týsdagur 3. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 190 - 3. oktober 2006
vinnusíðurnar
Insidara-handil í Sveis
Fyrrverandi nevndarformaðurin í Swiss-com, Marcus Rauh,
er nú ækærdur fyri insidarahandil við partabrøvum hjá
fyritøkuni. Tveir dagar áðrenn stjórnin almannakunngjørdi
einskiljingarætlanir sínar, keypti Rauh partabrøv í
fyritøkuni, og ikki óvæntað hækkaði kursurin nógv, tá
einskiljingarætlanirnar vórðu almannakunngjørdar. Sjálvur
váttar Rauh, at hann keypti partabrøvini, men hann leggur
dent á, at hann einki visti um einskiljingarætlanirnar
19,3% fleiri um flogvøllin
Tilsamans ferðast 17.739 fólk um flogvøllin í
Vágum í september mánaði. Hetta eru 19,3%
fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Talan er
um framgongd á øllum leiðum, Ísland tó
undantikið. Størstur hevur vøksturin verið í
Danmarkar-flúgvingini, har ferðafólkatalið
øktist við 17,4%. Fyrstu níggju mánaðirnar
í ár hava 164.681 fólk ferðast um flogvøllin.
Hetta eru 13,3 fleiri enn í fjør, tá samlaða
talið var 145.397. Talið av flogførum, sum
eru komin og farin um føroyska flogvøllin er
higartil í ár 5.155.
Frithleif Olsen,
leiðari á FJM,
sigur, at styrkin hjá
maskinverkstaðnum
í Runavík er, at
felagið hevur gott
og dugnaligt fólk,
og at hesi alla tíðina
hava útvegað sær
serkunnleika innan
framleiðslu av útgerð
til fiskiídnaðin. - Vit
hava soleiðis loyst
óteljandi uppgávur
fyri fiskavirkir,
fiskiflotan og onnur,
sum hava leitað sær
til okkara um ráð og
loysnir, bæði stórar
og smáar, sigur hann
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagið
FJM,
sum
er
maskinverkstaðurin
við
Fjøruvegin í Runavík, er
stovnað í 1986, og í fleiri ár
átti felagið hølini, har SD-
Beding er í dag.
Fyri nøkrum árum síðan
keyptið felagið stóra og
rúmliga bygningin, har
Eysturoyar Heilsøla áður
húsaðist. Gólvhæddin í hes
um bygningi er ikki minni
færri enn 2450 fermetrar,
umframt skrivstovuhølir,
matarhøll og onnur høli
í ovaru hæddini, har Sjó
kaféin eisini húsast.
Í bygninginum er pláss
fyri øllum virkseminum
hjá felagnum á einum
staði, og tað er eisini ein
stórur fyrimunur, at hesin
bygningur eins og hin gamli,
sum felagið upprunaliga
átti,
liggur
dygst
við
havnalagið í Runavík.
Høvuðspersónurin aftan
fyri FJM hevur síðan byrj
an verið Frithleif Olsen í
Rituvík.
Løgdu saman
Við
endan
av
2004,
tá ið FJM í Runavík og
Tórshavnar
Skipasmiðja
avgjørdu at leggja saman
frá 1. januar 2005 at rokna,
vóru teir fýra, ið áttu
felagið við Frithleifi sum
høvuðspartaeigara. Hinir
tríggir vóru Jóhan Hendrik
Olsen, Petur Jacob Petersen
og Arni Carlsen.
Maskinverkstaðurin
hevði í eitt langt áramál
samstarvað við Tórshavnar
Skipasmiðju, og nú varð
hildið, at tíðin var komin til
samanlegging.
Partarnir hildu, at ein slík
samanlegging hevur stóran
týdning fyri kappingina
við umheimin. Mett varð,
at við dygdunum hjá teim
um tilsamans 250 starvs
fólkunum gjørdist førleikin
at veita fiskivinnuni á landi
og skipaflotanum annars
heildarloysnir
uppaftur
størri enn áður.
Uppgávan
hjá
FJM
hevur øll árini verið at
veita fiskivinnuni ymiskar
loysnir – og heildarloysnir
–
úr
rustfríum
stáli.
Felagið hevur lagt seg eftir
nýhugsan og at menna
nýggjar vørur úr rustfríum
stáli – við bondum, pavnum
og framleiðslutólum til
fiskiídnaðin.
FJM hevur ásannað týdn
FJM í Runavík:
Heildarloysnir til vinnuna úr
Frithleif Olsen á egnari skrivstovu
á FJM í Runavík. Út gjøgnum
gluggan sær hann yvir á
rækjutrolaran, Havborg, sum nú er
um at vera klárur aftur til fiskiskap
Mynd: Jens Kr. Vang