týsdagur 3. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 190 - 3. oktober 2006
Serstakliga týsdagar men eisini allar aðrar útgávu
dagar fer Sosialurin miðvíst at gera meira burtur
úr vinnulívinum. Vit hava fingið nógvar áheitanir
frá lesarum og viðskiftafólki um at umrøða henda
partin av samfelagnum meira gjølla, og hesum
ynski taka vit til eftirtektar, tó at vinnan altíð
hevur verið náttúrligur partur av blaðnum. Nú
verður tað bara gjørt meira miðvíst, serstakliga
hvønn týsdag.
Føroyskt vinnulív, ið áður mest snúði seg um
fiskivinnuna, er í dag nógv meira fjøltáttað, og so
við og við hava eisini aðrar vinnugreinar fingið
fótin fastan. Her er bæði talan um ferðavinnu,
KT-vinnu, frálandavinnu oa. Altjóðagerðin hevur
so eisini fingið fótafesti her hjá okkum, og hon
er eisini við til at seta síni fingramerki á okkara
vinnulív.
Alsamt fleiri føroyskar fyritøkur gerast meira
internationalar. Her er við at henda ein hug
burðsbroyting, ið serstakliga uppá longri sikt kann
gagna øllum samfelagnum. Betraða samskiftið
við útheimin eigur so eisini sín lut í hesum
positivu broytingum. Alsamt fleiri føroyingar við
útbúgving og royndum venda eisini heimaftur
fyri at vera við til at menna vinnulívið. Hetta
er so vónandi nakað, sum fer at síggjast aftur í
framtíðini. Føroysk vinnulívsfólk eru eisini virknir
partar av ráðstevnum og messum í útlandinum
eins og vit eisini fáa vinnulívsfólk henda veg
at halda ráðstevnu, fyrilestrar og skeið. Eisini
tað at Føroyar gerast meira sjónligar gjøgnum
umboðsstovur í útlandinum hevur sína góðu
ávirkan á vinnulívið.
Uppgáva okkara er at upplýsa men eisini krittiskt
at seta teir røttu spurningarnar fyri harvið at
skapa grundarlag undir einum breiðum og góðum
kjaki. Sosialurin leggur í dag fyri við umleið 12
vinnusíðum, har vit viðgera vinnuna breitt. Vit
hava vitjað FJM í Runavík, vit hava verið á ferð
við Faroe Jet, her er tilfar frá oljuráðstevnuni í
Havn, vit vitja nýggju skrivstovuna hjá Sansir í
Danmark, vit hava verið við til fletting, nýggjur
vinnuportalur verður umrøddur, alingin er aftur á
breddanum osfr. Eisini eru vit við til spennandi
fyrilestur við fyrrv. amerikanska forsetanum,
Bill Clinton. Tað skal vera okkara vón, at lesarar,
lýsarar og viðskiftafólk annars fara at taka væl
undir við hesi menning av blaðnum, sum tit eisini
kunnu gerast partur av.
Sosialurin
Vinnan meira í fokus
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Eitt
nýtt
demokratiskt
roknistykkið
er
komið
fram í bløðunum seinastu
tíðina. Tey sum sita heima
og ikki taka lut í valum/
atkvøðugreiðslum
skulu
teljast við! Onkur hevur
borað í 60 ára gomlum valtøl
um, onkur annar hevur gjørt
ein »Oppebørsel« burtur úr
hesum. Og sigast má, at
úrslitið er meiri spennandi
enn ein skaldsøga úr Skála
vík, meiri spennandi enn
»Rolf Krage«!
Talt skeivt!
