Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2006 27 Tivoli. Tá høvdu Sansir 100 gestir til framløgu av nýggju CMS heimasíðuskipanini hjá fyritøkuni Sansir. net. Á samkomuni vóru inn­boðin fólk, ið starvast við kunning av ymiskum slag. Hetta vóru fólk úr netverkinum hjá donsku starvsfólkunum, vinfólk og onnur, umframt fyritøkur við tilknýti til Føroyar og føroyingar í vinnuni, ið Sansir hevði leitað upp. Ætlanin er, at hesi fólk, skulu leggja grund undir netverkinum hjá Sansum í Danmark, og so skulu bera tíðindini um Sansir víðari til onnur viðkomandi fólk, og hetta skal spjaða navnið hjá Sansum út til møgulig viðskiftafólk. Hetta kallast vanliga networking og er víðagitið sum sera effektivur og marknaðarføringsháttur. Høgni sigur, at um føroyingar í Danmark eru áhugaðir í at luttaka í hesum netverki, ella vilja frætta meira um virksemið hjá Sansum ella heimasíðuskipanina, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við Sansir. Ætlanin er at skapa upp­ livingar fyri hesi fólk. Her hugsar Høgni m.a. um við­­ kom­andi fyrilestrar og ann­ að, ið ger tað áhugavert hjá fólkinum at luttaka í netverkinum. Hetta er ar­beið­ið við sera longum per­spektivi, og tí er ikki al­neyðugt, at fyritøkan bein­ an­vegin byrjar at fáa við­ skiftafólk í Danmark. Men at hesi koma við tíð­ini. Skulu fóta sær í London Menningarstovan skipar í komandi viku fyri tiltaki í London. Tiltakið er serliga ætlað skapandi partinum av vinnuni, og fevnir hetta um bæði ráðstevnu og vitjanir. Hartil verður eisini skipað fyri einum PR-tiltaki, har innboðin fólk úr bretsku vinnuni kunnu uppliva føroyskan tónleik og sniðgeving. Tiltakið er fyrst og fremst ætlað teimum, sum vilja taka seg fram á útlendskum marknaðum, og kunnu áhugað lesa meira um tiltakið á www.trade.fo/funky Nógv fleiri lønarkrónur Fyrstu átta mánaðirnar í ár øktust lønarútgjaldingarnar í Føroyum við sløkum 7 prosentum. Í tíðarskeiðinum frá januar til august í 2005 vóru samlaðu lønarútgjaldingarnar 3.889 mió kr. Sama tíðarskeið í ár vóru lønarútgjaldingarnar 4.156 mió kr. Í alt ein vøkstur upp á 266 mió kr. Størsti vøksturin var í privatu tænastuvinnuni, har lønarútgjaldingarnar øktur við 101 mió kr. Sansir í Danmark veitir allar tær somu tænasturnar, sum Sansir ger í Føroyum. Men ætlanin er at brúka heimasíðuskipanina Sansir. net, sum ísbrótara fyri at koma inn á danska markn­ aðin. – Vit eru sera væl nøgd við nýggju heimasíðuskipan­ ina. Skal eg sjálvur meta um tað, so haldi eg, at hon er meira brúkaravinarlig enn kappingarneytarnar á danska marknaðinum, sigur Høgni. – Motivatiónin fyri at gera skipanina og fyri at royna at koma inn á danska marknaðin við henni er, at vit kunnu gera tað betur enn tað, sum er í løtuni. Um man ikki heldur tað, kann man líka so væl lata vera sigur Høgni og vísir á: – Afturmeldingarnar, ið vit fingu á Bryggjuni vóru eisini, at hetta var ein ótrúliga brúkaravinarlig skipan. Eisini vóru fleiri, ið søgdu, at hesa skipan vildu tey hava, men enn er einki konkret komið burturúr hes­ um. Byggir á drúgvar royndir Nýggja CMS heima­síðu­ skipanin Sansir.net er bygd á gomlu heimasíðuskipanina hjá Sansum. Tey hava arbeitt í fleiri ár við at menna hesa nýggju útgávuna. Eins og í fyrru skipanini er tað brúkaravinarligheitin, ið er í hásæti. Men í nýggju skipanini hevur Sansir roynt at tikið hædd fyri teim­um manglum, ið gamla skipanin hevði. Hon er bygd á tær royndir, ið Sansir hevur gjørt við nógvu heimasíðunum, ið fyri­tøkan