Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2006 7 tíðindi Løgreglan fær illa vart fólk Løgreglan eigur at koma uppí leikin tá lógarbrot eru framd. Tí fær løgreglan ikki vart ein mann, sum kennir seg hóttan á eini café, sigur Turið Debes Hentze Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Advokaturin sigur: Uppá spurningin um løgreglan fær vart ein samkyndan mann, sum sigur seg kenna seg hóttan á eini café, sigur Turið Debes Hentze, at tá løgreglan sigur seg illa kunna verja hann, tá hann verður sjikaneraður av ungfólki, so er tað satt. - Revsirættarliga er tað eins og við harð­skaps­ raktu kvinnuni, sum er farin frá manninum. Har fær løgreglan illa vart hana móti manninum, tí tað vil altíð vera ein meting, nær talan um forfylging og hóttanir. Men hon kann seta seg í samband við løgregluna, tá hann hevur bukað hana, og síðani kann hann verða revsaður. Tað er ikki uppgávan hjá løgregluni at kanna, hvat fólk tosa um, ella at uppala fólk so tey skikka sær pent. Løgreglan kemur á staðið, tá okkurt er hent, og politikararnir kunnu so átaka sær at fortelja fólki hvør atburður verður góðtikin, og hvør ikki verður góð­tikin, eitt nú við at herða revsirammuna fyri sjikanu, hóttanir og forfylging av sam­ kyndum. Soleiðis kunnu politikarar viðurkenna, at tey samkyndu eru ein útsettur bólkur, og tá verður tað eisini greitt hjá fólki, at atburðurin ikki verður góðtikin, sigur Turið Debess Hentze. Uppskotsstillarar: Vit kunnu ikki lóggeva okkum burtur úr  mannamuni og happing. Vit kunnu ikki revsa okkum burtur úr mannamuni og happing. Eykavinningurin av tí, vit samtykkja í dag, er nógv størri, nevniliga at orðaskiftið á tingi um mannamuns- og happingargreinina, orðaskiftið, sum fer at koma úti millum manna , kann gera sítt til, at vitanin um samkynd økist, at tolsemið økist, og at fólk fara at hugsa øðrvísi og meira viðkomandi um samkynd. Uppskotstillarar: Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk Hergeir Nielsen er tann einasti av tinglimunum, sum sigur seg hava broytt hugsan síðan atkvøðugreiðsluna, tá hann atkvøddi nei, fyri at nevna tey samkyndu í revsilógini. - Tað er grund til at verja tey samkyndu við lóg. Eg undrist á, at løgreglan sigur seg ikki hava heimild til at verja tey. Um so er, noyðist man at lóggeva á økinum. - Um nakrir av okkara landsmonnum eru útsettir fyri ágangi vegna teirra kynsligu orientering, so haldi eg, at man noyðist at verja tey. Um núverandi lóggáva ikki verjir tey, áttu vit at broytt lógina, sigur Hergeir Nielsen. - Orsøkin til at eg ikki atkvøddi ja, var at eftir teimum upplýsingum eg hevði fingið, helt eg, at tey samkyndu vóru vard í núverandi lóg. Í vetur var atkvøðu­greiðsla í Løgtinginum um at broyta revsilógina. Lógarbroytingin skuldi geva forboð móti at gera mun á fólki vegna teirra kynsligu orientering. Uppskotið fall við 20 atkvøðum ímóti og 12 fyri Samfelag Ella Larsen ella@sosialurin.fo Vit hava tosað við fleiri av teimum tingmonnunum, sum søgdu nei. Kjartan Joensen, Bill Justinussen, Jógvan við Keldu, Jørgen Nicla­ sen, Johan Dahl, Marjus Dam, Jenis av Rana, Óli Breckmann, Sverre Mid­ jord, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen, Kári P. Højgaard og Karsten Hansen standa við tí meining, sum teir høvdu tá. Fleiri teirra vísa á, at teir halda, at tað er burturvið at happa ella plága fólk, óansæð um orsøkin