týsdagur 3. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 190 - 3. oktober 2006
vinnusíðurnar
Pepsi-stjórin hevur
størst vald
Fortune Magasin hevur nú almannakunggjørt listan yvir tær
kvinur í heiminum, sum hava størsta valdið. Ovast á hesum
listanum er indverska Indra Nooyi, sum er spildurnýggj á
top-50 listanum. Indra varð í august púra óvæntað vald sum
stjóra í Pepsi, og stendur hon soleiðis á odda fyri eini fyritøku,
við einum marknaðarvirði á 631 mia kr. Næstu kvinnurnar á
listanum er Anne Mulcahy (Xerox) og Meg Witman (eBay).
Listin ber dám av, at tað nú eru kvinnur í leiðandi vinnustørvum,
sum toppa listan.
Grøn alda hjá Statoil
Í vár byrjaði Statoil at selja sonevnt bio-benzin,
sum er munandi minni dálkandi enn vanligt benzin.
Og nú er norska oljufyritøkan so eisini klár við
bio-diesel. Nýggja brennievnið sigst at minkað um
koltvíiltuútlátið við 50%, men í fyrsta umfari fæst
hetta tó ikki til keyps á marknaðinum. Ístaðin hevur
felagið boðið eitt nú donskum fjølmiðlum at royna
nýggja brennievnið.
Ferðafólkini økjast í
tali, fraktflutningurin
fyllir nógv, og
nýggjasta føroyska
flogfelagið er nógv
eftirspurt á altjóða
chartermarknaðinum.
FaroeJet er komið inn
í eina góða og positiva
gongd, har vøkstur
merkir virksemið
FaroeJet hevur nú verið í
luftini í fimm mánaðir. 15.
mai fleyg nýggja føroyska
felagið sín fyrsta túr, og
nú vit skriva 3. oktober
flýgur felagið framvegis og
tað ætla teir eisini at gera
framyvir.
Eisini eftir, at søgurnar
herfyri vóru frammi um,
at felagið ætlaði at tveita
handklæði í ringin og
gevast.
- Vit hava á ongan
hátt ætlanir um at tveita
handklæðið, men heldur
eru vit farin mitt í ringin
at stríðast, slær Jóhan
E. Simonsen fast, tá vit
hitta hann til eitt prát, um
gongdina hjá felagnum, í
lítlu skrivstovuhølunum á
flogvøllinum.
- Vit kunnu bara lata væl
at. Vit stríðast og strevast
hvønn dag, sigur stjórin hjá
lítlabeiggja í føroyskum
loftrúmi.
Framgongd á
øllum økjum
Vit standa uppi og práta,
men Jóhan biður okkum
um at seta okkum kring
borðið, og í meðan vit gera
tað, spyrji eg hann, um hann
ikki kann greiða nærri frá,
hvat hann meinar við.
- Jú, vit hava fingið fleiri
ferðandi, og faktiskt er
tað soleiðis, at vit síggja
framgongd á øllum økjum.
Ferðafólkatalið økist so
líðandi, fraktin er komin
í eina góða og javna legu
og vit flúgva alsamt fleiri
chartertúrar, greiðir Jóhan
E.Simonsen frá.
- Og tað merkir í stuttum,
at inntøkurnar økjast, stað
festir Jóhan.
Charter sum
føroyskur vinnuvegur
Serliga hetta við charter
túrum er nakað FaroeJet
hevur satsað nógv uppá.
Hetta tí, at tað er ein stórur
marknaður fyri chartar
flúgving.
- Tað búgva 48.000 fólk
í Føroyum, so marknaðurin
her avmarkar seg sjálvan.
Har aftur ímóti er mark
naðurin óavmarkaður út í
heimi, og har fáa vit eisini
meiri og meiri at gera, sigur
Jóhan Simonsen, og leggur
samstundis dent á, at teir
sjálvandi raðfesta Føroya-
flúgvingina hægst.
Tað bankar á dyrnar og
inn kemur ein dama við
kaffi. Vit fáa okkum upp í
koppin og Jóhan heldur á
fram at greiða frá.