hevur gjørt á føroyska marknaðinum. – Í løtuni hava vit 10 fólk, ið starvast við heimasíðum, so hetta er stórur partur av okkara virksemi, sigur Høgni. Sansir veitir heimasíðu­ skipanir, -ráðgeving og - snið­geving til nógv ymisk virki, stovnar og felags­ skapir umframt privatfólk og politikarar. Í Føroyum hevur Sansir verið sera tætt við viðskiftafólkið, og hetta hevur givið nógvar afturmeldingar, ið hava havt stóran týdning í menningini av nýggju skipanini. -nud Cathrine Lippert greiddi frá um sansir.net nýggju CMS heimasíðuskipanini hjá Sansum mynd: Sansir Heimasíðuskipanin er ísbrótarin Ætlanin er, at deildin í Danmark í august kom­­andi ár fer at telja eini 6-8 starvsfólk. Tá vera 30 fermetra høl­ini á Vodroffsvej eis­ini vænt­ andi skift út við 180 fer­metrar á Told­bod­gade. Høgni Rasmussen er í løtuni mest í Danmark, har hann tekur sær av upp­byggingini av donsku deild­ini sam­an við Catrine Lipp­ert. Hetta hevur havt við sær, at arbeiðið í Før­oyum er umskipað eitt sindur, soleiðis at Lena L. Mohr nú er vorð­in javn­sett­ur stjóri við Høgni Ras­mus­sen. Høgni sigur tó, at upp­býtið í millum tey, ikki er so knívskorið, at hon tekur sær av Sansum í Føroyum og hann sær av Sansum í Danmark. Heldur eru tey felags um nógvar avgerðir og supplera hvør annan. Hetta verður staðfest í nærum somu løtu. Tí telefonin ringir, og vit mugu avbróta sam­røð­una, meðan Høgni tekur sær av onkrum átrokandi máli í Føroyum. Sunnur vøkstur Hóast áhaldandi vøkstur, er Sansir framvegis ein væl konsolidera fyritøka við góðum gjaldsevni. Tað er greiði boðskapurin, sum roknskapirnir hjá ávíkavist P/F Sansir og P/F Tinghúsvegur 47 (móðurfelagið) gevur lesaranum. Fyri 2005 eru tølini ávirkað av, at ognin við Tinghúsvegin er seld, og at virksemið síðani varð flutt yvir í leigað høli við Dvørgastíggj. Hetta gevur eitt ógvusligt lop í lyklatølunum fyri fyritøkuna, men eisini uttan hetta hava tølini ein penan boðskap at bera. Ikki minst á gjaldførissíðuni, sum ofta kann verða ein trupulleiki, tá fyritøkur uppliva stóran vøkstur í lutfalsliga stutta tíð. Tað er tó vert at bíta merki í, at roknskapurin hjá Sansum sjálvum gav hall í 2005. Størsta einstaka orsøkin til hetta var, at nýttu roknskaparreglurnar millum annað viðføra, at menningarkostnaðir – serstakliga av heimasíðuskipanini – verða útreiðsluførdir. Vórðu hesir ognarførdir, vildi tað givið eina aðra mynd av roknskapinum. Samlaða roknskaparúrslitið fyri konsernina varð tó positivt, tí roknskaparligur vinningur var við søluni av ognini við Tinghúsvegin. Umframt Høgna Rasmussen, stjóra og stovnara, eiga starvsfólk eisini part í fyritøkuni. Við árslok 2005 stóðu Høgni Rasmussen, Bogi K. Henriksen og Eyðna Simonsen uppførd á yvirlitinum yvir partaeigarar, sum hava meira enn 5% av atkvøðurættinum í felagnum ella sum eiga meira enn 5% av áljóðandi partapeninginum. -mørk P/F Sansir Høvuðstøl (tkr.) 2002 2003 2004 2005 Bruttovinningur 3.617 4.214 4.475 5.549 Ársúrslit 467 406 231 -639 Ogn í umferð 3.764 3.444 3.753 5.638 Stuttfreistað skuld 3.660 3.036 2.839 2.407 Lyklatøl Gjaldførislutfall 103 113 132 234 Starvsfólkatal 8 8 11 17 P/F Tinghúsvegur Høvuðstøl (tkr.) 2002 2003 2004 2005 Støðisogn 3.099 3.342 2.278 74 Eginogn 2.157 2.588 2.958 4.895 Langfreistað skuld 1.727 1.745 1.644 0 Fíggjarjavnvág 4.459 4.604 4.787 5.129 Lyklatøl Ognaravkast 4 4 4 47 Eginpeningsavkast 32 26 15 53 Soliditetur 48 56 62 95 mynd: Símun Jóannesarson Tveir stjórar vinnusíðurnar