týsdagur 3. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2006
17
Seinasta fríggjakvøld
var Business
Leader Seminar
í Frederikshavn,
har Bill Clinton
og Hans Blix vóru
røðarar. Fyrrverandi
amerikanski forsetin
ferðast kring
heimin at tosa við
vinnuleiðara. Talan
er ikki um skeið í
vinnuleiðslu, men
eina ásjón á heimin
og hvussu hann kann
betrast við at øll
taka ábyrgd. Hetta
serligum atlititil
vinnuna
Fyrilestur
Bogi Eliasen
bogi_eliasen@hotmail.com
Eins og varaforseti sín Al
Gore, brúkar Clinton nógva
orku til umhvørvispolitik.
Støða hansara er greið.
Hann tekur hóttanirnar um,
at heimurin gerst heitari, í
størsta álvara.
Umhvørvið
Granskarar eru ikki samdur
um hvussu stóra ávirkan
dálking
hevur
á
vist
frøðisskipanina og hitalagið,
m.a metir Bjørn Lomborg
at pengar kunnu brúkast
betri aðrar staðir. At tað
ikki er so týdningarmikið,
er ofta ein vælkomin
grundgeving hjá vinnufólki,
tí so skulu tey ikki taka
hesi atlit eisini. Men so
lætt er tað ikki at skáka
sær undan Clinton. Hann
vísir á at fyritøkur, sum
taka umhvørvisspurningin
í
álvara,
beinanvegin
betra so mikið nógv um
effektivitetin, at virkið
vinnur pening av at hugsa
grønt. Soleiðis er umhvørvis
hugsan ikki bert ein sam
vitskuspurningur,men eis
ini gott fyri peningaliga
úrslitið hjá fyritøkum, og
tí er tað høpisleyst ikki at
gera tað. At hugsa grønt er
eisini at effektivisera, og
tað vinna øll við.
Hetta er serliga umráðandi
í tíðum, tá orkuprísurin er
sera høgur og tí kann elva
til at framleidni ikki er so
gott. Grøna hugsanin hevur
ikki hægstu raðfesting í
Føroyum, men við hesum
sjónarmiði kann tað broyt
ast.
Menna triðja heimin
Bill Clinton arbeiðir eisini
við at menna triðja heimin
við tí grundgeving at vit í
dag vita nógv um hvussu tað
skal gerast. M.a. hevur hann
tætt samstarv við peruanska
búskaparfrøðingin
Her
nando de Soto. Sum ráðgevi
hjá Fujimori, tá hesin kom
fram at valdinum, arbeidd i
hann fyri at skjalfesta alla
ogn. T.v.s. jørð, hús, handlar
o.s.f.r.. Nógva staðir í triðja
heiminum er støðan, serliga
í fátæku pørtunum, at
hetta ikki formlig ogn við
skjølum. Royndirnar frá
Peru vístu, at so skjótt sum
hesi viðurskifti eru fingin
í rættlag, so er møguligt
at fáa fígging, tí so hevur
bankin nakað at arbeiða
við. Viðmerkjast skal at de
Soto gavst at arbeiða saman
við Fujimori longu í 1992.
Menningarhjálp er øðrvísi
í dag, tí vit hava vitan um
nøkur átøk sum virka, og
vita eisini at tað ikki hjálpir
at oysa pening í skipanir
sum ikki virka. Tí skulu vit
arbeiða við hesum.
Einstaki
Metingin hjá Clinton er,
at einstaklingurin í dag
hevur nógv størri vald enn
nakrantíð áður, og tað er
eisini galdandi fyri vinnuna.
Allir
partar,
stjórnir,
altjóða felagsskapir, NGO
felagskapir, vinnufyritøkur
og einstaklingar hava í dag
ávirkan. Og ynskja vit ein
betri og tryggari heim, er
tað neyðugt at broyta hesi
viðurskifti. Tí ræður tað um
at vit - hvør einstakur - setir
sær mál og arbeiðir fyri
at náa teimum. Men eisini
soleiðis arbeiða fyri at allir
borgarar kring knøttin fáa
tann møguleikan. M.a. kem
ur yvirgangur av at dreymir
ikki kunnu fylgjast orsakað
av væntandi møguleikum,
og ynskja vit ein betri
heim, skulu vit øll ávirka.
Tí skulu øll seta sær 4
grundleggjandi spurningar:
Fyrilesturin var ein breið
meting í heimstøðuni og
gav
luttakarunum
eitt
grundarlag at meta um
hvørja ábyrgd vit hava sum
einstaklingur, feløg, bólkar
og lond fyri at fáa ein betri
og tryggari heim. Jú, sera
idealistiskt, men hvat ber til
uttan mál?
Teir fýra
spurningarnir
1 Hvat er grundleggjandi
skipanin í 21. øld?
2 Um skipanin í 21. øld
ikki er burðardygg, hvussu
hevði tú broytt hana?
3 Um ynski er at flyta frá
interdependensi til størri
samrenning av heimsins
londum, hvussu hevði tú
gjørt tað?
4 Hvør skal gera hetta og
hvat gert tú fyri at fremja
hesa broytingar?
Clinton og persónliga ábyrgdin
Ikki óvæntað var tað Bill Clinton, sum
fólk høvdu serligan áhuga fyri, tá hann
saman við Hans Blix helt fyrilestur í
Frederikshavn fríggjadagin
Mynd: Scanpix
vinnusíðurnar
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
»Vit royna at skapa eitt kunningarnetverk,
har vit bjóða fólki í kunningarvinnuni
nakrar upplivingar«
Høgni Rasmussen, Sansir