týsdagur 3. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 190 - 3. oktober 2006
Tiltakið gav umvegis
Hans Blix eitt gott innlit í
vápnahóttanina í heiminum
í dag. Tá hugsað verður
um yvirgangsbólkar, so er
tað møguleikin fyri evna
frøðisligum vápnum, vit
skulu leggja størstan dentin
á. Kjarnorkuvápn eru ov
trupul at fáast við, um tey
ikki beinleiðis verða stolin.
Lívfrøðilig vápn eru heldur
ikki bara sum at siga tað at
fáast við. Veruliga hóttanin,
sum vit skulu hugsa um, er
vápnadubbingin sum hev
ur tikið seg uppaftur mill
um lond. T.d. vil Iran hava
kjarnorku, tí Pakistan, India
og Ísrael hava. Rusland og
Kina mugu menna seg, tí
USA mennir seg við missil
verjuskipan os.f.r. Har
afturat eru vápnini frá Kalda
Krígnum ikki enn í nóg
stóran mun tikin burtur. Tí er,
sambært Blix, stórur vandi
fyri eini neiligari ringrás við
vápnadubbing, um altjóða
samstarv ikki fæst á økinum.
Kappingin millum lond er
ein størri hóttan enn t.d.
yvirgangshóttanin.
Blix legði eisini dent á, at
innrásin í Irak uttanum ST er
beint ímóti niðurstøðuni hjá
vápnaeftirlitsmonnunum,
og vísir tað, at stórur tørvur
er á broyting.
Clinton gav eina mynd av,
at fyri fyrstu ferð í søguni
hevur einstaklingurin stór
an møguleika at ávirka
umvegis at geva pengar
til ymsar felagsskapir, við
beinleiðis felags røddum og
NGO felagsskapum. Tí er
neyðugt at einstaklingurin
tekur støðu og roynir at
ávirka.
Allar
avgerðir
verða ikki longur tiknar av
politikarum og poliskum
skipanum. Eisini vísti hann
á, at tað er altavgerðandi at
arbeiða við trygdarpolikki
Hans Blix hevur
seinastu 3 árini
staðið á odda fyri
arbeiðnum at meta
um vandan av hóp
oyðingarvápnum
og hvussu heimurin
kann tryggjast móti
hesum hóttanum.
Hetta er gjørt í
The Weapons of
Mass Destruction
Commission.
Frágreiðingin bleiv
almannakunngjørd
í summar og er tað
partvíst í støði frá
hesi frágreiðing,
at Blix tosar fyri at
vísa á hvar veruligu
vandarnir í dag eru.
Trý sløg
Tá talan er um hópoyðing
arvápn, er talan um trý sløg.
Lívfrøðilig, evnafrøðislig og
kjarnorkuvápn.
Sjálvt um flestu borgarar
og lond eru samd um at
tað er alneyðugt við eftir
liti og tálman av hesum
vápnum, so henda tó sera
lítil framstig. Tað er eitt
bann um lívfrøðilig vápn
frá 1972, men sum ikki
kann sigast at virka, hóast
biotøknin er í stórari menn
ing. Evnafrøðislig vápn
bannað í 1970 og har hava
20 ára samráðingar enn
ikki ført til nakað úrslit.
Kjarnorka eru undir altjóða
kjarnorkustovninum IAEA,
men har eru eisini javnan
trupulleikar, so sum í Iran
nú.
Blix vísti á, at kjarnorka
er sera torfør at arbeiða
við og framleiða, og tí ikki
sannlíkt til yvirgang, uttan
so at talan er um stolna
bumbu ella eina skitna
bumbu. Hetta merkir at
koyra geislandi evni á
eina vanliga bumbu. Lív
frøðisligt vápn eru eisini
torfør, og tí er mest sannlíkt
at talan er evnafrøðislig
álop, sum eisini blev brúkt
í undirgrundini í Japan, um
eitt av hesum sløgum skal
brúkast til yvirgang.
Annar vandi
Blix metir at stóri vandin er
í vápnadubbingini millum
lond. Aftaná Kalda Kríggið
var breið semja um at minka
um vápnanøgdina, og serliga
kjarnorkuvápn. Veruleikin
er bara ein annar. Altjóða
eftirlitið við kjarnorku hev
ur verið skipað umvegis
kjarnorkustovnin IAEA, sum
Hans Blix sum aðalstjóri
stjórnaði frá 1981 til 1997,
men lítil vilji hevur verið
at at geva stovninum góðar
arbeiðsumstøður.
Blix vísti á at londini,
hóast semju um ikki at
spjaða kjarnorkuvápn, eru
á eini tvístøðu. Formligu
kjarnorkulondini
hava
jú tikið síni vápn burtur,
og tað er sera torført at
halda fast um at onkur lond
kunnu siga, at vit kunnu,
men tit mugu ikki.
Hvør kann hava?
Altjóða er samstarv umvegis
ST kjarnorkufelagsskapinn
IAEA og altjóða semjuna
Non-Profilition- Treaty
um ikki at spjaða kjarn
orkuvápn. Avtalan var at
bert tey fimm upprunaligu
kjarnorkulondini, USA,
Ongland, Rusland (Sovjet),
Kina og Frakland skuldu
hava kjarnorkuvápn, meðan
lond sum Suðurafrika og
Ukreina hava beint fyri
sínum. Trupulleikin er at
India, Pakistan og Ísrael,
sum hava kjarnorkuvápn,
men ikki eru við í altjóða
samstarvinum og krøvum,
og so Norðurkorea sum
eisini hevur snýtt við eftir
litinum.
