týsdagur 3. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2006
25
ingin av, at viðskiftafólki
fáa eina álítandi, skjóta og
góða tænastu, og hetta er
ikki minst galdandi, tá ið
ræður um fiskiídnaðin – á
sjógvi og landi.
Felagið, sum hevur land
sins størstu goymslu av rust
fríum stáli, telist millum
fremstu virkir av sínum
slagi í Føroyum.
Roynt verður altíð at veita
viðskiftafólki tær vørur og
tænastur, ið vinnan leitar
eftir.
Eftir
samanleggingina
við P/F Tórshavnar Skipa
smiðju, gjørdust teir fýra,
sum tá áttu FJM, smáparta
eigarar í Tórshavnar Skipa
smiðju, og seinni hevur
Frithleif Olsen so keypt
hinar tríggjar út, soleiðis at
hann í dag er hin einasti á
FJM, sum eigur ein minni
part í stóra felagnum.
Hinir tríggir eru saman við
Frithleifi Olsen sum leiðara
framvegis
ein
berandi
partur av fyritøkuni, sum
marknaðarførir seg undir
heitinum, FJM í Runavík.
Í løtuni eru eini 45 fólk í
starvi hjá felagnum.
Sum áður
Frithleif Olsen, leiðari á
FJM, sigur, at styrkin hjá
maskinverkstaðnum
er,
at felagið hevur gott og
dugnaligt fólk, og at hesi
alla tíðina hava útvegað
sær serkunnleika innan
framleiðslu av útgerð til
fiskiídnaðin.
- Vit hava soleiðis loyst
óteljandi uppgávur fyri
fiskavirkir, fiskiflotan og
onnur, sum hava leitað
sær til okkara um ráð og
loysnir, bæði stórar og
smáar. Við hollum royndum
innan menning eru vit førir
fyri at veita loysnir – frá
tekniborði til veruleika,
sigur leiðarin.
Hann heldur annars, at
samanleggingin við Tórs
havnar Skipasmiðju, sum
eisini eigur Skála Skipa
smiðju, hevur riggað væl.
- Vit reka hetta virksemið
sum frammanundan, og
leiðslan á P/F Tórshavnar
Skipasmiðju blandar seg til
dagligt ikki upp í tað, sum
vit gera. Samanleggingin
merkir eisini, at onkrar
funktiónir kunnu sparast
burtur, og raksturin verður
rationellari.
Frithleif Olsen sigur, at
samanleggingin eisini ber í
sær, at uppgávur nú kunnu
deilast millum virkini og
loysast, har størsti førleikin
um ta ávísu uppgávuna er
til steðar.
- Soleiðis er ikki neyðugt
at hava somu funktiónir á
øllum trimum støðunum,
leggur hann aftrat.
vinnusíðurnar
Føðingardagur við
gallakvøldum
Nú Føroya Banki hevur rundað tey 100 árini, verður hetta markerða á
ymsan hátt. Ein táttur, sum bankin nú hevur tikið upp, eru gallakvøld,
sum verða hildin fyri kundum bankans. Gallakvøldini verða fimm
í tali, og roknað verður við, at eini 4.000 kundar á hendan hátt fáa
høvi at halda føðingardag saman við bankanum. Føroya Banki
sendir í hesum døgum út innbjóðingar til ymsu kundabólkarnar, og
framgongur av hesum, hvussu tekning fer fram.
Skattalóggávu
í lummastødd
Toll- og Skattstova Føroya hevur nú givið út
lógasavnið fyri 2006. Í bókini, sum er í lummastødd,
eru allar toll-, mvg-, skatta-, og avgjaldslógir, sum
Toll- og Skattstovan umsitur. Til samans er talan
um 37 lógir. Hartil er eisini givin út bóklingur við
øllum kunngerðum og rundskrivum innan somu
øki. Bøkurnar fáast til keyps í handlum kring
landið, og kosta tær 100 kr. hvør.
