Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 190 - 3. oktober 2006 tíðindi Landsstýrið fer seinni í mánaðin at leggja upp­skot fyri ting­ið um, at inngjaldið í Samhaldsfasta hækk­ ar við tilsamans ein­ um prosenti. Tá kann út­gjaldið hækkast upp á 2.000 kr um mán­aðin SAMHALDSFASTI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast stýrið fyri A­r­beiðs­ markn­­að­­ar­eft­ir­løn­ar­grun­ n­in hevur boðað frá, at út­gjald­ið úr grunn inum tann 1. januar komand i hækk­ar 3,2% til 1225 kr, so kunn u tey, sum eru 67 ár og eldri kortini gleðast um, at útgjaldið fer at hækka heilt upp til 2.000 kr. Orsøkin er tann , at land s­ stýrið fer at leggja fram broytingaruppskot soleiðis, at inn gjaldið tann 1. janu­ ar komand i frá báðum pørt­ um hækkar við 0,5% - ella tilsamans við einum pro­ senti. - Stýrið fyri grunn in kann sjálv­and i ikki taka støðu út frá øðrum, enn tí sum er galdand i – og út frá tí kann stýrið hækka inn gjaldið við 3,2%, sigur Hans Pauli Strøm, land sstýrismaður. Hann sigur, at Bárður Ni­e­l­sen, lands­ stýr­is­mað­ ur í fíggj­armálum seinn i í mán­­að­i­­num fer at leggja upp­skotið fyri tingið um at hækka inn gjaldið. - Tá eg sigi og havi sagt, at útgjaldið fer upp á 2.000 kr, so er tað tí, at hetta er eitt ynski frá land s­ stýrinum. Hetta er grund­að á útrokning, sum Land s­ bankin hevur gjørt, sigur Hans Pauli Strøm. Hann heitti fyrr í ár á Land sbankan um at rokna út, hvussu nógv inn gjaldið skuldi hækka fyri at fáa út­gjaldið upp við áleið 800 kr, og við hesum sum grund arlag verður lóg­ar­upp­ skotið lagt fyri tingið. Við tí fyrivarni, at lóg­ in verður samtykt, so kann stýrið fyri ­Ar­­beiðs­­markn­­ að­­ar­eft­ir­løn­ar­grunn­­ in seinn i í ár taka ta avgerð, at útgjaldið 1. januar 2007 hækk­ar upp á umleið 2.000 Samhaldsfasti rindar 2.000 kr 1. januar Arnold Vegghamar let­ur upp list­ a­fram­sýn­ing í Snarskivuni hós­dag­ in 5. oktober, kl. 16 framsýning Í sínum eldru verkum bygg­ir Arnold Vegghamar mynd­evnið upp við prikk­ um og bráðum strokum í sterk­um litum, og hetta ger, at mynd in altíð er í rørslu og ongantíð er still. Ígjøgnum ljós og skugga nærkast hann einum veruligum heimi, men teir mongu sterku og prikk­utu litirnir tykjast at vilja nakað ann að - ein persónlig tulking av land slagnum. Og hetta hev­ur Arnold Vegghamar á­hald­and i ment. Hóast lit­ir­nir enn viga mest, so líkjast tey nýggjaru verk­ ini ikki teimum eldru. Her avmynd ar hann - í lýsand i frískligum litum og nærum utt­an myrkar und irtónar - eitt yvirnatúrligt land slag. Hann nýtir greflig, men kortini rólig penslastrok. Á framsýningini í Snar­skivuni eru 15 olj­u­ máln­ingar, ið allir eru til sølu. Arnold finn ur síni mynd evni í heimbygdini á Viðareiði og í vøkru og stórbæru náttúruni har um vegir. Øll eru væl­kom­in at síggja list­a­fram­sýn­in­g­ ina í vanligu upp­lat­ing­ artíðini hjá Snarskivuni, t. v. s. mánadag til fríggj­ a­dag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. Arnold Vegg­hamar í Snarskivuni Danmark hevur ong­ar ætlanir um at steðga føroysku ætlanini um at ger­ ast limur í EFTA, segði Anders Fogh Rasmussen, for­sæt­is­ ráð­harri, í opn­ings­ røðu síni í morgun FÓLKATINGIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Christiansborg: Eftir eina drúgva summarfrítíð fóru lim­ir­nir í Fólkatinginum aft­ur til arbeiðis í morg­un. Sum vanligt er á fyrsta degnum í nýggja fólk­a­tings­ ár­i­num, legði And ers Fogh Ras­mussen fyri við eini drúgv­ari røðu til donsku tjóðina. Føroyar fingu eisini pláss í røðuni hjá for­sæt­is­ráð­harr­ a­num. And ers Fogh Rasmussen vísti á, at viðurskiftini mill­ um Føroyar og Danmark eru í góðari legu í løtuni, og tað fegnast stjórnin um. - Vit hava ment ein mod­ ern­að­an og rúmligan rík­ is­felagskap, har rúmd er fyri ymiskleika og sjálv­ støðugum politikki. Sam­ starv er hornasteinurin í rík­ is­felagsskapinum og hetta er positivt, segði for­sæt­i­­s­ ráðharrin. Eitt sind ur meira ítøkiliga greidd i forsætisráðharrin frá, at stjórnin hevur ongar ætl­anir um at forða føroyska ynsk­i­num um at fáa lim­a­ skap í EFTA og gerast part­ ur flogferðslupakkanum hjá ES. Umframt føroysku fólk­a­ tings­lim­irnar, Høgna Hoy­ dal og An finn Kalls­berg, vóru Jóann es Eid­es­gaard, løgmaður, og Edmund Jo­en­sen, løg­ting­s­ for­mað­ur­ in, eisini til staðar í Fólk­ atinginum í morgun. Hósdagin byrjar orð­a­ skiftið um røðuna hjá for­ sæt­is­ráðharranum. Millum røð­ar­ar­nar hósdagin vera bæði Høgni Hoydal og An finn Kallsberg Stjórnin stuðlar føroyskum EFTA limaskapi - Fyri at fáa útgjaldið úr Samhaldsfasta upp á 2000 kr, er neyðugt við lógarbroyting, so inngjaldið hækkar við tilsamans einum prosenti, sigur Hans Pauli Strøm, landstýrismaður