er kynslig orientering ella nakað heilt annað. Tí halda teir ikki, at tey samkyndu skula nevnast í revsilógini, tey eiga at vera ein partur av øllum borgarunum, sum eru vard. - Øll skulu hava frið at liva, og tað er eingin grund til at gera serligar lógir fyri at verja ein einkultan bólk, heldur Kjartan Joensen. - Eg meini ikki, at tey samkyndu eru annarleiðis stillaði fyri lógini enn øll onnur, sigur Johan Dahl, sum ikki heldur, at tey samkyndu skulu nevnast í revsilógini, tí øll eiga at vera líka fyri lógini. Bill Justinussen heldur ikki, at lóggáva hevði kunna steðga mannamuni á samkyndum. - Hatta hevði hent, uttan mun til hvørjar lógir vóru galdandi í landinum, tað er ein spurningur um hugburð. Kári P. Højgaard sigur seg meta, at tey samkyndu eru vard av verandi lóggávu. - Løgreglan skal verja tey, tað er teirra skylda. Tað er ein undanførsla tá løgreglan sigur, at tað ikki er lógarheimild til at verja tey samkyndu, sigur hann. Marjus Dam heldur, at vit eiga at fara væl við fólki óansæð, um tey eru samkynd ella ikki. - Tað at man happar fólk og sjenerar tey, tað haldi eg, at galdandi lóggáva átti at vart ímóti. Um hon ikki ger tað, so má man gera nakað við tað. Men eg gangi inn fyri, at lógin er meira generell, sigur hann. Jørgen Niclasen sigur seg vera skelkaðan. - Eg trúði ikki, at tað var so galið, at løgreglan ikki kann verja fólk. Løgreglan átti at fingið heimildir, óansæð um fólk eru sam­ kynd ella nakað annað, sigur hann, men hann hevur ikki broytt støðu. - Eg segði tá, tað sama sum eg sigi nú. Tað eigur at vera ólógligt at sjenera fólk, men eg haldi ikki, at vit eiga at velja ein ávísan bólk burturúr. Karsten Hansen heldur tað vera burturvið at happa fólk fyri nakað sum helst, men hann broytir ikki meining. - Grundgevingin hjá mær er, hvussu Bíblian taklar spurningin um samkynd. Hon sigur einki positivt um tey, men hon sigur frá, hvat eitt samfelag, sum góðtekur tað kann koma út í. Eg dugi ikki at síggja, at eg kann gera annað enn at góðtaka tað, sum Bíblian sigur. Akkurát hasi tingini er Bíblian rættiliga greið um. Páll á Reynatúgvu sigur eina av orsøkunum, sum var grundarlag fyri hansara avgerð, var, at orðingarnar í hinum uppskotinum vóru ikki greiðar. - Eg taki støðu eftir hvussu viðmerkingarnar í uppskotinum eru og hvussu lógargreinirnar síggja út. Grundleggjandi haldi eg ikki, at nakar skuldi kunna følt seg hóttan, grundað sítt privatlív, men eg taki støðu, tá eitt møguligt líknandi mál sær dagsins ljós. Tá uppskotið um at seta forboð móti at gera mun á fólki vegna kynsliga orientering var frammi varð tað felt við 20 atkvøðum ímóti og 12 fyri: Meirlutin í rættarnevndini mælti løgtinginum til at fella uppskotið: - Føroysk lívsáskoðan og mentan loyvir ikki at happa ella gera mannamun á fólkið, og tí metir meirilutin tað vera óneyðugt og ivast stórliga í rættleikanum í at lóggeva á slíkan hátt fyri ein ávísan bólk. Men hendir tað kortini, at fólk ella bólkar verða happað, og mannamunur framdur, so er lóggáva neyvan tann rætti mátin at fyribyrgja slíkum, men heldur økt tilvitan millum fólk um virðing fyri tí einstaka menniskjanum og lívsvirði teirra, og tað er eisini eftir hesi áskoðan, fleiri feløg og áhugabólkar virka millum børn og vaksin í Føroyum í dag. Meirilutin: Alfred Olsen, Sverre Midjord, Marjus Dam og Bill Justinussen Standa við sítt Hergeir broytt hugsan