týsdagur 3. oktober 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 190 - 3. oktober 2006
Stress-útgjald trífaldast
Donsku tryggingarfeløgini ávara nú móti vandamiklu
gongdini um stress á arbeiðsplássum. Útgjøldini frá
tryggingunum sum endurgjald fyri stress á sálarligar
sjúkur eru trífaldað seinastu fimm árini, og eingi tekin
eru um, at hesi minka. Hjá Danica Pension sigur Jens
Christian Nielsen, fíggjarfrøðingur, at talan er um eitt
fyribrigdi, sum øll orsøk er til at vera á varðhaldi ímóti.
Ikki minst, tí talan er um alsamt yngri fólk – aloftast við
góðum útbúgvingum – sum verða rakt.
Full ferð á kinverska
búskapinum
Bara fyrstu seks mánaðirnar í ár hevur búskaparvøksturin
í Kina verið heili 10,9%. Hetta er meira enn
búskaparvøksturin var í alt 2005, og alt bendir á, at heimins
fólkaríkasti búskapur bara heldur á fram at vaksa. Ikki minst takkað
verið einum ógvusligum vøkstri í privatu nýtsluni. Men tað eru ikki øll,
sum eru eins fegin um vøksturin. Eitt nú hava amerikanskir politikkarar funnist at
kinversku starvsfeløgum sínum, sum teir siga tilvitað undirmeta kinverska gjaldoyrað
fyri at skunda undir útflutngin. Búskaparvøksturin hevur eisini skapt eina inflatión, men
hendan hevur higartil í ár verið avmarkað til 1,8%.
– Vit fingu so nógva
spennandi og nýggja
vitan á oljuráð
stevnuni herfyri, at
hetta kann skunda
munandi undir olju
leiting á landgrunn
inum heldur Heri
Ziska, ein av okkara
fremstu serfrøð
ingum, tá tað um
undirgrundina ræður
Oljuráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Heri Ziska var ein av
oddamonnunum aftanfyri
stóru
oljuráðstevnuna
í
Norðurlandahúsinum
herfyri. Hann er ein av
okkara fremstu serfrøð
ingum, tá tað um føroysku
undirgrundina ræður. Tað
var heldur einki minni enn
eitt bragd, at hann saman
við øðrum góðum fólkum
hjá Jarðfeingi megnaði at
fáa nærum 100 útlendskar
serfrøðingar og granskarar
til Føroya, nú spennandi
boring fer fram her.
Og tað er ein fegin Heri
Ziska, sum nú eftir ráð
stevnuna hyggur fram í
tíðina. Hann situr framvegis
og tyggir uppá tey mongu
áhugaverdu innleggini, sum
vórðu hildin á ráðstevnuni.
–Hetta rigggaði sera væl
við nógvum spennandi
fyrilestrum, og so kom
eisini nógv nýggj vitan
fram. Hetta er sera gott
fyri tað føroyska økið
sigur Heri, sum heldur,at
ikki minst fyrilesturin um
Rosebankfundið hinumegin
markið var sera áhugaverd
ur. tí tað er nústaðni nú,
at fólk hava fingið at vita,
at tað er ikki oman á ella
undir basaltinum, at olja
og gass eru funnin. Tað er
harafturímóti inni í sjálvum
basaltinum.
– Vit á Jarðfeingi eru
so eisini farin at hyggja
eftir hesi vitan, sum ger
okkara øki uppaftur meira
áhugavert. Vanliga koma
sedimentini okkara megin
frá einum basaltumráði,
og tí hava vit higartil ikki
hildið, at tey eru serliga
góð. Nýggja vitanin merkir,
at tey eru nóg góð til, at vit
saktans kunnu brúka tey til
reservoir. Tvs. at vit fáa nú
møguleika at leita eftir olju
í væl yngri fláum, enn vit
fyrr hava gjørt. Har man fyri
hevur sagt, at har basaltið
kom, var einki at fara eftir,
síggja vit nú, at har kann
vera nakað at fara eftir.
Grønland og Føroyar
Fleiri av fyrilestrarhaldar
unum tosaðu um jarðfrøði
liga sambandið millum Før
oyar og Grønland í gaml
ari tíð. At Grønland og
Føroyar hava ligið tættari
saman hevur verið mett
sum ein fyrimunur fyri at
finna olju her hjá okkum.
