týsdagur 3. oktober 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2006
29
vinnusíðurnar
Tað stóra evnið millum búskapar
frøðingar er kølingin av amerikanska
búskapinum, og hvussu hon fer
at ávirka restina av heiminum.
Tað er lítil ivi um, at vøksturin
í amerikanska búskapurin hevur
toppað, spurningurin er bara, um
tað verður ein bleyt ella ein hørð
lending.
Bústaðarmarknaðurin,
sum hevur fíggjað ein part av
nýtsluni seinastu árini, viknar, men
virkini vinna enn væl av peningi.
Partabrævamarknaðirnir
tykjast
ikki vera í iva um, at tað bert
verður ein bleyt lending. Eftir
lækkingina í mai eru partabrøv
flest alla staðni í heiminum eru nú
komin upp á aftur somu stig sum
áðrenn lækkingina. Nøkur, sum til
dømis USA, Spania og Schweiz,
eru hækkað enn meir. Dow Jones
vísitalið yvir 30 stór virki í USA,
var í farnu viku á sama metstigi
sum í 2000. Áhugavert verður nú,
um partabrævamarknaðirnir megna
at hækka enn meir júst nú, ella um
vit fáa eina rætting niðureftir.
Lánsbrævarentur óbroyttar
Lækkingin í lánsbrævarentunum
steðgaði á í farnu viku. Danska
10-ára rentan er í løtuni 3,71%.
Sum vit fyrr hava skrivað her, er
hetta merkisvert, tí hon er 0,15%
lægri enn 1-árs rentan. Enn sæst tó
ikki nøkur endalig vend í lækkandi
rentunum.
GN Resound selt fyri
DKK 15,5 mia
Eftir drúgva tið varð í gjár kunngjørt,
at GN Store Nord hevur selt
deildina Resound, ið ger headset,
til kappingarneytan Phonak fyri
kr. 15,5 mia. Hóast prísurin var
góður, lækkaði kursurin á GN
Store Nord heili 10%. Hetta tí at
tey samstundis niðurmettu útlitini
fyri Netcom, sum er tað sum er
eftir av GN. William Demant kann
í næstum væntast at taka ein part
av marknaðinum frá Phonak, sum
skal í holt við at samansjóða við
Resound.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður hendingarík á
marknaðunum. Tað verða kunngjørd
álitistøl báðu megin Atlantshavið,
og fríggjadagin kemur amerikanska
arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin
fyri septembur. Oljuprísurin er
enn lágur, og marknaðurin hevur
eyguni eftir honum.
Marknaðarrák
Partabrøv í hæddini
Vika 40
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Nýggjur netdepil,
123.fo, lat í morgun
upp við tí endamáli,
at marknaðarføra
vinnufyritøkur
og ymisk feløg í
Føroyum. Stigtak
ararnir halda, at
hetta hevur verið
ein mangulvøra í
Føroyum og hava
tí tikið seg saman
at gera ein slíkan
netdepil.
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Stigtakararnir til nýggjasta
netdepilin í Føroyum, 123.
fo, høvdu í morgun bjóðað
til tíðindafund á Hotel
Hafnia, har teir ætlaðu
at fortelja um hugskotið
við nýggja netdeplinum,
samstundis sum hesin skuldi
lata upp alment. Ætlanin
var, at landsstýrismaðurin
í vinnumálum, Bjarni Djur
holm, skuldi lata depilin
upp alment, men hann hevði
fingið forfall og kundi tí
ikki koma.
Stigtakararnir byrjaðu at
arbeiða við hugskotinum
um ársskiftið, tí tey hildu
tað vera neyðugt við einum
netdepli, sum kundi lýsa
vinnufyritøkur og onnur
feløg í Føroyum.
- Vit halda, at føroyingar
mangla ein slíkan depil.
Um tey til dømis ivast í,
hvør fyritøka selir eitt ávíst
merki, so kunnu tey bara
fara inná 123.fo, har tey
kunnu finna hetta. Ivast
fólk í, hvørja ávísa tænastu
ein fyritøka hevur, so
kunnu tey eisini finna hetta
inni á nýggja netdeplinum
hjá okkum, sigur ein av
eigarunum, Birgir Poulsen.
Ikki ein fullkomin
depil enn
Klokkan 10 í morgun bleiv
depilin alment tikin í nýtslu,
tá kona Birgir, Lis Poulsen,
lat hann upp. Sjálvt um
depilin nú er almennur, so
ásannar Birgir, at hesin enn
manglar nógv.