Men avvápningin, sum
lagt hevur verið upp til,
er ikki framd. Hans Blix
vísti á at enn eru eini 1000
kjarnorkumissilar í hægstu
ávaringarstøðu, og tí er
eitt hópoyðingarálop ikki
ógjørligt. Men eisini sæst at
lond arbeiða við nýggjum
skipanum, sum t.d. Bret
land. Tí er ilt at meta um
framtíðina. Missilverjan hjá
USA ger, at India og Kina
eisini mugu menna sínar
skipanir. Byrjar ein tilgongd
við vápnum í rúmdini
kann hetta eisini gerast
ein vandamikil dubbing. Í
ST er eingin semja fingin
í lag við avvápning og í
ST Avvápna Nevndini í
Geneve hevur eingin semja
verið um nakað í 10 ár.
Tí er ein av stóru vandun
um at ein størri vápnadubb
ing tekur seg uppaftur.
Irak kríggið
Hans Blix var undan innrás
ina í Irak í miðdeplinum
í heimspolitikki. Hann
stóð á odda fyri einum
vápnaeftirlitsliði, til tess
at kanna um Irak veruliga
hevði hópoyðingarvápn.
Tað sum var umberingin
fyri innrásini. Um leikin,
at tað ikki bleiv lurtað eftir
eftirlitsmonnunum, segði
Blix: ”at heimurin bleiv
snýttur, og tað bleiv ikki lurtað
eftir eftirlitsmonnunum.
Okkara arbeiði var sum
proffessionellir embætis
menn. Vit lótu úr hondunum
tilfar til onnur at taka avgerðir
um, júst sum ein fulltrúi í
einari almennari fyrisiting.
Men tað bleiv ikki lurtað.
Tað varð mær sagt, at USA
lurtaði eftir hvat eg segði í
telefonini, men heldur ikki
har bleiv nóg væl lurtað”
segði hann skemtandi.
Men hann vísti eisini á, at
onkur vildi í kríggj, sipandi
til serliga partar av Bush
stjórnini í USA.
Iran
Blix vísir á, at tað nú er
neyðugt at loysa trupulleikan
í Iran, men at Iran er torført at
tosa við. Tað kemur millum
annað av at Ísrael, India og
Pakistan hava kjarnorkuvápn
og talið av hermonnum USA
hevur í økinum. Landið vil
jú eisini hava eina verju.
Dømi vísir hvussu neyðugt
tað er at arbeiða við at minka
um vápnini og at tað má
henda umveigis fleirtjóða
samstarv í ST. T.d. í 1991
var talan um ST innrás í
fyrra Flógvakrígnum. Í
2003 var tað uttanum ST og
tað hevur elvt til beiskleika
í USA og stórur partur av
amerikumonnum er ímóti
ST, m.a. orsakað av Olju fyri
mat Gøluni.
Men, sigur Hans Blix:
“UN will not bring us to
heaven, but protect us from
going to hell”.
(ST fær okkum ikki í himmi
ríkið, men verjir okkum frá at
fara í helviti)
Bill Clinton
um heimin
Bill Clinton og Hans
Blix, tveir drúgvir
menn í nýggjaru
heimssøguni vitjaðu
fríggjadagin í
Frederikshavn, har teir
vóru nøvnini á einum
sonevndum Business
Leader seminari.
Tað er ikki hvønn
dag at tað stendur
einum í boði at hoyra
slíka persónligheitir.
Og lat tað verða
sagt beinanvegin at
her var eisini talan
um tveir menn við
greiðum, áhugaverdum
fyrilestrum, men
eisini persónar við
karisma og serliga
góðum talugávum.
Tað var eingin ivi
um at Clinton var
høvuðsnavnið,
meðan Blix meira var
upphitari. Tað var
eisini tað Hans Blix
sjálvur segði, tá eg
ringdi til hansara fyri
hálvum øðrum mánaða
síðan og bað um eitt
viðtal.
Men hetta eru eisini
tveir menn, sum hava
havt avgerðandi
leiklutir á altjóða
poltiska pallinum
seinastu árini og menn
sum enn eru virknir.
Harumframt hóskar
boðskapur teirra væl
saman, hóast teir ikki
leggja dent á somu
viðurskifti.
Clinton
í Frederiks
havn!
Tað skakaði at Frederiks
havn, ein býur við 25.000
íbúgvum kann hýsa
einum slíkum tiltaki,
men ikki minst var tað
veruleiki og sigur tað
kanska nakað um hvat
ber til í Føroyum, um
vit vilja.
Tað var tí ein sera
rørdur
og
stoltur
borgarstjóri, sum setti
seminari, við at kalla
hetta
størsta
dagin
í søguni hjá Frede
rikshavn.
Hans Blix:
Londini
er vandin
Samanumtikið
Hans Blix tvíhelt um, at Saddam ikki hevði hópoyðingarvápn. Nú ávarar hann um
vápnadubbingina, sum er millum fleiri størri lond
tíðindi
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn