Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 190 - 3. oktober 2006 Løgtingsmaður hevur keypt Atlanticpane Heðin Zachariassen hevur nú keypt allan partapeningin í P/F Atlanticpane í Kollafirði. Heðin hevur gjøgnum árini markerað seg sum ein virkin íleggjari og vinnulívsmaður. Eitt nú hevur hann staðið fyri ruskinnsavnanini í Norðstreymoy og Norðureysturoy, arbeitt innan lastbilar, bussar og asfaltframleiðslu, eins og hann eitt skifti var medeigari av Handilskjarnanum. Nú hevur hann so keypt 33 ára gamla Atlanticpane, men í fyrstu atløgu verður talan ikki um tær stóru broytingar, verður sagt í tíðindaskrivi. Á Atlanticpane starvast í dag 7 fólk. Rentuhækking í væntu Hósdagin fer europiski Miðbankin at hækka leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Roknað verður við, at danski Tjóðbankin fer at fylgja leiðandi rentuni, sum eftir hækkanina er 3,25% Roknast kann við, at hetta eisini fer at hava ávirkan í Føroyum, soleiðis at útlánsrentan fer at fáa enn eitt kvink uppeftir, men europiskar greinarar eru ójavnir á máli, hvørt hetta er seinasta rentuhækkanin fyribils. Bloomberg hevur spurt seg fyri hjá 23 greinarum, og 11 av hesum halda, at rentan verður støðug komandi árið. Níggju meta, at rentan eisini fer eitt lop uppeftir í desember, meðan tríggir rokna við, at rentan fer at falla – kanska tvær ferðir – komandi árið. vinnusíðurnar - Hetta høvdu vit slett ikki væntað, og hetta kemur sera illa við hjá okkum, nú tað annars hevur gingið so væl í alivinnuni – við ongum sjúkum og góðum prísum á marknaðinum, sigur ein harmur stjóri í P/F Týggjará, Bogi Jacobsen Aling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjáramorgunin løgdu teir, sum standa fyri sílaalingini á Kaldbaksfirði, til merkis, at fiskurin í aliringunum ikki hevði tað gott. Tað vísti seg, at okkurt var, sum gjørdi fiskinum mein. Fiskur er deyður, og annar fiskur hevði tað ikki, sum hann skuldi. Staðfest er, at tað í løtuni eru eitrandi algur, sum gera um seg á Kaldbaksfirði, har alingin fer fram. Í skrivandi løtu hevur P/F Týggjará, sum eigur alingina á fjørðinum, ikki fulla greiði á støðuni, tí øll orkan verður brúkt til at sleipa aliringarnar longur út á fjørðin, har títtleikin av algum er munandi minni. Bogi Jacobsen, stjóri í Týggjará, sigur, at fiskur er deyður í aliringunum, men teir vita ikki í løtuni, hvussu umfatandi skaðin er. Algurnar kannaðar - Vit gjørdust varugir við trupulleikan í gjára­morg­ unin og hava brúkt alla orku upp á at sleipa ringarnar longur út á fjørðin. Tískil hava vit ikki fult tamarhald á støðuni. Stjórin vísir á, at Eilif Gaard á Fiskirann­sókn­ arstovuni hevur verið á staðnum og er í holt við kanningar av algunum. - Hetta eru eitrandi algur, og sum eg havi skilt, er slagið, sum hevur tikið seg upp inni á fjørðinum, lokaliserað niður í tvey møgulig sløg. Hann heldur, at talan kortini bara er um tað eina slagið av algum. Men tað er so eisini hetta eina slagið ov mikið, leggur hann dent á, tí rættiliga nógv­ur fiskur gongur í ring­ un­um. 800.000 síl Bogi Jacobsen sigur, at 800.000 síl ganga í ring­ unum á Kaldbaksfiðri. - Hetta er eitt stórt tal, men nøgdirnar eru ikki so stórar í tonsum, tí fiskurin er lutfalsliga ungur enn. Og tó. - Hetta eru síl, sum eru sett út í vár, og í dag liggja hesi millum 800 gram og eitt kilo hvørt, sigur stjórin, sum slett ikki hevði roknað við, at P/F Týggjará fór at fáa trupulleikar við algum í heyst. Bogi sigur seg ikki hava hoyrt um, at Kaldbaksfjørður áður hevur verið fongdur við eitrandi algum. - Vit hava áður hoyrt um henda trupulleika á Lopransfirði, Trongis­vágs­ firði og Skálafjørðinum, men mær vitandi ikki á Kaldbaksfirði. Hann vísir á, at nú er so nógv liðið út á heystið, at hesin trupulleikin er komin púra óvæntað á teir, sum reka alingina á fjørðinum. - Men veðrið hevur verið gott í heyst, og sjógvur liggur um 11 stig, sigur Bogi. Kemur illa við - Hetta høvdu vit slett ikki væntað, og hetta kemur sera illa við, nú tað annars hevur gingið so væl í ali­ vinnuni – við ongum sjúk­um og góðum prísum á mark­naðinum, sigur stjórin í P/F Týggjará, Bogi Jacobsen sum vónar, at avleiðingarnar av eitrandi algunum ikki fara at gerast ov stórar, nú algurnar eru ein veruleiki. Marknaðurin fyri aldu sílunum á Kaldbaksfirði er ser­liga í Japan og Rus­ landi. P/F Havsbrún í Fuglafirði er ein av stóru eigarunum í P/F Týggjárá. Kaldbaksfjørður: Eitrandi algur hótta 800.000 síl Kaldbaksfjørður var ikki bara myrkur í morgun hjá teimum, sum koyrdu suður í høvuðsstaðin. Hetta var eisini ein dapur morgun hjá teimum, sum ala síl á fjørðinum Mynd: Vilmund Jacobsen Nú verður av øllum alvi roynt at sleipað aliringarnar við teimum 800.000 sílunum longur út á fjørðin, har títtleikin av eitrandi algunum ikki er so stórur Mynd: Vilmund Jacobsen