týsdagur 3. oktober 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2006
23
600 seyðir í heyst
in, og pláss er fyri umleið
60 seyðum í lastbilinum í
senn. Beint við sláturhølini
hevur felagið pláss fyri 150-
160 seyðum, sum standa
inni og bíða eftir slakti.
Pláss er somuleiðis fyri eini
140 hangandi krovum. Er
nógv fletting dag um dag,
er neyðugt, at menn koma
eftir krovunum stundisliga
dagin eftir fletting.
- Hava vit einar 70-
80 seyðir til fletting um
morgunin, kunnu krovini
heintast longu beint eftir
døgurða sama dag.
Alberg Gaardlykke sigur,
at teir, sum koma við nógv
um seyði, eisini kunnu
heinta krovini gjøgnum
dagin, so hvørt sum flett
verður.
- Soleiðis er vanligt, at
bøndur, sum hava ein inni
lokaðan vøruvogn, kunnu
taka eini 30 krov heim við
sær í senn, sigur hann.
Íliðin seyðaskinn
Í nøkur ár hevur AG-Kjøt
eisini keypt ”fesk” seyða
skinn, sum felagið hevur
saltað og selt, men hetta fer
felagið ikki at gera í heyst.
Í staðin fer AG-Kjøt
seinni í heyst at keypa ílið
in seyðaskinn, sum eru
saltaði og viðfarin eftir for
skriftunum.
– Vit fara at bjóða 14
krónur fyri skinnið, og
ætlandi fara vit at taka ímóti
síðstu viku í november ella
fyrstu viku í desember.
Alberg Gaardlykke vísir
á, at MBM seinastu árini
hevur keypt íliðin seyða
skinn, men felagið hevur
boðað frá, at tey ikki ætla
sær at keypa í heyst.
– Eg havi fingið ein
keypara í Póllandi, og eg
ætli mær at royna hetta í
heyst, sigur slaktarin.
Sker neyt
Men fletting er ikki einasta
virksemi, sum slaktarin á
Nesi hevur av sínum slagi.
Í nøkur ár hevur hann
eisini skorið neytafjórðingar
sundur og pakkað fyri
bøndur, og higartil í ár
hevur hann soleiðis skorið
og pakkað ikki færri enn
185 neyt – ella 740 fjórð
ingar.
Aftrat sær til hjálpar við
neytunum hevur Alberg
Gaardlykke ein mann og
tvær ungar gentur, sum taka
sær av pakkingini.
Alt er klárt í Oyrunum, og
í dag verða fyrstu seyðirnir
flettir hjá AG-Kjøti á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Alberg Gaardlykke, slaktari, er maðurin aftanfyri AG-Kjøt. Her
sker hann ein neytafjórðing sundur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Størstu
yvirskotini
Størsti parturin av ársrokniskapunum hjá føroysku
parta- og smápartafeløgunum er nú komin til
Skráseting Føroya. Tí má roknast við, at talan er
um á leið álítindi uppgerð, sum nú framgongur á
www.business-line.fo, har roknskapirnir hjá øllum
partafeløgum verða skrásettir.
Á heimasíðuni er eisini yvirlit, sum sýnir tey 25
virkini við størsta yvirskotinum í 2005. Ikki óvæntað
eru tað virki av ávísum slag, sum seta sín dám á
listan. Teir báðir stóru peningastovnarnir eru báðir
ovastir, Føroya Tele er langt uppi á listanum, og síðani
koma virkir, sum fyri nógv tað mesta hava røtur í
tilfeingisvinnuni. Undantøkini eru tó Atlantic Airways
og so holding-feløgini, P/F 14 (fyrrv. Tórshavnar
Skipasmiðja), Sp/F 5. mai 1994 (fyrrv. hjá Gunleivi)
og P/F 5 / P/F H.T. Holding (Havnar Timburhandil).
Topp-25 listin hjá Business-line fyri 2005 sær soleiðis
út
Nr Virki
Úrslit (tkr.)
1
P/F Føroya Banki, Tórshavn
128.908
2
P/F Føroya Sparikassi, Tórshavn
126.609
3
P/F Tjaldur, Tórshavn
74.449
4
P/F Føroya Tele, Tórshavn
50.147
5
P/F Palli hjá Mariannu *), Klaksvík
29.853
6
P/F Christian í Grótinum, Klaksvík
25.085
7
P/F J.P.J. & Co., Klaksvík
24.969
8
Sp/f Framinvest, Toftir
22.969
9
P/F Vinnan, Gøtu
22.849
10
P/F Atlantic Airways, Sørvági
20.734
11
P/F Hvalnes, Klaksvík
17.380
12
P/F Føroya Shell, Tórshavn
14.980
13
P/F Krossbrekka, Gøtu
13.411
14
P/F 14, Tórshavn
13.265
15
P/F Luna, Gøtu
13.122
16
Alistøðin á Bakka, Glyvrar
13.051
17
Sp/f 5. mai 1994, Tórshavn
12.379
18
P/F 5, Tórshavn, ***)
11.852
19
P/F H.T. Holding, Tórshavn
9.177
20
P/F Varðin, Gøta
8.802
21
P/F Farcod, Argir
8.740
22
P/F Fútaklettur, Sandavági
8.522
23
P/F Enniberg, Tórshavn
7.546
24
P/F Vónin, Fuglafirði
7.507
25
Sp/f Selberg, Sørvági
7.422
*) P/FChristian í Grótinum er dótturfelag hjá P/F Palli hjá
Mariannu
**) P/F Hvalnes er dótturfelag hjá P/F Christian í
Grótinum
***) P/F H.T. Holding eigur meirilutan av partabrøvunum
í P/F 5.
Dýr fartelefon
Heimsins dýrasta fartelefon varð herfyri
seld av felagnum, Goldvish, sum hoyrir
heima í Geneve. Talan var um eina
fartelefon úr 120 karat diamantum. Undir
dýru kápuni var eitt 8X-zoom talgilt
myndatól, 2 Gb minni, Bluetooth, MP3-
spælari og útvarp. Prísurin – 1 millión
evrur!
Vandamikil
teldu-battarí
Her fyri noyddist Dell at afturkalla eina rúgvu av battaríum
til farteldur, tí hesi kundu hava ein framleiðslufeil, sum
kundi seta eld á telduna. Nú hava framleiðarar hjá
Sony staðfesta líknandi feil í teirra framleiðslu, og tað
hevur fingið klokkurnar at ringja hjá Toshiba og Lenovo.
Báðar fyritøkurnar hava afturkallað ávíkavist 500.000 og
830.000 teldubattarí. Hóast vandin verður mettur sum
lítið ítøkiligur, hava seinastu hendingarnar fingið fleiri
fløgfeløg at banna nýtslu av teldum, meðan flogið verður.
vinnusíðurnar