- Tað er ein øgiligur fyri
spurningur eftir charter
flúgving, og tað merkja
vit ógvuliga væl. Onkran
dagin hava vit fingið 20
fyrispurningar, og tá kunnu
vit sjálvsagt ikki geva tilboð
upp á allar túrararnar.
- Tað er eisini beinleiðis
orsøkin til, at vit ikki
flúgva millum Føroyar og
Danmark leygardag. Tað er
charterferðadagur burturav
hjá okkum og øðrum, sigur
Jóhan E. Simonsen.
Og tað gongur heldur ikki
ein vika uttan chartertúrar.
Onkra vikuna hava tað
enntá verið fimm túrar á
rað, og onkra aðra vikuna
hava tað verið fýra túrar
á rað.
Av
chartertúrunum,
FaroeJet
hevur
flogið,
kunnu nevnast túrar til
Prag, Brüxelles, Bordeaux
og túrar fyri danskar og
norskar
fyritøkur,
fyri
ísraelska fótbóltslandsliðið
og danska fótbóltsfelagið
OB.
- Vit hava einans fingið
góð feedback frá okkara
chartertúrum, og vit merkja
tað eisini aftur í, at sami
meklari vendir aftur til
okkum. Tað er tekin um,
at fólk eru væl nøgd við
okkara produkt og okkara
tænastu, og tað eiga okkara
starvsfólk burturav æruna
av, sigur stjórin í FaroeJet.
Jóhan E. Simonsen heldur
eisini, at vit í Føroyum eiga
at síggja charterflúgving í
eitt sindur størri høpi. Ja,
sum ein møguligan stóran
vinnuveg.
- Føroyingar eru jú
verðinsmenn, tá tað kemur
til sjóðferðslu og eg dugi
ikki at síggja, at tað ikki
eigur at kunnast førast yvir
til flogferðslu. Føroyingar
duga væl at takla óvæntaðar
støður sum uppstanda her
og nú, og tað eru eginleikar,
sum eru nógv virðismettir í
vinnuni.
- Og tá vit flúgva charter,
so kappast vit við alt Evropa,
sigur Jóhan E. Simonsen,
sum vísir til Ísland sum
flýgur nógv charter. Teir
hava við 300.000 íbúgvum
fleiri skrásett flogfør enn
Svøríki, sum hevur níggju
milliónir íbúgvar.
- Tá vit flúgva charter
mugu vit eisini minnast
til, at vit í veruleikanum
tá útflyta arbeiðsorku. Tað
svarar til at útflyta nógvan
fisk, tí tað eru pengar, sum
koma aftur til landið, sigur
Jóhan E. Simonsen.
Vantandi
marknaðarførðsla
FaroeJet hevur eitt flogfar.
Eitt flogfar við breiðum
og góðum setrum, faktiskt
bestu flogsetur í danska
kongaríkinum. Fjarstøðan
millum setrini er eisini stór,
so har er pláss fyri albogum
og at strekkja beinini bæði
væl og virðiliga.
Á FaroeJet fáa ferðafólkini
eisini heitan mat, og eisini
fáa tey tær drykkivørur,
tey ynskja sær. Tað einasta,
sum kostar, er spruttið.
Men tað eru tað ikki øll
sum vita. Tað eru framvegis
nógv, sum halda, at umborð
á FaroeJet kostar alt pengar,
eisini maturin og drekka.
Samstundis eru tað ikki
nógv onnur enn tey, ið hava
flogið við teimum, sum
vita, um góðu setrini og
góða plássi.
Hetta gera vit stjóran vart
við, og vit spyrja hann, um
FaroeJet ikki hevur dugað
illa at marknaðarført seg
sjálvan? Jóhan E. Simonsen
FaroeJet í støðugum vøkstr
- Vit hava fingið fleiri ferðandi, og faktiskt er
tað soleiðis, at vit síggja framgongd á øllum
økjum, sigur Jóhan E. Simonsen
Mynd: Álvur Haraldsen