Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 190 - 3. oktober 2006 - Í fjør heyst flettu vit 1400 seyðir, og vit vænta, at talið verður uppaftur størri í ár. Vit fletta fyri bøndur og privatfólk og hava kapasitet til at fletta einar 170-200 seyðir um dagin, sigur Alberg Gaardlykke, slaktari, sum eigur og rekur AG-Kjøt Fletting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hetta er tíðin, tá ið fjøllini verða gingin. Hagaseyðir og heimaseyður skal takast, flettast og fáast upp at hanga í hjallinum. Hetta er ein strævin, men hugnalig tíð hjá bøndrum, seyðamonnum og fjall­ fólki. Ymiskt er, hvussu veðrið háttar sær hesa tíðina av árinum, og ein treyt fyri fjallgongu í brattlendi er, at tað er turt í veðrinum. Eisini sosialt Seyðamenninir skipa fyri rakstrinum og aftrat teim­ um, sum eiga seyðin, verður fólk biðið um at koma á fjall. Vanliga eiga bøndur nakrar mans á fjalli, og tí er ofta neyðugt at biðja fólk. Tað er stuttligt at vera á fjalli ein góðan dag, og tað skerst ikki burtur, at hetta sosialt er gevandi, bæði fyri yngri og eldri. Nógv verður prátað, og tað er ikki sørt, at okkurt glepsið fellir yvir onkran, tá ið seyður slapp. Viðhvørt er neyðugt at manna seg um hagapartin av nýggjum, tí ov nógvur seyður gekk eftir. Øll veðurlombini mugu fáast í rætt, tí annars kann væntast, at lombini koma ov tíðliga, tá ið tað fer at vára. Tá ið dagur er lokin, er alt, sum sagt varð - í møði og kanska í óumhugsni – gloymt. Fletta ein hóp Tá ið seyðurin er komin í hús, stendur flettingin fyri. Í nøkur ár fletti táverandi MBM-Kjøt fyri bøndur og privatfólk, men síðan virksemið varð selt, hevur eingin fletting verið í Hós­ vík. Ein teirra, sum var við í flettingini í Hósvík, var Alberg Gaardlykke á Nesi, ið eisini hevur lært til slakt­ ara á virkinum har. Sama ár, sum tey í Hósvík flettu seinastu seyðirnar á MBM-Kjøti, byrjaði Alberg at fletta á Toftum. Hann leigaði seg inn í Turkihúsið í Oyrunum og riggaði seg væl til við góðum útbún­ aði – og dugnaligum flett­ ingarfólki. – Fyrsta heystið flettu vit 500 seyðir, og síðan er talið vaksið ár um ár, soleiðis at vit í fjør heyst flettu 1400 seyðir. Aftrat sær hevur Alberg einar 4-5 mans, sum eftir­ hondini eru vorðnir royndir í leikum. Byrja í dag – Nú hava vit aftur riggað okkum til og gjørt hølini klár til flettingina, og vit vænta, at fyrsti flettingardagur í ár verður í dag. Slaktarin sigur seg vænta, at talið í heyst fer at seta met. – Eg vænti, at vit fara at fletta einar 1600 seyðir í heyst, og fyribils sigur skráin, at seinasti flett­ingar­ dagur verður 21. oktober. Serliga í heystfrítíðini vænt­ar hann, at nógv verður at gera. AG-Kjøt flettir bæði fyri bøndur og privatfólk. – Vit kunnu fletta einar 170-200 seyðir um dagin, so orkan er rættiliga stór, og tað gongur skjótt fyri seg. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki eisini kunnu fletta ein, tveir ella tríggjar seyðir fyri privatfólk. Hann sigur, at hava teir nógvan seyð niðurfyri ein dag, kunnu fólk, sum ikki hava so nógvan seyð at fletta, koma fram við og fáa seyðin flettan beinanvegin. – Koma fólk framvið við 5, 10 ella 15 seyðum, bjóða vit teimum ein kaffimunn, meðan tey bíða. Tá kunnu tey, um tey vilja, fáa krovin heimaftur við sær, sigur Alberg. Heinta seyðin AG-Kjøt koyrir út til bøndurnar og heintar seyð­ AG-Kjøt væntar at fletta 1 Alt er væl lagt til rættis, og lætt er at arbeiða, tá ið kroppurin hongur uppi Mynd: Vilmund Jacobsen óhan Dávur Højgaard er við í ”teaminum” hjá AG-Kjøti í Oyrunum Mynd: Vilmund Jacobsen Nýggjur Froya til Klaksvíkar Norðlýsið skrivar á netinum, at P/F Knørrur hevur skrivað sáttmála um skipakeyp. Talan er um eitt línuskip, ið er 34 metrar langt og 8 metrar breitt. Skipið er bygt í Skagen í 1988, og er nýklassað, og skal hetta ætlandi koma í flotan fyri Froya, sum reiðaríðið longu eigur. Keypsprísurin verður uppgivin til 10,5 mió kr. Trupulleikar við Windows Vista Innan alt ov langa tíð verður roknað við, at Windows kemur á marknaðin við nýggju stýriskipan sínari, Vista. Hendan skal loysa Windows XP av, men tað verður ikki trupulleikar, skilst. Longu nú tykist greitt, at fleiri av gomlu telduskipanunum fáa trupulleikar at koyra í nýggju skipanini. Í nøkrum førum kann trupulleikin helst loysast við uppgraderingum av ritbúnaði, men tað vil so vera upp til einstaka framleiðaran at tillaga hesar. Og tað er jú ikki altíð, at framleiðarin framvegis finst á marknaðinum. vinnusíðurnar