Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2006 11 tíðindi Gjaldið úr samhaldsfasta hækkar meira enn so Fleiri pensjonistar mundu kenna seg snýttar, tá tað í farnu viku stóð skrivað í bløðunum, at Arbeiðsmarknaðareftirløngargrunnurin (Samhalds­ fasti) í komandi ári, einans fór at gjalda teimum 1.225 krónur í part um mánaðin. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur sagt alment, at gjaldið úr Samhaldsfasta verður einar 2.000 krónur um mánaðin frá 1. januar 2007. Men í farnu viku sendi stýrið fyri Samhaldsfasta eitt tíðindaskriv út til fjølmiðlarnar, har boðað varð frá, at gjaldið verður einans 1.225 krónur um mánaðin. Tað er ikki løgið, at pensjónistarnir kendu seg snýttar, tá teir sóu hetta. Men tíbetur er hetta ikki allur sannleikin. Tað er nevniliga soleiðis, at stýrið fyri Samhaldsfasta avger einaferð um árið, hvussu høgt gjaldið skal verða tað komandi árið. Tað er hetta gjaldið, sum grundað á verandi inngjald, er sett til 1.225 krónur. Men tá er ikki tikið við, at eitt uppskot er á veg um at broyta inngjaldið til grunnin, soleiðis at útgjaldið frá 1. januar 2007 kann hækka. Pensjónistarnir kunnu sostatt síggja fram til, at gjaldið í 2007 verður hægri enn tær 1.225 krónurnar um mánaðin. Um tað kemur heilt upp á tær ætlaðu 2.000 krónurnar um mánaðin, kann tó bara tíðin vísa. Tað er sjálvsagt ikki er uppgávan hjá stýrinum fyri Samhaldsfasta at boða frá politiskum ætlanum, men tað hevði tó ikki gjørt nakað, um stýrið hevði nevnt ætlaðu broytingarnar í tíðindaskrivinum, soleiðis at pensjónistarnir ikki gjørdust óneyðugt ørkymlaðir. Helgi Abrahamsena Eg var á MJÚS í ár. Búgvi annars í Grønlandi, men skuldi koma heim í feriu síðst í juni. Nakrar fáar dagar áðrenn kom eitt SMS: ’Skullu vit fara á MJÚS’. Ja, ja, ja, eg havi ongantíð verið á Sandoynni, og endi­ liga ein grund til tað. Vit skulu møtast í Havn, so eg fari vid bussinum úr Miðvági, bara 40 minuttir seinkaður, men hvat ger tað, vit skulu bara til Sands einaferð. Úr Havn fara vit við bili til Gomlurætt. Har standa minst 35 bilar. Longu óvanir við at standa í kø. Veit tú hvat vit gera, vit taka teltið við yvirum og við bussinum til Sands. Tad gera vit. Tá vit koma til Skopun regnar eitt sind­ur, meðan vit koyra til Sands regnar eitt sindur illa, og tá vit standa á tjaldingar­ plássinum oysir niður. Pinnar og stengur, telt og snørir verður stoytt út á bøin, og teltið sett upp. Onkur sum kom framvið spurdi, um vit skuldu hava hjálp, tað hevur kanska ikki sæð so gott út. Men upp kom tað. Vit fara inn at standa. Innara teltið er bara net, so tað hevur regnað niður ígjøgnum, so botnurin er ein stórur hylur. Vit oysa við hond og turka við wc pappíri sum onkur hevur í lummanum og so er hampuligt. Bilførarin kemur turrur og í góðum lag. Hann hevur eina køks­ rullu í bilinum, so vit fáa tad turt og gott inni. Hoyrir tú, hvør syngur, spyr hann. Nei. Fríbjørg, sigur hann? Fríbjørg Jensen?? Hann murrar, »tvey hjørtu tveir skuggar tvey andlit«. Skopunargenturnar!!! Er hon til enn? OK eg var hálvvaksin i trýssinum og eg eri til enn. Vit lata okkum í poncho og fara oman til teltið at lurta. Jú hon er til og í fult sving. Tað er okkurt sjarmerandi við henni, tá ið hon syngur. Vit standa og lurta eftur »Umskilda eg havi bert eitt hjarta« og øðrum sangum, country og hennara egnar