týsdagur 3. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2006
5
tíðindi
Mál fyri
gransking,
menning og
nýskapan
í Føroyum
í 2015
Í sambandi við
Visjón 2015, er
hetta tey mál, sum
samgongan hevur
sett sær fyri á
granskingarøkinum
Føroyar eru millum
fremstu
lond
innan
gransking, menning og
nýskapan. Hesi viðurskifti
skulu samskipast soleiðis,
at tað almenna og vinna
ganga hond í hond innan
samskipan og raðfesting.
Karmar verða skaptir,
sum tryggja, at gransking,
menning og nýskapan fáa
bestu kor.
Høgt raðfest øki
Málið er at tryggja, at
gransking, menning og
nýskapan fáa so góð kor
sum gjørligt, samstundis
sum ávís øki, sum vit hava
serligar góðar fortreytir í,
verða høgt raðfest. Høgt
raðfestu økini skulu verða
við til at lyfta henda partin
av granskingini upp á
altjóða støði, samstundis
sum
onnur
natúrlig
fylgiøki fáa fyrimun av
hesum.
Fígging og úrtøka
Málið er, at tað almenna
skal fíggja upp til 2% av
BTÚ, meðan vinnan og
aðrir granskingargrunnar
fíggja í minsta lagi 1% av
BTÚ.
Játtanin til gransking,
menning og nýskipan
verður stigvíst økt, so
hon í 2015 er minst 3% av
BTÚ. Almenni parturin
verður í 2007 øktur 10
mió. kr. og økist 5 mió.
kr. afturat á hvøjum ári
fram til 2015
Enn sæst lítið til, at
samgongan ætlar
at satsa upp á tað,
sum sum hon sjálv
mangan hevur
sagt, er tað mest
týdningarmikla av
øllum, sigur Eyðun
Andreasen, formaður
í Granskingar
ráðnum. Samstundis
fegnast hann um
ætlanina at byggja
eina granskingarlund
Fíggjarlógin 2007
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta var eitt vónbrot og
tað sær ikki gott út í 2008
heldur.
Eyðun Andreasen er for
maður í Granskingarráðnum
og hann dylir ikki fyri, at
hevði hugað sær til at sæð
onnur tøl á fíggjarlógini enn
tey, sum standa har.
– Samgongan hevur ferð
eftir ferð ført fram, hvussu
stóran týdning, gransking
hevur fyri samfelagið. Men
fyribils mugu vit so staðfesta,
at enn eru ongi tekin er um,
at samgongan ætlar at satsa
upp á granskingina, sigur
Eyðun Andreasen.
Hann vísir á, at uppskotið
til fíggjarlóg fyri komandi
ár, vísir, at samgongan ætl
ar at játtanin til Gransking
argrunnin skal bara hækka
500.000 krónur næsta ár, so
at hann kemur upp á slakar
6,7 milliónir.
Men Eyðun Andresen hev
ur eisini lagt til merkis, at í
ætlanin fyri 2008, er ætlanin
bara at hækka játtanina
500.000 krónur afturat, upp
í slakar 7,2 milliónir.
– Eitt er, at játtanin í ár
ikki er hækkað. Men tá ið
ætlanin heldur ikki er at seta
meiri pening av til gransking
fyri 2008, sær tað ikki gott
út.
Eyðun Andreasen heldur,
at hetta er í andsøgn til tær
fráboðanir, sum ferð eftir
ferð koma úr samgonguni
og frá politikarum annars,
um, hvussu stóran týdning,
granskingin hevur.
– Men fyribils síggjast
orðini ikki aftur í tølunum
á fíggjarlógini.
Hann vísir eisini á, at OECD
hevur mælt til, at framkomin
ídnaðarlond brúka 3% av
bruttotjóðarúrtøkuni til
gransking.
– Men hetta er bara fyri
at varðveita støðið í samfel
agnum og fyri ikki at dragna
afturúr í kappingini v ið
onnur lond. Tá er er sostatt
ikki roknað við menning
og framburði, leggur hann
afturat. Veruleikin er eisini, at
nógv lond brúka væl meiri enn
3% av bruttotjóðarúrtøkuni
til gransking fyri at stuðla
uppundir menning og fram
burð.
Føroyingar brúka 0,7%
av Bruttotjóðarúrtøkuni til
gransking. So kann ein og
hvør geva sær eina fatan av,
hvussu afturútsigld vit eru.
Nú er tað ikki bara játtanin
til Granskingarráðið, sum
hevur gransking um hendi.
Bæði Fróðskaparsetrið,
Granskingardepilin fyri
økismenning, Fiskirannsókn
arstovan, Fiskaaling og aðrir
stovnar granska eisini, men
heldur ikki teir stovnarnir
fáa nevnivert betri sømdir
næsta ár.
Vónar at broytingar
føra til bata
Eyðun Andreasen vónar
kortini, at broytingar fara
at koma í, tá ið lógin um at
broyta Granskingarráðið,
verður sett í verk.
Tað var ein lóg, sum varð
samtykt í fjør. Eftir lógini
skuldi stovnast eitt ”Føroya
Vìsindaráð”, sum skuldi
samskipa alla gransking.
