Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2006 Sosialurin LÝSINGAR 33 Deildarstjóri til Tryggingina Eitt sera spennandi starv sum stjóri fyri alt privatgkið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum er leyst at søkja. Á privatgkinum, sum er størsta virkisgkið hjá felagnum, liggur ein krevjandi og avbjóðandi uppgáva og bíðar eftir tær. Henda uppgáva fevnir m.a. um at greina marknaðin, menna og tillaga produktini til tørvin og at tryggja, saman við tínum starvsfólki, at allir okkara privatkundar fáa betri tænastur. Tú hevur 50 fólk á tínari deild, og tí er umráðandi, at tú ert ein góður leiðari og fært tað besta fram í fólki. Umframt at hava leiðsluroyndir krevst til starvið, at tú hevur góð analytisk evni, og tú megnar at seta strategiskar ætlanir út í kortið. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi og dynamiskum umhvgrvi. Tú vísir beinleiðis til varastjóran. Vit bjóða góða løn og góðar setanartreytir. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Edvard Heen, varastjóra, telefon 345501 ella ehÆtrygging.fo Umsóknir við viðkomandi skjölum skulu vera okkum í hendi innan 30. oktober. Send umsóknina til: Tryggingarfelagið Føroyar, Starvsfólkadeildin, Postsmoga 329, FO-100 Tórshavn ella starvsfolkadeildætrygging.fo TRYGGINGARFELAGIÐ FORSYVAR - so ert tú tryggari