Seinastu kanningarnar eru
uppaftur meira bjartskygdar
hesum viðvíkjandi, tí nú
vísir tað seg, at sediment
frá Grønlandi finnast í
føroyskum øki langt upp
í tíðina. Tað vísir seg, at
sediment eru komin úr
Grønlandi líka til og við ta
síðstu fasuna av vulkanismu
í Føroyum, so vit hava
fingið longt tíðina, har vit
kunnu fáa góð sediment
norðanífrá eisini langt upp
í tíðina sigur Heri Ziska.
Hetta eru týðandi fyritreytir
fyri at finna olju um okkara
leiðir.
Heri Ziska sigur, at tess
meira vit fáa at vita um
basaltið og tað, sum undir
basaltinum, tess størri møgu
leikar eru fyri, at okkara
økið er áhugavert. Alt tað,
sum man fyrr helt ikki bar
til orsakað av basaltinum,
tá ber kanska til kortini.
Tí blívur føroyska økið
meira og meira spennandi.
Basaltið er ikki ein so
negativur faktorur longur,
sum tað hevur verið.
– Hvat var fyri teg mest
hugvekjandi á ráðstevnuni?
–Tað var, at fólk byrja at
síggja, at tað føroyska økið,
tvs. strukturar og skap, er
nokkso gamalt. Tað hevur
sera stóra ávirkan á, hvar tú
hevur sediment og hvar tú
kanst hava reservoir. Hetta
var nakað av tí, sum eg
sjálvur legði fram á ráð
stevnuni og áhugavert var
at fáa tað váttað av øðrum
eisini. Hetta er so eisini
nakað, sum gongur beint
ímóti tí, sum sum tú lesir í
litteraturinum, so her er við
at koma vend í, tíbetur. Og
tað hevur nógv at siga fyri
okkum.
Avleiðingin er nú tann,
at nógv fara heim aftur
og hugsa umaftur um alt
hetta. Taka ta vitan tey hava
fingið her til sín og byggja
hana út. Vit hava fingið
útvekslað vitan uppá einar
tveir dagar, sum tað kanska
vanliga tekur upp til 5 ár at
fáa útvekslað. Tvs. at vit nú
eru har vit kanska kundu
verið um fleiri ár. Nú fáa
vit tað út, meðan alt er
spennandi í mun til sjálva
oljuleitingina.
Ráðstevna góð fyri
oljuleiting við Føroyar
Richard Hardmann, oljuveteranur:
Vísur í at
oysku und
– Her eru gjørd
stór framstig, og vit
skilja betur undir
grundina, síðani
farið varð undir at
kanna Føroyaøkið
miðskeiðis í 90-unum.
Eg eri rættiliga vísur í,
at olja verður funnin í
føroyska økinum.
Oljuleiting
Jan Múller
jan@sosialurin.fo
Hetta sigur ein av vete
ranunum í oljuleitingini
við Føroyar, Richard Hard
mann. Sjálvur var hann ein
av fyrstu útlendsku jarð
frøðingunum, sum komu
til Føroya fyrst í 90-unum
at seta skjøtil á leitingina
her. Hóast hann er farin frá
við eftirløn, so er hann enn
virkin í oljuvinnuni sum
ráðgevi fyri bæði føroyska
oljufelagið Atlantic Petrol
eum og onnur oljufeløg.
Hann sigur seg vera meira
sannførdan um, at olja
er í undirgrundini í dag,
síðani hann og starvs
felagarnir í Amerada Hess
gjørdu støðuna upp um,
at Marjunfundið var ikki
lønandi. Og orsøkin til
hesa stóru broytingina, frá
Marjunfundinum og fram
til í dag, sigur Richard
Hardmann vera, stóra fundið
á bretskum øki, Rosebank/
Lochnagar,
hinumegin
markið. Hann heldur, at
góðir møguleikar eru fyri tí
teir á oljumáli kalla ”mirror
image” tvs. at undirgrundin
okkara megin markið kann
vera ein spegilsmynd
av henni hinumegin, har
Rosebankkeldan liggur.
Orsøkin til at bjartskygni
er størri í dag er ein
samanrenning av betri seis
mikki, betri forstáilsi av
jarðfrøðini og sum heild
ein sannførandi kensla av,
at her finst olja.
Richard Hardmann held
ur, at tað verður neyugt at
brúka nógvar pengar fyri
at finna oljuna, og fara góð
tíðindi at koma sohvørt,
vinnusíðurnar