Tá danir atkvøddu um at
fara upp í EEC í 1972,
atkvøddu 63% JA og 37%
NEI av teimum sum møttu
upp at atkvøða. Men telja
vit tey uppí, sum ikki møttu
var eingin munur millum JA
og NEI, og tí átti Danmark
helst ikki at farið upp í EEC
í 1972. Í 1994 atkvøddu
51,8% av svenskarum fyri
EU-limaskapi, og 48,2%
atkvøddu ímóti. Telja vit
tey uppí, sum ikki møttu
upp at atkvøða, var ein
reiðiliga stórur meiriluti
av svenskarum ímóti EU-
limaskapinum. Danmark
og Svøríki áttu at brúkt
Evruna sum gjaldoyra í dag,
sjálvt um 53% atkvøddu
ímóti í Danmark, og 54%
atkvøddu ímóti Evruni í
Svøríki. Sjálvandi skulu
tey sum ikki fóru á val
teljast upp í atkvøðutalið
hjá teimum í Danmark og
Svøríki sum vildu hava
evruna sum gjaldoyra. Tað
er ikki meir enn rímiligt!
Leirvík
Í Leirvík atkvøddu 61%
fyri Eystur Kommunu,
meðan
39%
atkvøddu
ímóti at leggja saman við
Gøtu. Men valluttøkan
var sera lág. Telja vit allar
sofaveljarar í Leirvík við,
var ein tryggur meiriluti
av
leirvíkingum
ímóti
kommunusamanleggingini.
Forsetavalið í USA í 2000
var sera spennandi. Tað var
púra javnt millum Al Gore
og George W. Bush. Bert ein
fínteljing og rættarútsøgn í
Florida gjørdi, at Bush vann.
Men 40% av amerikansku
veljarunum
atkvøddu
ikki til forsetavalið. Bush
og Gore fingu bara góð
30% í part, um vit brúka
Boribørsel-rokniháttin.
Ergo: átti ein sofaveljari at
verið amerikanskur forseti
í dag. Tannlæknafelagið og
HB-stuðlar verða tey fyrstu
feløgini í landinum, ið fara
at telja tey við, sum ikki
møta upp til aðalfundin
hjá áðurnevndu feløgum.
Góð 13% sótu heima
síðsta
løgtingsval,
gev
sofaveljarunum 4 tingmenn,
beinavegin. Tað er bæði rætt
og rímiligt! Sofaveljarar
hava eina stóra politiska
framtíð. Nú verða tey
(endiliga) tald við! Yvirføra
vit Boribørsel-rokniháttin
til fótbóltin gjørdust Royn
og VB/Sumba nr. 1 og 2 í
1. Deild. Tey møttu ikki!
DØTUR: Spell, at nógvir
føroyingar siga fleiri døtrar
og ikki døtur, sum er tað
rætta. Ja, sjálvt foreldur,
sum
eiga
døtur,
siga
døtrar!?
Í onkrari sjónvarpsskrá í
bløðunum hevur hetta orðið
staðið í fleiri mánaðir (ein
mánaður). Er annars eingin
rættlestur í bløðunum long
ur?
Hví munnu fólk siga
døtrar og ikki døtur?
KÁ (KA):Takk fyri við
merkingina, Sjúrður!
Hugaligt, men tú tekur
heldur rívan til! Jú, eg
grynni væl. Vit grynna, um
vit ikki vassa ov langt út.
Fyrr í tíðini lærdu vit at
siga bókstavirnar á donsk
um: hå og kå. Nú á døgum
munnu allir skúlar læra
børnini at siga bókstavirnar
á føroyskum: há og ká!?
Á-ljóðið í ká verður jú
úttalað a (ikki fyrra a) á
norðoyamáli. Vit skulu
sjálvandi varðveita bygda-
og oyggjamálini.
Tískil eitur liðið KÁ Í
(KA Í) ! Sera einfalt.
KÁ Í vann steypsdystirnar
á Skála! KÅ Í vann ikki á
Skåla!?
Á Borg á Argjum 2. oktobur
2006
Við tvítýddari
malkvøðu±
DØTUR, ikki DØTRAR!
HÁ og KÁ, ikki HÅ og KÅ!
Eyðun
á Borg
»Al magt til dem der sidder hjemme?«
Heri
Simonsen