týsdagur 3. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2006
15
tíðindi
Høvuðsnavnið
Clinton er væl
lýddur, fólk reistus og
lógvabrestirnir buðu
honum vælkomnum,
tá hann trein á pallin.
Hann er ein røðari,
so bara framførslan
er list í sær sjálvum.
Clinton legði fyri við
at siga, at tað góða
við ikki at vera forseti
er, at nú kann hann
siga hvat hann vil.
Trupulleikin er bara,
at nú leggja fólk einki
í hvat hann sigur.
Boðskapurin hjá Clinton
er, at vit verða noydd til at
finna ein felags hátt at skilja
heimin, og til tess eru tað
fýra einfaldir spurningar,
sum skulu svarast av einstaka
borgaranum í 21.øld, eisini
tær.
Tann fyrsti: Hvat er
grundleggjandi skipanin í
21. øld?
Clinton vísti á, at hann
er ein sonevndur inter-
dependistur. At vit eru
tengd at hvørjum øðrum
í m.a handli, ferðing og
tøkni. Vit verða felags um
bæði vansar og ágoðar,
har m.a. tekningarnar hjá
Jyllandspostinum eru eitt
dømi um at mentanir mugu
læra at laga seg til hvørja
aðra. Men eisini møgu
leikarnir í einum vanligum
samfelagi hava stóran týdn
ing. T.d. her er vanligt at
dreymar saman við hørðum
arbeiði skapa úrslit, soleiðis
er tað ikki allastaðir kring
heimin. Nógvar staðir er
gerandisdagurin sum eitt
guerillakríggj, har bardagin
um rovini er neyðugur fyri
at yvirliva dagin. Stóri mis
munurin í heiminum skap
ar ójavnvág og hóttanir
umvegis yvirgang, og har
afturat er støðan í dag ikki
umhvørvisliga burðardygg.
Tann næsti:Um skipanin í
21 øld ikki er burðardygg,
hvussu hevði tú broytt
hana?
Tann triði: Um ynski er at
flyta frá interdependensi
til størri samrenning av
heimsins londum, hvussu
hevði tú gjørt tað?
Clinton vísti á, at tað krevur
umfatandi trygdarpolitikk,
serliga við atliti at yvirgangi,
hópoyðingarvápnum og
fólkamorðum. Hann segði,
at tað var eitt mistak ikki at
fylgja tilráðingini hjá Hans
Blix, tí einki var at fara eftir í
Irak, men nú er støðan so sum
hon er. Irakar hava brúk fyri
at fáa politikk inn í landið. Í
Afghanistan hevur forsetin
Karzai megnað at fáa semjur
í lag við kríggsharrar, við
tí úrsliti at opiumhandilin
blómar, so tað er ikki so
einfalt og byggja frið.
Trygdarpolitikkur
Clinton brúkti stóran part av
fyrilestrinum til at tosa um
veðurlagsbroytingar, sum
kanska serliga varaforseti
hansara Al Gore er kendur
fyri. Bill Clinton vísti á
vandan, at um ísurin bráð
nar í Grønlandi, kann tað
føra til eina nýggja ístíð í
Vesturevropa, men vit vita
tað ikki við vissu. Men hann
setti tað í eitt størri høpi við
at siga at vit vita ikki so nógv
enn, men at vit eru noydd at
hava ein trygdarpolitik til alt,
eisini vistfrøðisskipanina.
Eingin stýrir øllum
Støðan í heiminum í dag er
at eingin stýrir øllum, og tí
skulu vit hava semjur og
verða við til at broyta heimin
til ein felags hugsunarhátt.
Vit skulu finna loysnir
áðrenn
kríggini
byrja,
bæði fyri mannalagnurnar,
mens eisini tí tað er ov
kostnaðarmikið. Bara inn
rásin í Irak kostar USA
2 milliardir dollarar um
mánaðin. Hetta skal heldur
brúkast til menningarhjálp,
tí í dag vita vit hvussu
vit kunnu hjálpa. Tað er
bæði góður politikkur og
búskaparliga
skilagott.
Vit mugu viðurkenna, at
londini ikki kunnu loysa
allar trupuleikar einsæris.
Eitt dømi er heimshandilin
umvegis WTO. Har mugu
vit fáa t.d. sosiala- og
útbúgvingarpartin við, tí
annars er tað bert til fyri
muns fyri tey ríku londini.
Tann fjórði: Hvør skal gera
hetta og hvat gert tú fyri at
fremja hesa broytingar?
Um fólk ikki síggja eina
framtíð í skipanum ella
broytingum,
venda
tey
sær ímóti og inneftir, sum
Niðurlond og Frakland í
mun til ES grundlógina,
tí tey óttaðust hvat fór at
koma uttaneftir. Samstundis
er tað nyttuleyst at geva
pengar har skipanirnar ikki
eru nóg góðar. Tí er talan
ikki um bert at geva pening
burtur.
