týsdagur 3. oktober 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 190 - 3. oktober 2006
– Eg eri sannførdur
um, at vit kunnu
geva føroyska markn
aðinum okkurt eyka,
við eisini at vera
á danska markn
aðinum, sigur Høgni
Rasmussen stjóri í
Sansum, sum hevur
latið deild upp í
Keypmannahavn
Kunningarvirksemi
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Kunningarfyritøkan Sans
ir læt í september upp
skrivstovu í Keypmanna
havn. Í leigaðu hølunum á
Vodroffsvej á Frederiksberg
sita í løtuni stjórin Høgni
Rasmussen og fýra donsk
starvsfólk, og hóast talið
av donskum viðskiftafólki
ikki er stórt enn, so hava
tey øll úr at gera.
– Eg haldi, at hetta er eitt
náttúrligt stig fyri okkum,
sigur Høgni og rættir mær
eina fløsku av vatni yvir
um skrivaraborið á skriv
stovuni, ið hann deilir við
Cathrine Lippert.
Í hølunum við síðuna av
sita grafisku sniðgevarnir
Thomas Altamirano og
Haidi Damborg Hald, van
liga situr eisini Mette Ras
mussen har, men í dag er
hon við hús vegna sjúku.
– Í Føroyum er bert ein
máti at veksa sum fyritøka,
tað er við at spjaða seg til
ymisk virkisøki, og tað hava
vit gjørt, og samstundis er
føroyski marknaðurin vaks
in almikið. Tá vit byrjaðu
í 1995 vóru vit trý fólk,
í 2001 vóru vit sjey fólk,
í 2004 vóru vit umleið
fimtan og nú eru vit eini
tretivu fólk og eru sperd við
arbeiði, greiðir Høgni frá.
Manglaðu kvalifiseraða
arbeiðsmegi
– Tað er trupult at finna
nóg mikið av kvalifiseraði
arbeiðsmegi í Føroyum. Tí
hava vit leitað uttanlands.
Vit hava longu havt fleiri
danir at arbeitt fyri okkum
í Føroyum, Thomas, ið situr
inni við síðuna av og Mette
Rasmussen, hava arbeitt
í Føroyum seinasta árið.
Haidi, ið situr her nú, fer í
næstum til Føroyar at vera
eitt hálvt ár, greiðir Høgni
frá.
– Tað eru fleiri fyrimunir
við, at hava eina deild í
Danmark við øðrum dugna
ligum starvsfólki, ið hevur
aðra bakgrund enn tey, ið
vit hava í Føroyum. Hetta
gevur
eisini
føroyska
starvs fólkinum íblástur, ið
førir til størri kreativitet.
Hetta merkja vit longu,
nú fólk hevur ferðast ímill
um Føroyar og Danmark.
Eg eri sannførdur um, at
vit kunnu geva føroyska
marknaðinum okkurt eyka,
við eisini at vera á danska
marknaðinum.
Sansir hevur uppliva,
at tað er trupult at halda
útlendsku arbeiðsorkuni í
Føroyum í longri tíðarskeið.
Fólk leingist heim aftur og
rýmir tí.
– At geva fólki møgu
leikan at starvast á okkara
skrivstovu í Danmark er
einasti møguleiki vit hava,
skulu vit ikki missa starvs
fólkið aftur, sigur Høgni.
Vilja inn á danska
marknaðin
Í løtuni situr starvsfólkið
í Keypmannahavn mest
og ger arbeiði fyri við
skiftafólk í Føroyum, og
hetta fer væntandi altíð at
vera ein stórur partur av
arbeiðinum á skrivstovini
í Keypmannahavn. Men
samstundis verður arbeitt
fyri at koma inn á danska
marknaðin.
Høgni Rasmussen og
Cathrine Lippert fáast mest
sum bert við sølufremjandi
virksemi í Danmark.
– Vit sita ikki og ringja
til viðskiftafólk og royna
at selja teimum okkurt. Í
staðin royna vit at skapa
netverk, ið ger fólk varð við
okkum, og hetta kann síðan
føra til sølu. Tað er greitt,
at tað hevði verið ov dýrt,
skuldu vit farið inn á danska
kunningarmarknaðin við
lýsingarátøkum, so ístaðin
royna vit at gera málrættaða
marknaðarføring vendari
móti teimum røttu fólkun
um. Vit royna at skapa
eitt
kunningarnetverk,
har vit bjóða fólki í kunn
ingarvinnuni nakrar upp
livingar,
sigur
Høgni.
Hetta kunnu vera fakligar
upplivingar men eisini av
meira sosialum slag. Eitt nú
bjóðaðu vit nógvum fólki
á konsertina við Eivør í
Tivoli.
Løgdu lunnar
undir netverk
Fyrsta tiltakið av hesum
slag var á Norður Bryggjuni
í Keypmannahavn dagin
fyri konsertina við Eivør í
Yvirskot á Skipa
smiðjuni
Tórshavnar Skipasmiðja hevði í fyrsta
roknskaparári sínum eitt yvirskot á 7.343 tkr.
Av samlaðu fíggjajavnvágini upp á 164.066
tkr. var eginognin við árslok 2005 70.185 tkr.
Hetta svarar til ein soliditet á 43%. Úrslitið
er á leið tað, sum hevur verið galdandi hjá
núverandi P/F 14, sum áður bar navnið,
Tórshavnar Skipasmiða.
Postverkið hevði
4,2 mió eftir
Fyrsti ársroknskapurin hjá P/F Postverki Føroya er nú
gjørdur. Hóast nýggja partafelagið ikki fór at virka fyrr
enn í desember mánaði í fjør, so fevnir ársroknskapurin
um alt 2005. Hetta tí raksturin varð skotin inn í nýggja
felagið, tá endaliga umleggingin varð framd.
Og higartil tykist gongdin at vera positiv. Hóast talan
í árinum var um óvanligar útreiðslur á 4.345 tkr., so sýnir roknskapurin eitt
ársúrslit á 4.279 tkr. eftir skatt. Samlaði eginpengurin er nú 47.279 tkr., harav
innskotni partapeningurin er 43 mio kr.
Virksemið í Danmark er til gagns
fyri føroyska viðskiftafólkið
Eini 100 fólk komu saman til samkomuna, ið Sansir skipaði
fyri á Norður Bryggjuni
mynd: Sansir
Starvsfólkið skrivstovuni hjá Sansum í Keypmannahavn f.v. Thomas Altamirano, Cathrine Lippert, Høgni Rasmussen og Haidi Damborg Hald
vinnusíðurnar