Føroya Vìsindaráð skal
eisini orða ein yvirskipaðan
granskingarpolitikk. Lim
irnir í Føroya Vísindaráði
vera løgmaður, sum verður
formaður, umframt lands
stýrismenninir í menta
málum, fiskivinnumálum,
vinnumálum, almanna- og
heilsumálum og fíggjarmálum,
umframt umboð fyri vinnuna
og granskingarumhvørvið.
Eyðun Andreasen vónar,
at ein effektivur granskingar
politikkur kann verða settur
í verk tá ið nýggja skipanin
er komin í gildi og at tað
kann føra til, at granskingin
verður raðfest so høgt, sum
politikarar hava sagt, at
ætlanin er at raðfesta hana.
So eitt er tað, at granskingin
ikki verður raðfest áðrenn
hendan umskipingin ikki er
gjørd.
Men tað ørkymlar for
mannin í Granskingarráðn
um, at tað eru heldur ongi
tekin til, at Landsstýrið
ætlar at hækkar játtanina á
langtíðarætlanini, sum er
løgd fyri 2008.
– Tað boðar ikki frá, at
ætlanin er at raðfesta gransk
ingina í 2008 heldur og tað
tískil ikki sigast, at tað,
sum liggur í kortunum nú,
endurspeglar tær fráboðanir,
sum eru komnar um gransk
ing.
Samstundis vísir hann á,
at gransking er ein langtíðar-
raðfesting, tí tað ganga nógv
ár frá tí at gransking verður
stungin út í kortið, til nakað
sæst aftur.
Og so øgiliga leingi
er tað ikki til 2015, tá ið
samgongan hevur sett sær
sum mál, at Føroyar skulu
vera ”millum fremstu lond
innan gransking, menning
og nýskapan”, sum tikið
verður til í visjón 2015 hjá
samgonguni.
– Hesin greiði málsetningur
speglast ikki aftur í tølunum,
sum samgongan leggur á
borðið, men vit mugu bara
seta okkara álit á, at tað fer at
speglast aftur í teirri nýggju
skipanini, sigur Eyðun
Andreasen at enda.
Annars sigur landsstýrið
beinleiðis í upplegginum til
visjón 2015, at játtanin til
gransking skal økjast stigvíst
til hon er komin upp á minst
3% av bruttotjóðarúrtøkuni í
2015. Í hesum sambandi skal
játtanin til gransking økjast
10 milliónir á fíggjarlógini
fyri 2007 og tey næstu árini
til 2015 skal hon so økjast
fimm milliónir um árið.
– Tað sæst so ikki aftur á
uppskotinum til fíggjarlóg
fyri 2007 og tað sæst heldur
ikki aftur í ætlanini í 2008.
Politikarar hava eisini
boðað frá, at ein partur av
pengunum, sum landskassin
fekk fyri einskiljingarnar,
skuldi setast av til gransking,
men tað dugir formaðurin í
Granskingarráðnum heldur
ikki at fáa eyga á, eftir tí,
hann fyribils hevur sæð á
fíggjarlógini.
Avgjørt eitt stig
rætta vegin
Kortini fegnast Eyðun
Andreasen um, at samgongan
nú ætlar sær at byggja ætlaðu
granskingarlundina, sum
nógv hevur verið tosað um.
Landsstýrið sigur, at
ætlanin er at byggja eina
granskingarlund, sum skal
verða pallur fyri almennum
og privatum granskingar- og
starvsstovuvirksemi innan
humana- og veterinera økið
o.a.
– Soleiðis verða skaptar
betri umstøður fyri gransk
ing og nýskapan í vitanar
tungum vinnum, har dentur
verður lagdur á lívfrøði
og kunningartøkni, sigur
Landsstýrið.
Næsta ár ætlar landsstýrið
at seta eina millión av á
fíggjarlógina til at prosjektera
granskingarlundina fyri og í
2008 er ætlanin at faa undir
byggingina og tá er ætlanin
at seta 23 milliónir av til
endamálið.
– Hetta er avgjørt tekin
um ein góðan viljam heldur
Eyðun Andreasen.
Men formaðurin í Gransk
ingarráðnum vísir samstundis
á, at Granskingarlundin fer
bara at hýsa einari grein av
granskingini, men akkurát,
hvat innihaldið verður, veit
hann ikki.
Í granskingarlundini verð
ur bara ein avmarkaður
partur av granskingini-
ein týdningarmikil partur,
gamaní, men kortini ein
avmarkaður partur.
– Tað er so nógv onnur
gransking í samfelagnum,
sum ikki er umfatað gransk
ingarlundini, men sum
hevur stóran týdning, og
spurningurin, hvussu verður
við teimum, hongur enn í
leysari luft.
Annars heldur hann, at
tað er í so bjartskygd av
landsstýrinum at siga, at
granskingarlundin
skal
prosjekterast í 2007 og at
farast skal undir byggingina
í 2008.
– Eg vildi trúð, at tað
tekur longri tíð at byggja
eina slíka granskingarlund
upp, tí húsið skal byggjast,
fólk skal fáast til vega og
tey skulu lærast upp, sigur
Eyðun Andreasen.
Orsøk at ørkymlast og
orsøk til at fegnast
- Eg hevði bónað at meiri pening fór at verða settur av til
gransking næsta ár. Men at ætlanin heldur onki er at seta av í
2008, sær ikki gott út. Kortini kunnu vit fegnast um ætlanina at
byggja eina granskingarlund, sigur Eyðun Andreasen, formaður
í Granskingarráðnum