sangir. So er hon ligug og fer av pallinum. Vit eru nøkur ’gomul’ sum fara at syngja ’Tvey hjørtu, tveir skuggar, tvey anlit’. Fimm minuttir, tíggju minuttir, fimtan minuttir, hás og køld. So kemur hon frammaftur. Tit mugu orsaka, kanska minnist eg ikki øll orðini, sigur hon. So syngur hon ’Tvey hjørtur, tveir skuggar, tvey anlit’,  og um tað ikki hevði regnað, so hevði okkurt tár sæst rennandi niður eftur kjálkanum. So er tíð til at fara runt myllum teltini og keypa franskan hotdog og øl ella sodavatn. Næsta konsertin er við einari norskari damu sum syngur rættuliga væl, men havi ongantíð hoyrt hana fyrr, so tað sigur mær ikki so nógv. Nú er bara at bíða eftur Bonny Tyler. Hon skal syngja klokkan 9. Onkur hevur lánt eini hús i Skálavík, so vit fara yvur at kroka. Klokkan níggju eru vit har aftur. Standa tøtt framman fyri pallin har hon skal syngja. Bíða ein hálvan tíma, so fer onkur at syngja ’My Bonnie’, ein hálvan tíma afturat og vit syngja. Onkur kemur fram á pallin og biður okkum um at vera tolin, Bonny hevur havt ein ringan dag. Um hálvgum ellivu tíðina koma musikarnir, nógvir. Kanska áðrenn klokkan ellivu kem­ ur Bonny og syngur ’Have you ever seen the rain’ og so er alt gloymt. Vit standa og lurta og syngja við tá ið vit kunnu. Í einari pausu sigur hon, at hon hevur havt ein ringan dag. Flogferðin var ikki góð og undir lendingini hevði hon sagt við seg sjálva: »eg vil ikki doyggja, eg vil ikki doyggja nú«. Men tey lendu í øllum góðum. Baggagan hjá teim­ um var ikki við. So avstað til Havnar. Oman fyri Fútaklett var ein skriða og um vegin, so tey vóru noydd at bíða til tað var ruddað vekk. Góðir klædnahandlar tit hava. Og so tapti England til Portugal í fjóringsfinaluni í VM. Men eg leggi onki í tað, leggur hon afturat, eg búgvi í Portugal. Meðan hon hevur spælt, er tað vorðið turt og nú er tað all right at verða á festival. Kundi gott tonkt mær at hoyrt Sámal og Jóan Jakku, men nú er vorðið so seint, at børnini vilja sleppa heim at sova. Vit fara til Skálavíkar og hava eina góða nátt. Næsta morgun fara vit til Sands at taka teltið nidur. Nú er turt. Aftaná fara vit á bensinsøluna, keypa ein ís og sodavatn, og seta okkum uttanfyri eina løtu. Sólin skínur, ein perfektur dagur til at halda festival, so óreint kann tað verða. Men soleidis er, tá man skal gera nakað uttandura. Sandur er ótrúliga góður til festival. Slættur bøur til at seta telt á, og ein stór oyra til festival teltini. MJÚS Qaqortoq Hans Vilhelm Rasmussen Í sambandi við viðgerð av munnligum fyrispurningi í løgtinginum 20. september, bar eg fram spurning til landsstýrismannin í heilsu­ málum Hans Paula Strøm, um tíðin ikki er komin, til at vit fáa eina óhefta góðsku kanning av føroysku sjúkrahúsunum. Sera lemjandi kritikk­ ur av viðgerðini á Lands­ sjúkrahúsinum, er í fleiri førum alment førdur fram, og kunnu vit hvørki sum brúkarar, ella sum politik­ arar, liva við so álvarligum ákærum móti føroyska sjúkra­húsverkinum. Sein­ asti kritikkurin, ið verður førdur fram í Sosialinum 27. september, har dóttir vísir á viðferð og viðgerð mamma hennara fekk gjøgnum fýra ár inn og út av landssjúkrahúsinum, er so út av lagið vánaligt, at nú má vera nokk. Haldi ikki tað tænir sjúklingum ella starvsfólki, at bíða verður við eini góðskumeting, vit eiga at kunna skjalfesta yvirfyri