnini niður. Tað arbeiðið skuldi eftir ætlan verið liðugt nú. Oljuhavnin væntast at verða liðug í januar mánaði komandi ár. sb. 470 ár eftir deyða sín hevur trúbótar­ maðurin Martin Luther framvegis nógv at siga føroy­ingum. Tað heldur sóknar­ presturin, David Johannesen sum í dag hevur givið út bók um Luther, sum, sambært høvundanum telist millum fremstu menn sum heimurin hevur fostrað. Bøkur Snorri Brend Mynd: Jens Kr. Vang Miðvágur: Síðani 1977 hevur David Johannesen verið sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Umframt starvið sum sóknarprestur hevur David Johannesen verið óførur við penninum. Úr hansara hondum eru komin bæði yrkingasøvn, greinar, ein andaktsbók og nú henda bókin um Martin Luther. Hóast hesin livdi fyri meiri enn 500 árum síðani, er boðskapur hansara kort­ini viðkomandi anno domino 2006. - Jú, Luther er aktuellur eisini í dag. Hann hevur ein boðskap eisini inn í okkara tíð, sigur David. Bókina kallar hann stutt “Martin Luther” við undirheitinum søga og gudfrøði. Við hesum ynskir hann at gera bókina viðkomandi fyri so mong sum gjørligt, m.a. fyri tey sum ganga í framhaldsdeild og á mið­námss kúlunum kring landið. Bókin er væl skrivað við greiðum innihaldsyvirliti, og tí er ikki óhugsandi at mong fara at fáa gleði av henni. Aktuellur í dag Martin Luther livdi frá 1483 til 1546, men var, sambært Davidi kortini frammanfyri sína tíð. - Hann bygdi sín kristin­ dóm á tað, sum var framman­ undan. Hann hevði søguligt atlit, men var tó fyri sína tíð. - Luther fór nevniliga til keldurnar – ja, hann fór í roynd og veru aftur til upprunan. Soleiðis gav hann kristindóminum eitt nýtt og menniskjansligt skap, sigur David. – Ynski Luthers var at sleppa undan trongskygni og afturhaldi. Høvuðsboðskapur hans­ ara var tá – og líka aktu­ ellur í dag – at frelsan ikki skyldast okkum, men er ein óuppiborin gáva til okkum. Vit verða – fyri at sitera David og Luther – frelst av náðini við trúnni fyri einki! David vónar, at hann við bókini kann fáa fleiri at vísa áhuga fyri tí sum Luther stóð fyri. Lív lagað Nýggja bókin um Martin Luther sæst aftur í stóra áhuganum hjá høvundanum fyri hesum merkismanni. Tá hann gekk á Lærda Háskúlanum í Århus skriv­ aði hann nevniliga uppgávu um Luther. Og síðani hevur hann lisið og granskað nógv um henda mannin. Fyri David er eingin ivi um týdningin av tí boð­ skapinum, sum Luther stóð fyri: - Luther hevur verið forfjónaður í kirkju okkara. Tí er kirkjan í teirri støð­ uni, sum hon nú er í. Skal kirkjuni vera lív lagað, kann hon ikki renna undan ella svíkja sín lutherska arv. - Sjálvur havi eg altíð hildið, at tá kirkjan leggur dent á sín lutherska upp­ runa, tá verjir hon tað evangelium, sum hon er sett at prædika. Tað ger kirkjan best, um hon kennir sín samleika, sigur David Johannesen. Luther er líka aktuellur í dag David Johannesen hevur altíð havt stóran áhuga fyri tí sum martin Luther stóð fyri. Nú gevur hann av síni vitan í nýggjari bók um henda megnarmann