Einstaklingavald
Men einstaklingurin hevur
størri vald enn nakrantíð
áður. Talan er t.d um felags
innsavningar, sum í dag eisini
í stóran mun fara um netið og
at trýst og gjøgnumskygni er
nógv størri nú við alnótini.
Vit hava eisini sæð ein
ógvuliga stóran vøkstur
av NGO felagsskapum
og er talan tí um eitt per
sónligt empowerment,
at einstaklingurin í veru
leikanum hevur fingið vald
og ávirkan. Sum Clinton
sigur, um tú veist hvar, hví
og hvussu, so kanst tú sum
einstaklingur gera mun, tú
kanst broyta heimin.
Møguleikin hjá
tí einstaka.
Clinton var tann fyrsti í
familjuni við hægri útbúgv
ing, og tað er ein boðskapur
hann hevur við sær kring
heimin. Aftaná at hann fór
úr Hvítu Húsinum hevur
hann sett á stovn The
Clinton Foundation, sum
m.a. arbeiðir við at betra um
korini í menningarlondun
um. ”Afrika er sum vestur
heimurin fyri 80 árum síðan,
møguleikar er nakað tú ert
føddur til, tað eru ikki tíni
evnir sum avgerða”, sigur
Clinton. Tað kann vera at
bensinsølumaðurin hevur
betri vit enn bankastjórin,
hann fekk bara ongan møgu
leika.
Tí er stóri munurin á ríku
og fátæku londunum, at í
okkara skipanum er eitt
logiskt samband millum
arbeiði og úrslit. At um tú
hevur einn dreym, eitt mál
og arbeiðir fyri tí, so ber
tað til. Hetta sambandið er
ikki sjálvsagt í fátækum
londum.
Dreymar og
hart arbeiði
”Dreymar uttan hart arbeiði
eru einki verdir, hart arbeiði
uttan dreymar er tíðar
spilla og troyttandi, men
samantvinningin av dreymi
og hørðum arbeiði er dynam
iskt. Tað týdningarmesta er
at royna, tí tað er ferðin, ikki
málið, sum er menningin.
Tað merkir, at ein miseydnað
roynd lærir teg so nógv, at
hon gloppar aðrar dyr, um
hon miseydnast. Tørvur er
hugflogið og viljanum at
arbeiða nóg hart”, segði
Clinton.
Hann lýsir hetta við sær
sjálvum. Hann elskaði at
spæla saxofon. Men ein
dagin tá hann var 16 spurdi
hann seg sjálvan um hann
kundi gerast heimsins besti,
og svarið var nei. Hinvegin
kom hann til tað niðurstøðu,
at hann hevði nógv at geva
politiskt og samantvinnaði
harða arbeiðið og dreymin.
í breiðum høpi, m.a. vápn,
kríggj, yvirgang, umhvørvi
og vistfrøðiligu skipanina.
Londini klára tað ikki
einsamøll longur og at tað
er neyðugt at vit arbeiða
við at menna allan heimin,
til tess at syrgja fyri at øll
fáa møguleikar. Tað at fólk
ikki hava møguleikar til
at fylgja sínum dreymum,
kann verða við til at skaka
heimin, um ónøgdin skapar
móttiltøk í nóg stóran mun.
Eisini vísti hann á, at
vit eiga at taka umhvørv
ispurningin og vakstrar
húsárinini í størsta álvara.
Høvuðsboðskapur hans
ara er at einstaklingurin
hevur størri møguleikar enn
nakrantíð áður at ávirka,
tí skulu øll taka støðu til
hesar fýra grundleggjandi
spurningarnar:
1: Hvat er grundleggjandi
skipanin í 21. øld?
2: Um skipanin í 21 øld ikki
er burðardygg, hvussu
hevði tú broytt hana?
3: Um ynski er at flyta frá
interdependensi til størri
samrenning av heimsins
londum, hvussu hevði tú
gjørt tað?
4: Hvør skal gera hetta og
hvat gert tú fyri at fremja
hesa broytingar?
Hesir spurningar skulu
eisini medvirka til at vit
taka eitt felags støði í
heiminum. Allur heimurin
má semjast um at arbeiði út
frá sama støði, tí samstarv
er alneyðugt í okkara heimi
í dag. Tað nyttar einki at lond
ella heimspartar arbeiða
í sjálvdrátti. Tað krevur
hart arbeiði og kompromis
semjur, tí tað er neyðugt fyri
at kunna samstarva..
Leinkjur:
Weapons of Mass Destruction
Commission http://www.
wmdcommission.org/
The Bill Clinton Foundation
http://www.clintonfoundation.
org/
Bill Clinton:
Tú kanst gera
munin!
Clinton er enn ein stjørna