brúkarunum, at røktar støðið og sjúkuviðgerðar støðið er nóg høgt, og fult á hædd við hini norðurlondini. Eins og vit hava samtykt at fólkaskúlin skal vera við í eini altjóða góðskumeting, PISA kanningin, fyri at tryggja støði og alla tíðina at kunna liva upp til nútíðar krøv, eiga vit eisini at tola og tora at gera eina slíka altjóða kanning av føroyska sjúkrahúsverkinum. Á ríkissjúkrahúsinum í Dan­mark hava tey eitt altjóða viðurkent felag at gera góðskumeting av dygdini í røkt og viðgerð. Tað er Joint Commission Internationals sum hev­ur 368 standardir fyri kvali­ tet, og sum tey eftir­kanna. Høvuðsøkini sum verða kanna eru – atkoma til viðgerð, - rætt­indi hjá sjúklingum og avvarð­andi, - meting av sjúklingi, - viðgerð av sjúklingi, - vegleiðing av sjúklingi og avvarðandi, - góðsku­ menning og sjúklingatrygd, - fyribyrging og kontroll av ígerð, - leiðsla, - trygd, infrastrukturur og veit­ ingar, - útbúgving og kvali­ fikatiónir hjá starvsfólki, - data og stýring av upp­ lýsingum. Haldi landsstýrismaðurin eigur at hyggja nærri eftir hesum slagið av góðsku­ meting av heilsu­verkin­um, kanska eisini eftir øðrum háttum at gera góðsku­ meting, sum kunna seta okkara sjúkrahús á ein altjóða stiga og harvið upp­lýsa fyri brúkarunum hvat veruliga røktar og viðgerðarstøði er. Hetta áliggur lands­stýris­ manninum í heilsumálum at taka avgerð um, men enn hevur hann ikki hirt at svara spurninginum eg setti honum í løgtinginum, loyvi mær við hesum skrivi enn einaferð at reisa spurningin, og vóni at fáa eitt nøktandi svar, brúkarum og starvsfólki til gagns og løgtinginum til grundarlag fyri støðutakan, tá avgerðirnar viðvíkjandi landssjúkrahúsinum skulu takast. Á Miðalsbrekku 2. oktober 2006 Nær fáa vit góðskumeting av føroysku sjúkrahúsunum? løgtingskvinnaa Heidi Petersen Svart tos Alfred Olsen Ein visti ikki, um ein skuldi vera flóvur ella illur, tá Útvarpið spurdi Alfred Olsen, formann í rættarnevnd løginsins og næstformann í Sambandsflokkinum um tað, at fólk háða og gera seg inn á samkynd. Alfred Olsen hevði bert tað at siga, at verða samkynd háðað og niðurgjørd, ja, so skal løgreglan leggja uppí. Alfred Olsen veit fyri tað fyrsta, at løgreglan kann einki gera, slíkt er ikki ólógligt í Føroyum. Tað, sum verri er, er at løgtingsmaðurin tykist ikki hava ampa av, at lóggevandi vald okkara ikki vil gera nakað fyri, at slíkur atburður verður ólógligur. At lóggevandi valdið ikki vil taka frástøðu frá slíkum atgerðum. Nokk so løgið, tá hugsað verður um, at maðurin hevur verið løgtingsmaður síðan 1998, og hvønn status hann hevur í Sambandsflokkinum. Alfred Olsen tosaði í veruleikanum svart, kolasvart, henda dagin. Eitt er at fólk, eisini løgtingsfólk, mistaka seg á ein ella annan hátt. Tað hendir hvønn dag. Men at tað skal kunna bera til, at løgtingsfólk sleppa væl frá at siga slíkt, sum Alfred segði mánakvøldið í Útvarpinum. Tað vísur hvussu lítið mentur okkara demokratiski hugburður í veruleikanum er. So at siga allar grundgevingar, sum tingfólk høvdu seinasta heyst, fyri ikki at atkvøða fyri uppskotinum um at áseta løgliga verju av samkyndum, eru til einkis gjørdar so dyggiliga. Sum menniskja skammist eg, sum føroyingur skammist eg og sum politikari kenni eg skommina sum fullgjørda. Vís virðing heldur enn at tosa svart. løgtingsmaður Finnur Helmsdal