týsdagur 3. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 190 - 3. oktober 2006
tíðindi
Alvilda Heinesen, Hósvík, andaðist leygarkvøldið
á Korndalsbýlinum á Eiði 70 ára gomul. Jarðar
ferðin verður mikudagin kl. 14.00 úr kirkjuni í
Hósvík. Tey, ið vilja minnast Alvildu, kunnu lata
Korndalsbýlinum á Eiði eina peningagávu; konta í
peningastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Nógv eru minnini, nú tað aftur er
stilt. Tað er so óskiljandi, at tú ikki ert
her. Tú komst inn á gólvið at spyrja,
um eingin kaka var, ella ein drekka
munnur var gjørdur? Komst altíð
glaður og við einum priki. - Hetta
var Rúni.
Rúni og eg vuksu upp saman, kann
eg siga. Anna, systi , hevur verið, sum
ein mamma fyri meg. Rúni var eitt
serstakt menniskja, var altíð klárur
at hjálpa og gleða onnur, men vantaði
einki sjálvur.
Tú vart bara 15 ára gamal, tá tú
fórt at hjálpa abba tínum í fjósinum,
og har vóru tit saman í 13 ár, tá fór
abbi frá fyri aldur. Og tú fórt so í
annað arbeiði, men tey seinastu árini
høvdu tú og abbin seyð saman, og væl
var passað.Síðsta heyst slapp eg at
fletta veðrin hjá tykkum, sum vigaði
92 pund.
Tú vart so glaður, tá tú og pápi tín
høvdu málað seyðahúsið. Nú var aftur
klárt at koyra seyðin inn, tú hevði
sligið gras og fingið ballað ballur og
koyrt tær inn í seyðahúsið, - klárt til
veturin. Tú spurdi meg, um vit ikki
skuldu hava nøkur heystlomb saman,
nú abbi ikki orkaði longur. Tú vildi
ikki hava so nógv, sum nú, tí tú skuldi
passað ærnar hjá abba. Hann var alt
hjá tær, og tú vart alt hjá honum. Hann
vildi eisini, at tú skuldi hava sethúsini,
sum tú ikki náddi at flyta inn í, tí har
uppi vart tú eisini føddur. Tú hevði
keypt ein nýggjan bil, sum tú vart
so øgiliga glaður fyri,og so hendi alt
hetta. - Hetta syrgiliga.
Eg veit væl, at tað er ringt hjá
tær pápi. Tú sigur, at tú ikki skilir
tað. Tú segði við meg hatta kvøldið.
“Hví taka Rúna, áðrenn meg?” Tað
er so nógv, vit ikki skulu skilja. Eg
haldi, at Rúni var ov góður at vera
her á foldum og Harrin hevði brúk
fyri einum so góðum menniskja, sum
Rúna nú.
Hetta er so ófatiligt. Eg var suðuri
í Havn á sjúkrahúsinum hendan
lagnumorgun. Gav mær so stundir
at fara upp á deild 8 at vitja tveir
arbeiðsfelagar, sum vóru innlagdir
har. Tað var beinanvegin, at aðrir, sum
eisini vóru har, spurdu eftir Rúna,
sum sjálvur hevði verið innlagdur
fyri 4 døgum síðani. Eg segði, hann
hevði tað gott, tí tað var helst bara
ein vøddi í bringuni, sum hevði
strekt seg. Vit høvdu verið saman
fríggjakvøldið á Giljagarði, tá pápi
mín, abbi Rúna, hevði føðingardag.
Seinnapartin leygardagin hevði hann
verið vesturi í Vágunum við LÍF. Og
sunnukvøldið hevði hann vitjað abba
sín, so tað mundi vera í lagi.
Lítið veit man. Tá eg var komin
norður aftur til Leirvíkar, hoyrdi
eg, at Rúni var farin á sjúkrahúsið
í Klaksvík, og tað sá ikki væl út.
Beinanvegin ringdi eg so til Annu
og spurdi, hvat var hent og hoyrdi
á málinum, at okkurt álvarsligt var
hent, so komu orðini, “Rúni er farin,
hann er deyður.” Tað var, sum alt
steðgaði upp. Tað er sum orðatakið
sigur: ”Eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir”.
Rúni var trúfastur. LÍF var hansara
hjartabarn. Hvønn dag setti hann tíð
av til LÍF. Hjá teimum vaksnu var
umráðandi at fáa teir at trívast so væl,
sum til bar. Teir kendu Rúna upp á
hvør sín serliga máta. Hann var altíð
við tí góða og altíð klárur at hjálpa,
hann snakkaði við spælarnar uppá ein
máta, sum tað vóru hansara dreingir.
Alt skuldi vera so gott, sum til bar.
Væl dámdi honum eisini at koyra runt
at hyggja eftir øðrum fótbótdystum og
ikki at gloyma Manchester United.
Summarið 2002 vart tú við okkum
niðri í Danmark við dreingjunum á
venjingarlegu. Sum altíð, var tú
ein góður stuðul við hjálp tíni til
øll tiltøkini at samla pening inn.
M.a. skóru vit kjálkar og seldu tað í
bygdini. Tað var Rúni, ið tók sær av
at koyra runt at selja. Tað var so lætt
hjá honum at snakka við fólk. Ja, vit
kláraðu ikki at skera undan, so var
hann longu aftur.
Genturnar 14-17 ár blivu føroya
eistarar í ár. Hesum var hann stoltur
av. Hann segði fleiri ferðir, at hann
ætlaði at geva teimum rósur frá sær.
