týsdagur 3. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 190 - 3. oktober 2006
– Tað er stórur munur á at spæla í Premier League og í næstbestu
deildini, men eg haldi, at tað er truplari at spæla í næstbestu
deildini
Seol Ki-Heyon, koreanskur spælari í Reading
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Føroyar
vunnu
stórsigur
Tað er ikki ofta, at før
oysk fótbóltslið vinna
stórsigur í altjóða fótbólti,
men tað eydnaðist hjá
U19 kvinnulandsliðnum
sunnudagin.
U19 kvinnurnar vóru
í farnu viku við í EM-
undankapping í Svøríki,
og mótstøðan var sera
hørð. Føroyar endaðu í
bólki saman við Svøríki
og Fraklandi, sum verða
roknað millum sterkastu
liðini í Europa, og tað
endaði eisini við tveimum
7-0 tapum til Føroyum.
Sunnudagin spældu
Føroyar ímóti Kazakhstan,
og nú var sum vent í
holuni. Hesaferð var tað
føroyska liðið, sum var
greitt við yvirlutan.
Føroysku
genturar
løgdu hart út og høvdu
frá byrjan fleiri málmøgu
leikar. Men hóast greiða
yvirvág og fleiri mál
møguleikar, so kom ikki
hol á fyrr enn, tá 29 min
vóru leiktir. Longu tveir
minuttir seinni bleiv tað
til 2-0. Málini komu eftir
somu uppskrift. Heidi
Sevdal sendi Hannu
Isaksen avstað, og hon
rann báðar ferðir frá
verjuni og skoraði.
Í seinna hálvleiki
høvdu føroysku genturnar
somuleiðis greiða yvirvág.
Tá 58 minuttir vóru leiktir,
fingu Føroyar 3. málið,
og næstu 15 minuttirnar
skoraðu Føroyar trý mál
afturat. Fyrst var tað Olga
Kristina Hansen, sum setti
eitt innlegg úr vinstru frá
Heidi Sevdal í mál. 4-0 var
eftir horna, sum Hellen
Haraldsen sendi innfyri,
og Jacoba Langgaard
skallaði í málið. 5-0
kom uppá brotsspark,
sum bleiv dømt, eftir
at stinni verjuleikarin
Bjørg
Syderbø
var
komin fram við og var
sparka niður í fríari
skotstøðu. Liðskiparin,
Jacoba Langgaard, sendi
brotssparkið trygt í málið.
Heidi Sevdal slerdi sigur
in fastan við málið til
6-0.
Fult uppiborin sigur,
har føroyska liðið slapp
at spæla álopsfótbólt
og brúka kreftir longur
frammi á vøllinum enn í
dystunum ímóti Fraklandi
og Svøríki.
Fyrstu dystirnir
í hondbóltskapp
ingunum hjá
monnum og kvinnum
verða spældir um
vikuskiftið. Longu
leygarkvøldið bresta
VÍF og Kyndil saman í
Vestmanna
Hondbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin kl. 18.00 verður
fyrsti hondbóltsdysturin í
nýggju landskappingini hjá
monnum spældur. Dysturin
verður í Vestmanna, og tað
verða arvafíggindarnir VÍF
og Kyndil, sum fara at bresta
saman.
Hesi liðini hava seinnu árini
verið harðir kappingarneytar
í toppinum, og leygardagin
fæst fyrsta ábendingin um,
hvussu liðini eru fyri í ár.
Sunnudagin
verða
tveir dystir í Atlantic Air
ways kappingini, sum
landskappingin hjá monn
um verður rópt. Tá fara
Neistin og StÍF at spæla í
høllini á Hálsi í Havn, og í
Hoyvíkshøllini spæla H71
og KÍF.
Hondbóltssambandið
hevur sent fyrstu trý umfør
ini í landskappingini út, og í
øðrum umfarinum 14. og 15.
oktober verða dystirnir hesir:
KÍF-Neistin, StÍF-VÍF og
Kyndil H71. Í triðja umfari
29. oktober verður spælt
soleiðis: H71-StÍF, KÍF-
Kyndil og VÍF-Neistin.
Kvinnurnar
byrja eisini
Sunnudagin verður fyrsti
dysturin í kvinnudeildini, og
hann verður spældur í Havn.
Neistin tekur ímóti StÍF.
Søljan hevur tikið sítt lið
úr fremstu kvinnudeildini,
og tí eru bert fimm lið eftir í
kappingini – Stjørnan, Neist
in, VB, StÍF og Kyndil.
Tann 14. oktober spæla
meistararnir úr Stjørnuni
fyrsta dystin, og hann verður
á útivølli ímóti StÍF. Dagin
eftir spæla Kyndil og VB
í Havn. Tann 29. oktober
verða tveir dystir á skránni.
Tey bæði fremstu liðini í
fjør, Stjørnan og Neistin,
spæla í Klaksvík, og í Vági
spæla VB og StÍF.
Hondbólturin byrjar við braki
Formulaliðið
Ítróttar-Sosialurin mannar vikuliðið við spælarum,
sum stóðu seg væl í 25. umfari av Formuladeildini
sunnudagin
Hondbóltskappingin byrjar leygardagin, og um vikuskiftið spæla bæði menn og kvinnur
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo