mánadagur 2. oktober 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 189 - 2. oktober 2006
tíðindi
Til sølu
Tvey hús á Tvøroyri til sølu.
Tlf. 0045 31257797
Plátufelagið Tutl
gevur í næstum út
fløguna Ind Under
Frakken hjá Born
holmaranum Mikkel
Thomas. Tónleikurin
er sera danskur, men
hevur fleiri føroysk
fingramerki
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Mikkel Thomas býr nú á
Bornholm og bróðurparturin
av tónleikarunum eru garvaðir
bornholmskir tónleikarar.
Men gittarleikarin er vest
menninginum Janus Kamp
mann, eisini spælir Stam
en Stanchev ljómborð. Í
Føroyum hava hesir trígg
ir fleiri ferðir spælt und
ir navninum Natlys, ein
bólkur sum eisini hevur
havt
føroyska
Rógva
Borðoy sum bassleikara.
Mikkel Thomas sjálvur
hevur áður búð í Føroyum,
har hann í hálvt annað ár
arbeiddi sum bátabyggjari í
Miðvági.
Fríggjakvøldið spældu
Janus, Mikkel og born
holmsku
tónleikarar
nir í TV2 Bornholm.
Fyrsta fløgan hjá Mikkel
Thomas er ein trubadur
fløga, sungin á donskum.
Tey bæði løgini, ið bólkurin
framførdi í TV2 Bornholm
kunnu ivaleyst bólkast sum
danskur poppur við grund
í blúskendum popprokki.
Tittullagið Ind Under Frakk
en kundi, uttan at nakar
hevði mótmælt, verið á Still
Got The Blues fløguni hjá
Gary Moore.
Fløgan verður alment
givin út 12. oktober, men
longu í gjár var útgávu
konsert í Rønne á Born
holm kl. 15 í Rasch Pak
hus. Á hesi konsertini bar
til at ogna sær fløguna.
Hygg at klippinum á
TV2
Bornholm
her:
w w w. t v 2 b o r n h o l m .
dk/moduler/nyheder/
s h o w r e g v i d e o .
a s p ? d a t o = 2 9 - 0 9 -
2006&cID=1&vId=310297
Tutl gevur danska trubadur fløgu út
SKÚLABYGGING
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í dag kl. 15.00 varð spakin
settur í til stóru skúlaverkætl
anina í Runavík.
Tað er Articon sum í
kapping millum tríggjar
byggifyritøkur hevur fingið
arbeiðið at byggja nýggjan
skúla í Runavík.
Skúlabygningurin, sum
verður 4.800 m2 til víddar,
hevur
18
skúlastovur
umframt serstovur og aulu.
Samlaði kostnaðurin fyri
skúlan er slakar 82 mió. kr.
Fyrsti parturin av skúl
anum, sum umfatar skúla
stovurnar, skal standa liðug
ur um eitt ár. Tá verður
gamli skúlin niðurtikin
og næmingarnir flyta inn
í nýggju skúlastovurnar.
Samlaða byggiætlanin skal
verða liðug við ársenda
2008.
Kelda: www.runavik.fo
Spakin settur í fyri
nýggjum skúla í Runavík
Soleiðis fer nýggi skúla
bygningurin í Runavík at
síggja út. Skúlabygningurin
verður 4.800 m2 til víddar.
Samlaði kostnaðurin verður
82 milliónir krónur.