Rúni var familjukærur. Familjan
var hansara eitt og alt. Vit gjørdu
eisini nakrar túrar um summarið t.d.
túrurin úti í Skúvoy var ein góður túr
ur. Tað var altíð tú, sum undirhelt,
dugdi so illa at verða álvarsamur.
Túrar í haganum vóru vit eisini
javnan, og saman gingu vit eisini á
fjall. Títt fasta pláss var at vera uppi
í Mjávurók og taka ímóti seyðnum
fyri at fáa hann niður. Har verður
eingin Rúni hesuferð, og tað verður
tómligt at koma á rætt, og tú ikki ert
millum okkum har, nú heystfjøllini
verða gingin.
Nú minnini verða goymd, men ikki
gloymd. Saknurin og sorgin tung eru
at bera hjá tykkum, góðu tit, Anna,
Petur Jacob, Ovi, Torleif og Karin v/
fam. Má Harrin styrkja okkum øll.
Tórolvur
Minningarorð um Rúna Fróða Heinesen
22/04-66 - 18/09-06
Um seks tíðina mikukvøldið 27. sep
tember 2006 handaði John Klein
Olsen brandmeistaranum, Símuni
Simonsen, lyklarnar til brandstøðina
í Vestmanna.
John sigur, at hann var biðin av
kommununi at verða brandmaður
fyri 35 árum síðan. Síðani tá hava
tríggir brandmeistarar sitið á trónuni.
Í byrjanini var tað Smith Nicolaisen,
sum var brandmeistari, síðani var tað
Óla Hans Jacobsen og nú til seinast
Símun Simonsen.
John er í dag 72 ára gamal. Hann
hevur arbeitt sum maskinmaður alt sítt
lív. Fór til skips sum 14 ára gamal og
silgdi í nógv ár.
Hann sildi í fleiri ár um Vestmanna
sund, fyrst við Bragd og síðani við
bilferjuni Sam. Tá rutan um Vest
mannasund bleiv vvirtikin av Strand
ferðsluni, fylgdi John við og øll kenna
hann, sum hava ferðast um sundið.
Við sínum maskinroyndum fekk
John litið upp í hendur at røkja tey
strandferðsluskipini, ið vóru løgd og
liggja í Vestmanna.
Brandmeistarin Símun segði á sam
komuni, at John hevur sum eingin annar
røkt sítt brandmansstarv til lítar.
John hevur víst hegni og ein sera
stóran áhuga fyri starvinum. Nú
brandstøðin hevur staðið í gerð, og
støðin hevur fingið nógva nýggja
útgerð, liggur arbeiði hjá John ikki
eftur, jú hann hevur røkt starvið, sum
brandmaður við lít.
John sigur, at honum hevur dámt
arbeiðið væl. Arbeiðið sum brandmaður
í Vestmanna, sum í so nógvum bygdum
er ólønt, men John sigur, at tað er
tankin um at hjálpa tá á stendur, sum
telur hvørja ferð.
John Klein Olsen:
35 ár í sløkkiliðnum í Vestmanna
95 ára føðingardagur
Hósdagin 5. oktober verður Andreas Hammer, bátasmiður,
Runavík, 95 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sjócafeini
leygardagin 7. oktober. Vælkomst verður frá kl. 19.00.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 5. oktober verður Annefía Hansen, Saksun, nú
búsitandi á Ellisheiminum í Tórshavn, 90 ár. Tey, ið vilja
heilsa upp á Annufíu, eru vælkomin á Ellisheimið millum kl.
16.00–19.00.
80 ára føðingardagur
Tórsdagin, 5. oktober, fyllir fyrrv. sýslumaður, Ejler
Djurhuus, Trongisvágur, 80 ár.
85 ára føðingardagur
Mikudagin 4. oktober fyllir Kristian Rasmussen, Skála,
85 ár. Opið hús verður í tilhaldinum á Eldrasambýlinum
Vesturskin á Toftum frá kl. 16.00 til kl. 20.00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Tann 6. oktober verður Steingrím Samuelsen, Sevmýri,
75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 7. oktober á
Gistingarhúsinum í Øravík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða
Steingrím við at koma, verða biðin at siga frá áðrenn 1.
oktober á tlf. 371166.
70 ára føðingardagur
Fríggjadagin 6. oktober fyllir Svend Olsen, Rosenhøj 44,
2650 Hvidovre, 70 ár.
60 ára føðingardagar
8. oktober fyllir Martin Fjallstein, leiðari í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn 60 ár. Dagurin verður hildin saman innbodn
um tann 6. oktober í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A.
Fríggjadagin 20. okt. verður Torgerð Suðuroy 60 ár. Dagurin
verður hildin í VB-húsinum, 20/10 kl. 19.00. Tey ið vilja
gleða hana við at koma, verða biðin um, at siga frá áðrenn
12. okt. á tlf. 373169, 253177 ella 262633
50 ára føðingardagur
Sunnudagin tann 30. juli høvdu Kristin og Poul Juul
Michelsen, Froðba 50 ára føðingardag. Føðingardagurin
verður hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 14.
oktobur 2006 kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at
koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 371254 ella 372351
áðrenn 9. oktobur 2006.
Krúndiamantbrúdleyp
Mikudagin 4. oktober, kunnu hjúnini Astrid og Jógvan
Gerðalíð halda teirra krúndiamantbrúdleyp. Vælkomin í
Betesda kl. 18.00.
Silvurbrúdleyp
3. oktober hava Kirstin og Óli Jacobsen, Tórshavn,
silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
www.sosialurin.fo