Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2006 13 Stutt sagt U17 fótbóltslandsliðið, sum skal verða við í EM- undankapping í Norð­ur­ írlandi, er nú tikið út. Lands­liðsvenjararnir Pæt­ ur Clementsen og Finn Johannesen hava sent boð eftir hesum spælarum: Hans Jørgensen, Erland Berg Danielsen SKÁLA, Sámal J. Djurhuus, Ási Dam FS Vágar ’04, Heri Nesá, Viljormur Davidsen, Klæmint A. Olsen, Jóhan Símun Edmundson NSÍ, Rógvi S. Holm B36, Gun­ leif Olsen TB, Eli Simon­ sen, Páll Klettskarð, Andri­ as N. Ellingsgaard, Jógvan Isaksen KÍ, Erling Jacobsen GÍ, Heini Vatnsdal, Martin Tausen VB, Thomas J. Thomsen HB. U17 landsliðið fer úr Før­ oyum týsdagin 17. oktober og skal spæla dystir ímóti Norðurírlandi, Sveis og Kypros. Dysturinir verða spældir í Belfast. U17 dreingirnir tiknir út til EM Sunnudagin spældi næstfremsta liðið í Sveis, Sion, steypadyst ímóti einum liði úr triðbestu deildini. Í hálvleikinum var Sion aftanfyri 1-0, og tað gjørdi argentinska venjaran hjá liðnum so illan, at hann segði upp – á staðnum! Nelson Clausen segði i hálvleikinum við spælararnar hjá sær, at hann gavst sum venjari, og so rýmdi hann. Spælararnir vóru kløkkir, men fóru á vøllin aftur og vendu dystinum til ein 3-1 sigur. Venjari segði upp í hálvleikinum Sunnudagin var seinasta einstaklinga­ kappingin í triathlon á skránni. Kappast varð á OL-teininum, sum svara til 1/4 triathlon Triathlon tíðindaskriv Kappingin var í Havn, og var byrjað við 1500 m svimjing í svimjihøllini. Ikki óvæntað var Gud­ mundur Joensen fyrstur upp úr hylinum, sjálvt um hann svam 50 m longri enn teir 1500m, tí hann ikki legði merki til reyðu plátuna, sum vísir svimjaranum, at nú eru 50 m eftir. Hann var eisini fyrstur út á 40 km. súkkluteinin. Millum 3 og 4 min. seinni kom Gunnar Dahl Olsen úr hylinum, og 1 min. 38 sek. aftan á hann kom Evald Rasmussen. Báðir komu í senn út til súkklurnar og út á súkkluteinin, har Gunnar streyk avstað sum ein hvirluvindur. Ev­ald rendi í fløskubrot á Hvítanesvegnum, men súkkl­aði tó spakuliga víðari, meðan hann bíðaði eftir einum bili við eyka hjólum. Tey fekk hann inni á Sundi, men tá var Andrass Joensen, sum hesaferð bæði svam og skifti skjótari enn vanligt, longu farin framvið við góðari ferð. Seinasti maðurin úr hylinum, Áslakur Nesá, skifti skjótt og súkklaði sína bestu tíð, og millum Kald­baksbotn og Kaldbak yvirhálaði hann Evald, sum ikki hevði fingið gongd í aftur aftaná punkteringina. Í Kaldbak fekk Gunnar eis­ini fatur í Gudmundi, sum annars hevði verið heil­ ar 5 min. frammanfyri, tá súkklingin byrjaði. Áslakur át seg alt meira og meira inn á Andrass, og tá skift var til 10 km renning, vóru teir 4 min. Andrass hevði vunnið sær í svimjingini minkaðir til 38 sek. og stutt aftan á at byrjað var at renna, fór Áslak­ ur framum, og kom á mál sum nr. 3. við síni best tíð nakrantíð. Tað sama gjørdi eisini Andrass. Gudmundur sum bleiv nr 2. hevur nú bara Gunnar Dahl Olsen og Eli Christiansen farmman fyri seg í triathlon. Men høvuðspersónurin, skjótt 42 ára “gamli” Gunnar Dahl Olsen vann sítt áttanda FM-heitið, og var hetta eisini nýtt føroyskt met við tíðini 2.12.53. Gamla metið átti Gunnar sjálvur, og var tíðin tá 2.13.45. 1/12 traithlon Her vóru bara 4 íðkarar, 2 svimjarar og 2 rennarar. Ikki at undrast yvir, so vóru svimjararnir Mourits Dan­berg og Helena G Jacobsen fyrst úr hylinum og úr á súkkluteinin. Men tá farið var at renna endaði galið. Mourits rann skeivt og Helena fekk krampa og tí góvust bæði. Hini bæði, Rannvá Djur­ holm og Holger Arnbjerg, brúkti eitt sindur longri tíð í svimjihylinum, men í súkklingini og renningini gekst væl. Rannvá, sum hevur roynt triathlon nakrar ferðir, kom á mál við bestu tíð, og Holger, sum royndi seg fyrstu ferð, byrjaði var­liga og setti so ferðina upp, og seinasta umfar á renni­teininum rann hann 1 min. 15 sek skjótari enn fyrsta. Liðkapping eftir Føroya Triathlon Felag skip­ ar um tvær vikur fyri FM í sprint triathlon fyri lið, Har skulu ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða eitt felag, fyritøku, áhugabólk ella familju. Kappingin verður í Havn, og kappast verður í 750 metra svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Fyrst verður svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðugur at svimja, rennur svimjarin út til súkklaran, og sendi hann avstað. Súkklað verður frá Svimji­høllini til rund­koyr­ ing­ina við Skansan og aft­ ur til rundkoyringina R.C. Effersøesgøta/Norðari Ring­ vegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins. Her verður skift til renn­ ing, og sendir súkklarin nú ein rennara avstað. Runnið frá innkoyringini til Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til vinstru eftir Skraddaragøtu, aftur til vinstru inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Lands­ ins. Runnið verður 6 ferðir runt. Tilmelding á www. triathlon.fo Gunnar vann OL-teinin Triathlon-úrslit OL-teinurin Navn Svimjing skift Súkkling skift Renning Samlað Gunnar D. Olsen 24.05 2.52 1.03.52 0.35 41.56 2.14.53 Gudmundur Joensen 20.44 2.06 1.14.54 0.12 41.16 2.19.12 3. Áslakkur Nesá     31.07 1.43 1.08.51 0.31 43.02 2.25.14 4. Andrass Joensen    27.18 1.41 1.12.20 0.31 45.04 2.26.54 5. Evald Rasmussen    25.43 1.26 1.22.49 0.019 50.15 2.41.32 1/12 triathlon Navn Svimjing skift Súkkling skift Renning Samlað Rannvá Djurholm 6.27 2.50 15.59 0.02 12.43 50.01 Holger Arnbjerg 8.44 3.06 18.59 0.11 16.29 58.31 Talan var um seinastu einstaklingakappingina á árinum, og lukkutíð var kalda høgætting tá ikki reiðiliga komin at høvuðsstaðnum, meðan kappast varð Mynd: Jens Kr. Vang