Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 190 - 3. oktober 2006 Øll ung millum 15 og 25 kunnu nú tekna seg til ungdómsskeið í sjónleiki, sum verður síðsta vikuskifti í oktober Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Glæman í Kvívík verður karmur um sjónleikaraskeiði fyri ung, sum Ung í MáF skipar fyri. – Hevur tú áhuga fyri sjón­leiki, og vilt tú hava eitt stuttligt vikuskifti saman við øðrum ungum við sama áhuga, so er hetta júst eitt skeið fyri teg, siga tey í Ung í MáF, og tey greiða frá, at skeiðið er framhald av skeiði í Forum-teatri, sum Ung í MáF skipaðu fyri í apríl mánaði, men hesaferð kunnu øll 15-25 ára gomul tekna seg. Ung í MáF siga at Forum-teatur er ein serligur sjónleikarháttur, har tú við einum heilt stuttum leiki lýsir eina trupla og kanska provokerandi støðu. Eitt nú um onkur verður happaður í skúlagarðinum. Sami leikur verður spældur fleiri ferðir. Fyrstu ferð endar hann ikki væl. Aðru ferð kann áskoðarin blanda seg uppí við at broyta reaktiónina hjá teimum ymsu leikarunum, soleiðis at endin gerst positivur. – Tey, sum koma á skeið­ ið, fáa møguleikan at melda seg til verkætlanina hjá Barnabata, “Tú hevur rætt”. Meiri fæst at vita um verkætlanina á sjálvum skeið­num, siga Ung í MáF í tíðindaskrivi. Lærari á skeiðnum er Susanne Ruthström úr Svøríki, sum dagliga undir­ vísir børnum og ungum í Forumteatri á Lätting Kultur­hus í Gävle. Skeiðið byrjar í Glæmuni í Kvívík fríggjakvøldið 27. oktobur kl. 19 og endar sunnudagin 29. oktobur kl. 17. Gist verður í Glæmuni. Kostnaður fyri skeið, kost og gisting: 300,- kr. Tekning hjá MáF í seinasta lagi mánadagin 16. oktobur 2006. Fleiri upplýsingar fáast frá Duritu Dahl Andreasen, forkvinnu í Ung í MáF, á tlf. 264040 ella til skrivstovuna hjá MáF, tlf. 315624, maf@ maf.fo. Sjónleikaraskeið fyri ung