týsdagur 3. oktober 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2006
21
leggur seg eitt sindur aftur
á í stólinum og hugsar eina
løtu, áðrenn hann svarar.
- Vita fólk ikki hetta, so
hava vit ikki marknaðarført
okkum nóg gott. Men tað
fáa vit so altíð gjørt okkurt
við.
Ein annar trupulleiki,
sum FaroeJet og kundar
teirra hava havt, er bók
ingarskipanin,
FaroeJet
nýtti at byrja við. Henda
bókingarskipanin er nú
skift út við Amadeus-
skipanina, sum næstan øll
flogfeløg brúka í dag, og
sum er lættari og betri fyri
kundan.
Átalaðu SAS
Jóhan E. Simonsen sigur
allatíðina, at høga tænastan
er nakað tey seta í hásæti
á FaroeJet, men hann
viðgongur tó, at tað hevur
verið onkur svipsari.
- Vit hava, sum øll onnur,
ikki altíð klára at gjørt
tað, vit ætlaðu. Serliga
tann eina sunnudagin í
september mánaði gekk
galið. Vit sluppu ikki aftur
úr Frankaríki til tíðina
at flyta okkara ferðafólk
úr
Danmark
heim
til
Føroya. Tað er ikki nóg
gott, og í Kastrup fingu
tey, sum bíðaðu, heldur
ta service, sum okkara
samstarvsfelagið í SAS skal
syrgja fyri at tey fáa, og tað
eru vit ógvuliga hørm um.
- Tíbetur ringdu nógv
fólk til okkum tá, og gjørdu
vart við sína ónøgd, og vit
fingu forklára okkum. Og
so skal leggjast aftrat, at
samstarvsfelagin í SAS
fekk eina alvorliga átalu
fyri tað, sigur Jóhan E.
Simonsen.
Bólturin rullar
skjótari
FaroeJet er hevur nú verið
í luftini í fimm mánaðir.
Tað var ógvuliga tungt
at koma í gongd, men nú
rullar bólturin skjótari og
skjótari ásannar Jóhan E.
Simonsen.
- FaroeJet varð stovnað
20. desember í 2005 og vit
flugu longu 15. mai í ár.
Tað er óvanligt at flúgva so
skjótt aftan á, og tað vóru
eisini tey, sum øtaðust, tá
vit greiddu frá um ætlanir
okkara. Men nú siga tey, at
tað er flott av okkum.
Men hetta er sjálvandi
ikki komið av sær sjálvum,
og sambært Jóhan E.
Simonsen er høvuðsorsøkin
at tað bar til so skjótt, at
teirra starvsfólk hevur so
nógvar royndir frá vinnuni
áðrenn.
- Starvsfólkið brennur
fyri FaroeJet, og tað hevur
gjørt tað gjørligt hjá okkum,
staðfestir stjórin.
Besta vøran og
lægri prís
Tað gongur fram á hjá
FaroeJet. Ferðafólkatalið
svingar sjálvandi frá túri
til túr, men í miðal fyri
hvønn mánað veksur ferða
fólkatalið støðugt. Eisini
havi tey fleiri fullsett flog
før, og so seint sum farna
vikuskifti var útselt, bæði
niður til Danmarkar og
heim til Føroya.
- Eg havi sagt tað fyrr,
og eg kann endurtaka meg
sjálvan. Vit eru komnir fyri
at vera, og vit hava longu
nú syrgt fyri, at broytingar
er gjørdar.
- Síðani vit eru komnir
á marknaðin er bíligasti
einvegis ferðaseðilin til før
oyingar farin úr 2295 krónur
niður á 695 krónur. Eisini
er tænastan ferðafólkini
fáa hækkað munandi, og
avsláttarskipanirnar
eru
somueliðis bøttar.
- Tað er ein royndur lutur,
at kapping er til fyrimuns
fyri brúkaran og tí er tað, at
eg sigi, at FaroeJet tryggjar,
at kundin fær ta bestu
vøruna til tann besta prísin,
sigur hann og tømir koppin
við kaffi í.
Vit reisa okkum frá borðin
um og takka spakuliga
fyri okkum, men áðrenn
vit fara spyrji eg Jóhan
E. Simonsen, hvat liggur
fyri framman hjá FaroeJet.
Hann svarar og sigur, at teir
fara at koyra á á sama hátt,
men leggur hann aftrat, at
teir eisini arbeiða við fleiri
spennandi tingum.
- Eg kann ikki koma
nærri inn á hvat tað er, men
tað inniber millum annað at
gerast sjónligari í Danmark,
sigur Jóhan E. Simonsen,
stjóri í FaroeJet.
vinnusíðurnar
B&O í bilin
Danska Bang & Olufsen hevur leingi verið ein
av hægst virdu framleiðarunum av ljóðútgerð
til heimið. Fyri stuttum hevur fyritøkan í Struer
víðkað um virkisøkið, sum nú eisini skal fevna
um ljóðútgerð til bilar. Samstarv er longu gjørt
við AUDI, har topp-modellini hjá fyritøkuni
nú fáast við B&O útgerð, og roknað verður
við, at enn eitt samstarv verður avdúkað á
bilamessu, sum hósdagin verður sett í Fraklandi.
Kostnaðurin fyri eitt B&O anlegg í bilinum
liggur um 45.000 kr.
Lønarútgjaldingar
Av samlaðu lønarútgjaldingunum í Føroyum
upp á 6,1 mia kr. í 2005, vórðu 36% goldin
til konufólk. Av inntøkuni hjá konufólkunum
stavaðu 57% frá almennari fyrisiting og
tænastu.
kelda: www.hagstova.fo
ri
Á FaroeJet veksur ferðafólkatalið støðugt, og so seint sum farna
vikuskiftið var fullsett bæði til og frá Danmark
Mynd: Álvur Haraldsen
- Starvsfólkið brennur fyri FaroeJet, og tað hevur gjørt tað
gjørligt hjá okkum at koma so gott í gongd og hava eina so
høga tænastu, sigur Jóhan E. Simonsen
Mynd: Álvur Haraldsen