– Standa vit saman
um at loysa tær
stóru uppgávurnar,
soleiðis sum gjørt
er í samband við
umvælingarnar av
rækjutrolaranum,
Havborg, eru vit
eisini kappingarførir
mótvegis umheim
inum, sigur Frithleif
Olsen
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tey stóru arbeiðini, sum
FJM hevur verið við til
at útint í seinastuni, eru í
fyrsta lagi umvælingarnar
og nýgerðin umborð á
rækjutrolaranum, Havborg,
sum brendi í Noregi seint í
summar.
Frithleif Olsen sigur, at
samstarvið um hetta arbeiði,
sum fleiri partar hava staðið
saman um, hevur gingið
fyrimyndarliga, og væntandi
verður alt arbeiði liðugt
sambært tíðarætlanini, 6.
oktober.
– Standa vit saman um at
loysa uppgávurnar, soleiðis
sum gjørt er í hesum før
inum, eru vit eisini kapp
ingarførir mótvegis um
heiminum, sigur hann.
Arbeiðsdekk
Á FJM í Runavík eru teir
eisini farnir undir at tekna
og framleiða útbúnaðin til
arbeiðsdekkið umborð á
nýggju ísfiskatrolarunum
hjá P/F Beta, ið Faroe
Seafood nú eigur.
– Eins og vit teknaðu og
bygdu upp arbeiðsdekkini
umborð á Baki og Steki,
sum
vórðu
bygdir
á
somu skipasmiðju í Vigo
í Spaniu, hava vit eisini
fingið til uppgávu at gera
arbeiðsdekkini til hesar
báðar bátarnar.
Frithleif sigur, at arbeiðs
dekkið
verður
teknað,
framleitt og sett upp á FJM.
Síðan verður tað tikið niður
aftur, pakkað og flutt niður
til Spaniu, har tað verður
sett upp umborð á nýggju
trolarunum.
– Alt skal tilpassast væl,
áðrenn farið verður úr
Føroyum. Sjálvt mátini til
føturnar, har pavnar og bond
skulu festast, skulu vit geva
teimum. Føturnir verða
sveisaðir í skipsdekkið,
áðrenn vit koma niður,
og hetta styttir so aftur
um tíðina til uppseting í
Spaniu.
Hann sigur seg vænta, at
menn hjá FJM fara niður
til Spaniu við verksmiðjuni
fyrst í komandi ári.
Í Grønlandi
FJM hevur eisini havt
nakrar mans í Grønlandi í
nøkrum umførum, og um
stutta tíð skulu menninir
yviraftur.
– Hetta eru maskin
arbeiðarar,
sum
hava
verið við til at sett upp
eitt knúsiverk í samband
við málmframleiðslu til
stálídnaðin. Tá ið menninir
fara yviraftur, fara teir í
holt við at seta upp eina
fylliskipan, haðani tilfarið
úr knúsiverkinum verður
flutt umborð á skipini, sigur
Frithleif Olsen.
Arbeiðið í Grønlandi er
í Fiskifjørðinum, sum er
á leiðini millum Nuuk og
Maniitsoq.
Linjuskipan
Umframt arbeiði umborð á
Havborg, framleiðsludekkið
til
ísfiskatrolararnar
í
Spaniu og uppgávurnar í
Grønlandi, er FJM eisini
í holt við eina linjuskipan
til rundan fisk á virkinum
hjá Nevið Fiskaeksport í
Saltangará.
– Hendan uppgávan fevn
ir um reinskeriborð, flutn
ingsbond og pavnar, sigur
Frithleif Olsen, leiðari á
FJM.
rustfríum stáli
Saman eru vit førir fyri
at loysa uppgávurnar
Maskinverkstaðurin FJM húsast í
rúmligum hølum við Fjøruvegin -
dygst við sjóvarmálan í Runavík
Mynd: Jens Kr. Vang
Á maskinverkstaðnum í Runavík starvast stívliga 40 mans. Høgt er til loft og vítt til
veggja
Mynd: Jens Kr. Vang