Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2006 19 OPEC trýstir oljuprísin Óttin fyri at OPEC-londini fara at skerja oljuframleiðsluna fær nú oljuprísin at hækka. Mánamorgunin kostaði ein tunna av olju $ 63,18 sambært Bloomberg-vísitalinum, og er hetta 27 cent meira, enn við endan av seinastu viku. Europiska Brent- vísitali hevði ein prís á $ 62,70 fyri tunnuna, og er hetta eitt fall í mun til prísin í seinastu viku. Amerikanskri eygleiðarar halda, at OPEC-londini skerja framleiðslu, so prísurin verður verandi oman fyri $ 60 fyri tunnuna. Icelandair verður helst selt Danska blaðið, Børsen,endurgav í gjár Financial Times, sum veit at siga, at FL Group er í ferð við at selja Icelandair, sum er størsta flogfelag í Íslandi. Keypari er sambært enska blaðnum ríkmaðurin Ólafur Olafsson, sum sigst vera til reiðar at gjalda millum 3,9 og 5,5 milliardir danskar krónur fyri Icelandair. FL Group eigur eisini danska flogfelagið Sterling, og tað ljóðar, at felagið eisini ætlar at selja tað, um eitt hóskandi boð kemur. – Vit vita ikki enn, um talan er um eina lønandi oljukeldu, men sjálvir halda vit, at her er talan um eitt lønandi fund sigur ein av fremstu serfrøðingunum hjá Chevron, D. Helland-Hansen. Oljukeldan er inni í basaltløgunum Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Eingin stólur var tóm­ur í stóru høllini í Norður­ landahúsinum, tá D. Helland-Hansen frá olju­ felagnum Chevron í farna mánað greiddi frá olju­fundinum skamt frá føroyska markinum, nevnt Rosebank/Lochnagar. Hetta er tann oljukeldan, allur oljuheimurin nú bíð­ ar spentur eftir at frætta meira um. – Vit vita ikki enn, um talan er um eina lønandi olju­keldu, men sjálvir halda vit, at her er talan um eitt lønandi fund sigur ein av fremstu serfrøðingunum hjá Chevron, tá tað um Atlantsmótið ræður. D. Helland-Hansen sigur, at kom­andi mánaðir fara at siga okkum, um talan veruliga er um eitt so stórt fund, sum metingarnar higar­til vilja vera við. Tað skulu so komandi avmark­ ingarbrunnar avdúka sigur hann við Vinnusíðurnar. Tað er eisini tí Chevron brúkar so nógvar pengar uppá komandi boringar. Fyrilestur hansara var sera áhugaverdur og varð eisini greitt frá fundinum í smálutum. Tað, sum er so áhugavert, er, at oljukeldan er funnin inni í sjálvum basaltinum, í løgum, sum goyma olju og gass. Verður Rosebank verk­ ætlanin væleydnað og er møguleiki at fáa fatur í boripall fer Chevron undir at bora fleiri leitibrunnar vestan fyri Hetland kom­ andi árini. Í hesum sam­ bandi hevur felagið eisini gjørt avtalu við Stena Drill­ing um at byggja eitt spildur­nýtt boriskip, sum fyrst og fremst er ætlað til at bora á Atlants­mótinum, herí eisini við Føroyar. – Men verður Rosebank ein succes, hvat vit rokna við, so fer tað eisini at lata hurðarnar upp til alt hetta stóra økið. Útbygging av Rosebank fer at skapa eitt undirstøðukervi, sum kann gagnnýtast av øðrum komandi fundum í hesum økinum. Og her koma fund við Føroyar eisini inn í myndina sigur D. Helland-Hansen. Hann vísir á, at í besta føri kann Chevron í 2008 gera av, um tað skal fara undir at byggja út Rosebank, og so ganga nøkur ár, til oljan kemur upp. Komandi avmarkingarbrunnar verða boraðir frá oktober í ár til fram móti sumri í 2007. Rosebank oljukeldan er inni í basaltinum Chevronserfrøðingur: -Verður Rosebankfundin ein succes, so kann tað lata hurðarnar upp til føroyska økið eisini. olja er í før­ dirgrundini so fara enn fleiri eygu at fylgja við. So vísindin og betri vitanin hava gjørt, at bjartskygni er vaksið aftur saman við fundunum í bretskum øki, Rosebank og Cambo. – Men man kann ikki blíva við hava vóni í allar ævir uttan at finna nakað? – Tað er rætt. – Men hvar er so pínu­ markið? – Vit sóu tað á ráðstevn­ uni. Leitingin fer at vera avmarkað til tann eystara partin av Føroyum. Vit fara ikki hinvegin. Her eru tær røttu jarðfrøðiligu umstøðurnar. Í hvussu er halda vit, at fyritreytirnar eru steðar, og tað er eisini grundarlagið undir teimum modellum, sum arbeitt verð­ ur við. William, Anne Marie og so Rosebank – Hvat var mest áhugavert á ráðstevnuni? – Eg haldi ætlaninar um nýggjar boringar eru sera áhugaverdar, eitt nú William brunnurin hjá BP næsta ár og Anne Marie brunnurin hjá Eni og Føroya Kolvetni í 2008. Eg haldi eisini, at tað var sera áhugavert at hoyra Statoilfólkini greiða frá basaltinum. Richard Hardmann ar­beiðir fyri føroyska olju­ fe­lagið Atlantic Petroleum. Hann heldur, at loyvini, sum felagið fekk tillutað í 2. útbjóðing eru sera áhugaverd, men av tí at AP er eitt lítið felag, so vónar hann, at onnur feløg fara at vísa áhuga fyri loyvunum hjá AP. Tað er so knýtt at leiting og kanningum í øllum økinum sum heild. Men teir tríggir brunnarnir, sum í næstum verða boraðir á Rosebankfundinum kunnu eisini fáa stóra týdning fyri loyvini hjá AP. Somuleiðis leitar Amerada Hess í løtuni eftir palli at bora ein ella tveir avmarkingar- og metingarbrunnar á Cambofundinum skamt frá markinum. Eydnast tað so kann tað merkja, at hetta økið av álvara verður latið upp. – So Rosebank og Cambo á breskum øki kunnu væl blíva duraupplatarar fyri før­ oyska landgrunnin eisini? – Tað er góður møguleiki fyri tí. Ein av veteranunum frá oljuleitingini við Føroyar, Richard Hardmann, var við á oljuráðstevnuni herfyri Mynd Jan Müller vinnusíðurnar