Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2006 9 tíðindi Spakin settur í fyri nýggja skúlanum í Runavík Í gjár klokkan 15 varð skipað fyri móttøku í sam­ band við, at arbeiðið við nýggja skúlanum í Runa­ vík skuldi byrjað. Hans Jacob Lamhauge, borg­ar­ stjóri, setti fyrsta spakan í. Eftir hátíðarhaldið uttan­ fyri skúlan í Runavík, varð farið inn í skúlan, har ið kaffi og køkur vóru at fáa. Einans fimm minuttir eftir, at fólkini vóru farin inn, byrjaði gravimask­in­ urnar at grava, og arbeiðið varð farið í gongd. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at gera nýggja skúlan. Huglagið var gott ímill­ um fólk, og tey tóktust at vera væl nøgd við at fáa nýggjan skúla. Stór verkætlan Hans Jacob Lamhauge bar fram røðu uttanfyri skúl­ an: – Mánadagur 2.oktober 2006 kemur at standa sum ein merkisdagur í skúla­ søguni hjá Runavíkar kom­ munu, tí at vit í dag seta spakan í fyri størstu verk­ ætlan í okkara kommunu nakrantíð. Ja, helst størstu einstaku verkætlan sum nøkur kommuna í Eystur­ oynni nakrantíð er farin undir. Ein skúlabygning sum verður 4.800 fermetrar til víddar, og sum kemur at kosta umleið 82 milliónir krónur. Hetta er eitt ódnartak fyri kommununa, men vit hava ásannað, at karmarnir um verandi skúlaskipan ikki eru nøktandi, og held­ ur enn at gera ábøtur, so valdi kommunan at taka stigið fult út og byggja nýggjan skúla, sum kemur at lúka øll tey krøv, ið und­ irvísingarskipanin krevur, segði Hans Jacob millum annað. Hann bar fram nøkur søgu­lig fakta og hugleiddi um ódnartøk, sum fyrr hava verið tikin innan undirvísingarverkið. Umframt sjálvan skúlan verður eisini skúla- og bý­ arbókasavn, matarhøll og aula, sum umframt at vera brúkt í skúlahøpi, eisini verður mentanarhúsið, sum ætlanin hevur verið at bygt her í býnum. – Tá hendan byggingin er liðug, verður møguleikin framúr góður at bjóða okkum fram at hava ymisk tiltøk á mentanarliga øki­ num. Tað verður seg tón­ leikur, fyrilestrar, fram­sýn­ ingar ella framførðslur av ymiskum slag, segði Hans Jacob. Skúli og mentannarhús Articon stendur fyri skúla­ byggingini. Teir fingu ar­ beiðið í kapping við tvær aðrar fyritøkur, sum eisini høvdu bjóðað uppá verk­ ætlanina. Jón Danielsen, stjóri í Articon, bar fram nøkur orð á tiltakinum. Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentannar­ nevnd­ini í Runavíkar Kom­ munu, helt eisini eina røðu á hátíðarhaldinum. – Øll kenna vit málið. Nógv hevur verið tosað um hetta mál upp gjøgnum árini. Ymiskar hava ætl­an­ irnar verið, men eg haldi, at vit við hesi loysn hava funnið fram til tað bestu loysnina. Allir partar hava sett sítt fingramerki á verk­ ætlina, og tí eru vit ídag komin til eina verkætlan, sum eg haldi eg kann siga, at øll hava kunnað tikið undir við, segði hann. Hans Petur fegnaðist eisini um, at møguleiki verður fyri at nýta skúlan eftir skúlatíð til onnur tiltøk. – Eg fegnist eisini um, at mentannarhúsfelagið, sum í fleiri ár hevur arbeitt við eini verkætlan um bygd­ arhús eisini hevur fingið innivist í hesi verkætlan. Við hesum samstarvi koma vit ikki bert at fáa ein vælvirkandi skúla men eisini hølir sum eftir van­ liga skúlatíð koma at hýsa menntanartiltøkum