týsdagur 3. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 190 - 3. oktober 2006
tíðindi
Tá vit ikki vilja verja
ein minnilutabólk,
sum sigur seg vera
forfylgdan, siga vit
samstundis, at tað
er í lagi at hótta,
happa og forfylgja,
sigur Turið Debes
Hentze, advokatur
og fyrrverandi
forkvinnu í
Javnstøðunevndini,
Samfelag
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fyrst hoyrdu vit um ein
mann, sum var álopin og
bukaður í býnum, tí hann
er samkyndur. Ein annar
samkyndur
maður
sat
á café og fekk sær ein
kaffimunn, men av tí, at
unglingar hóttu hann, slapp
hann sær til rýmingar, inn
í ein hýruvogn, har førarin
bjargaði honum. Seinasta
dømi snúði seg um ein
samkyndan mann, sum varð
uppringdur heima og hóttur
við harðskapi, um hann
vísti seg í býnum aftur.
Eftir hesar óhugnaligu
hendingarnar
í
Havn,
gjørdu fleiri vart við seg,
av tí at tað gerst alt meira
greitt, at samkynd fólk ikki
fáa frið í Føroyum, og at
fólk eru, sum hava fragd av
at hótta, happa og forfylgja
hesum minnilutabólki.
Eftir
at
løgreglan,
Amnesty
International,
Friðarboðin og ein sam
kyndur maður seinastu
dagarnar hava rópt varskó
og ávarað um støðuna hjá
teimum samkyndu, hava
vit spurt Turið Debes
Hentze,
løgfrøðing
og
fyrrverandi forkvinnu í
Javnstøðunevndini,
hví
løgtingið ikki, eins og í
hinum
norðurlondunum,
samtykkir at verja tey sam
kyndu í lógini.
Eru eftirbátar
Og Turið leggur fyri við at
vísa á, at hon júst situr og
lesur í eini grein í Politikken,
at danska stjórnin fer at seta
á stovn eina kærunevnd fyri
javnrætti, sum skal viðgera
kærur um mannamun.
-
Hetta
vísir
bara,
hvussu nógv longri frammi
grannalondini eru í mun
til at verja minnilutabólkar.
Her í Føroyum verður
enn kjakast um, antin tey
samkyndu yvirhøvur skulu
verjast í lógini, og danir
seta niður eina nevnd, sum
bara skal viðgera klagur
um mannamun, sigur Turið
Debes Hentze.
Munur á happing
Og hon greiðir frá, at í
sambandi við lógarsmíð, er
tað sum so ikki avgerandi,
at lógin í hesum førinum
hevði sent eitt signal um,
at mannamunur ikki verður
toldur, men at tað í eins
stóran mun hevði verið
eitt tekin um, at meirilutin
góðtekur og góðkennir, at
ein minnilutabólkur er til
og at hesin er fyri órætti.
- Tá eitt nú Alfred Olsen
sigur, at øll fólk eiga at verða
vird og eru vard av lógini,
so er tað sjálvsagt ikki øll
søgan. Tá mann velur at
nevna ein minnilutabólk
positivt í lógini, sigur mann
samstundis, at tey eru til
og tað verður góðtikið, at
tey eru ein serliga útsettur
bólkur, ið vit jú hava verið
vitni til seinastu dagarnar,
sigur Turið Debes Hentze.
Og hon vil vera við, at
tað er munur á, um talan
er um reyðhærd ella tjúkk
fólk, tí her snýr tað seg
um ein heilan minniluta,
sum sjálvur sigur seg verða
hóttan og forfylgdan vegna
samleika.
Avnokta veruleikan
Og fyrrverandi forkvinnan
í Javnstøðunevndini vísir
á tað, sum hon rópar eitt
mentunarligt
eyðkenni,
har tað í Føroyum ikki
verður góðtikið, at fólk eru
samkynd.
- Um tey samkyndu verða
vard í rasismugreinini, verða
tey samstundis viðurkend.
Og um vit halda fram við
at látast sum, at tey ikki
eru til, eru tey heldur ongin
trupulleiki, sigur Turið
Debess Hentze, advokatur
og fyrrverandi forkvinna
í
Javnstøðunevndini,
sum
heldur
tað
vera
ein
grundleggjandi
demokratiskur trupulleiki,
at Føroya Løgting ikki fær
seg at verja tey samkyndu,
eins og tey góðtaka at verja
fólk vegna annan húðalit
ella politisk sjónarmið.
- Tað einasta, sum vit
kunnu gera er at halda fram
við at seta orð á, at fáa
tey fram í ljósmálan og at
vísa á, at tey samkyndu eru
ein partur av samfelagnum.
Soleiðis verður hugburður
broyttur og soleiðis eru
mong onnur tabu komin
fram í dagsins ljós upp
gjøgnum søguna, sigur
Turið Debes Hentze.
Um óviljan at verja tey
samkyndu í lógini, sigur
advokaturin, at á tann
hátt verður góðtikið at tey
verða forfylgd og hótt, og
at hetta er eitt greitt tekin
um avnoktan.
- Vit kenna tað so væl
- tað, sum vit ikki tosa um,
er heldur ikki til. Og um vit
fara inn í sálarfrøðina, so
hevur tað ferð eftir ferð víst
seg, at tað sum fólk ræðast
mest, er har tey kenna seg
sjálvi mest aftur. Sostatt er
tað ikki forgjørt at siga,
at tey mest homofobisku
eru tey, sum í veruleikanum
sjálvi hava homoseksuellar
lystir, sigur Turið Debess
Hentze.
Demokratiskur
trupulleiki
Og hon vil vera við, at
tað í stóran mun upp til
politikararnar, at sannføra
fólk um, at tað er ikki loyvi
at hótta fólk vegna tað, at
tey eru samkynd.
- At hetta eisini er ein
demokratiskur trupulleiki
sæst aftur í , at tað ein
meiriluti, sum avgerð, at ein
minnilutabólkur ikki verður
hóttur, hóast minnilutin
uppí saman sigur seg verða
hóttan. Og talan er sostatt
um eitt greitt brot á øll
demokratisk
prinsipp,
at meirilutin ikki vísir
virðing fyri og lurtar eftir
minnilutanum, sigur Turið
Debess Hentze at enda.
Góðtaka forfylging av samkyndum