av alsskinns slag, segði Hans Nýggi skúlin í Runavík skal eftir ætlan standa liðugur í 2008. Í gjár var hátíðarhald, í samband við, at Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri, setti fyrsta spakan í og sostatt byrjaði arbeiðið. - Hetta er eitt ódnartak fyri kommununa, segði Hans Jacob í røðu sínari SKÚLABYGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Skúlin eitt livandi stað Ásmund Lamhauge er skúlastjóri í Runavíkar skúla. Hann fegnast um, at arbeiðið við nýggja skúla­ num er farið í gongd. – Vit bíða í spenningi inntil teir 36 mánaðarnir eru farnir, og vit hava ein nýggjan skúla, sigur Ás­ mund, sum ásannar, at núverandi skipan ikki er nøktandi: – Núverandi skipan hev­ ur veikleikar. Skúlabørnini eru á fýra ymiskum pláss­ um. At hava skúla í Rituvík, Søldarfirði, Glyvrum og Runavík er ikki haldbært í longdini. Tað er einans Glyvra skúli, sum hevur eitt bókasavn. Sostatt hava vit eina framhaldsdeild her í Runavíkar skúla, sum einki bókasavn hevur. Lættari at lúka krøv Krøvini til tøkniliga útgerð verða bara størri og størri, og tey eru torfør at lúka, tá ið skúlaverkið er so de­­sen­ traliserað. – Tað verður sera kostn­ aðarmikið at nøkta tørvin á telduøkinum, um vit skulu hava væl útgjørdar teldu­ stovur í øllum fýra skúlum. Við nýggja skúlanum kun­ nu vit lúka krøvini, tí at teldan skal vera eitt dagligt amboð hjá næminginum. Vit fáa eisini ein væl út­ bygdan pedagogiskan dep­il. Ásmund veit ikki rætti­ liga at siga, hvat hinir skúl­ arnir skulu nýtast til. – Skúlagongdin í Rituvík verður niðurløgd. Møgu­liga verður skúlin í Søldarfirði nýttur til sertímar. Men tað veit eg einki ítøkiligt um. – Við einari meira mið­ savnari umsiting spara vit pengar. Vit kunu nýta arb­ eiðsorkuna meira effektivt. Tú kanst kalla hetta eina rationalisering, sigur Ás­ mund. Skúlastjórin vónar, at skúlabygningurin verður nýttur til annað enn skúla­ gongd. – Eg vóni, at skúlin verður eitt livandi stað, sum allur býurin er glaður fyri. Vónandi verður virksemi í skúlanum allan dagin. Eg haldi, at ein so flottur og dýrur bygningurin skal nýtast mest møguligt, sigur fegni skúlastjórin at enda. Skúlastjórin í Runa­ víkar skúla, Ásmund Lamhauge, er sera fegin um, at tey nú fáa nýggjan skúla­bygn­ ing. Næmingarnir og umsitingin verða meira miðsavna, og tað verður lættari hjá teimum at lúka mill­ um annað tøkniligu krøvini. Ásmund vónar, at skúlin verður eitt livandi stað, har ið virksemi er allan dag SKÚLABYGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Modell av nýggja skúlanum. Har vera 18 stovur, bókasavn og annað. Skúlin verður 4800 m2, og hann fer at kostað um 82 milliónir krónur Mynd: Jens Kr. Vang Skúlastjórin í Runavíkar skúla fegnast um, at tey fáa nýggjan skúlabygning. Núverandi skipan hevur fleiri veikleikar, viður­ kennir hann Mynd: Heini S. Kristiansen Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, setti spakan í. Longu fimm minuttir eftir at fólk vóru farin inn, byrjaði arbeiðið at grava út Mynd: Jens Kr. Vang Kári P. Højgaard, Hans Jacob Lamhauge og Jón Danielsen stilla upp til æru fyri myndamannin. Fólk vóru í góðum lag til hátíðarhaldið Mynd: Heini S. Kristiansen