- Okkara depil er ikki
ein fullkomin leitiskipan
enn. Vit arbeiða við at fáa
fleiri upplýsingar til vega
frá nógvum ymiskum fyri
tøkum, og hetta kann taka
langa tíð enn. Tað týdn
ingarmesta er tó, at fólk
nú kunnu byrja at nýta
depilin.
Nýggi depilin hevur í
løtuni á leið 1.600 ymiskar
vinnufyritøkur og onnur
feløg í síni leitiskipan, og
hetta er meir, enn Birgir
hevði roknað við av fyrstan
tíð.
– Tá vit fingu hugskotið,
vistu vit ikki heilt, hvat
vit skuldu vænta. Vit fóru
so út at tosa við ymiskar
fyritøkur, og tað vísti seg,
at flest allar fyritøkurnar
tóku ímóti hesum uppskoti
við opnum ørmum. Vit
hava í løtuni á leið 1.600
ymiskar vinnufyritøkur og
feløg á okkara leitiskipan,
men enn er langur vegur
eftir á mál. Vit mangla at
tosa við nógvar fyritøkur,
og harafturat mangla vit
ymiskar upplýsingar um
fleiri av fyritøkunum, sum
vit longu hava í skipanini.
Smá tíðindi á depilin
Sjálvt um depilin ikki er ein
tíðindadepil, so ætlar nýggi
netdepilin at hava smærri
tíðindi á heimasíðuni. Rúna
Sivertsen er sett í hálvt
starv, at taka sær av hesum,
og ætlanin er at taka bæði
føroysk og útlendsk tíðindi
á depilin, sigur Birgir Poul
sen.
- Vit hava tosað við bæði
útlendsk og føroysk bløð
um at taka vinnutíðindi frá
teimum. Vit væntaðu, at
hetta fór at gerast trupult,
men øll hava verið positiv
yvir fyri hesum uppskoti.
Ætlanin hjá okkum er at
leggja heilt smá tíðindi út
á depilin, og so fer ein
leinkja at vera niðast á
síðuni, har fólk kunnu fara
inn til uppruna kelduna at
lesa meir um evnið.
Birgir leggur afturat, at
við hesum vænta útlendsku
og føroysku bløðini, at tey
fara at fáa fleiri vitjanir, tí
nýggi føroyski netdepilin
vísir til tíðindi á teirra
heimasíðum.
123.fo
Nýggi netdepilin eitur, sum
sagt, www.123.fo. Mein
ingin við navninum er, at
tað skal ikki taka meir enn
1, 2, 3 klikk at finna tað,
ein leitar eftir, so hetta skal
vera ein ímynd av, hvussu
lættur depilin er at arbeiða
við.
Vit finna eisini snøgt sagt
alt inni á nýggja netdepl
inum. Har eru handverkarar,
sethúsamarknaður, trúarlív,
ítróttarfeløg, skúlar, al
mennir stovnar og mangt
annað. Ætlanin við depl
inum er ikki at selja ting.
Depilin vil hinvegin gera
tað lættari fyri føroysku
vinnuna at selja sínar vørur.
Harafturat er ætlanin at
gera tað lættari hjá vanliga
føroyinginum
at
finna
ávísar fyritøkur ella feløg.
Ein annar hentleiki, sum
depilin hevur, er, at um
tú fert inná profilin hjá
eini fyritøku, so kanst tú
síggja, akkurát hvar henda
fyritøkan liggur. Tú sært
loftmyndir av staðnum, og
gøtunøvn og nummur eru
viðmerkt, so tað gerst nógv
lættari hjá kundanum at
finna eina ávísa fyritøku.
Endamálið er at
marknaðarføra
vinnuna
Fimm fólk eru í starvi ella
partvíst í starvi hjá nýggja
netdeplinum. Tey eru Birgir
Poulsen, Rúna Sivertsen,
Edna Jacobsen, Elsebeth
Lassaberg og Virgar Poul
sen. Onkur av teimum í
fullum starvi, og onnur í
hálvum starvi.
Endamálið við nýggja
netdeplinum er at markn
aðarføra vinnuna, sigur
Birgir Poulsen.
- Nú hava vit arbeitt við
sjálvum portalinum í eitt
gott hálvt ár, og vit byrja
at fáa upplýsingarnar uppá
pláss. Endamálið við hesum
depli er at marknaðarføra
vinnuna og ymisk feløg
í Føroyum. Vit ætla ikki
bert at marknaðarføra fyri
føroyingum, men eisini
fyri útlendingum, sum ikki
kenna so nógv til føroyskar
vinnufyritøkur og onnur
feløg.
Netdepilin 123.fo
latin upp í morgun
- Endamálið við nýggja netdeplinum, 123.fo, er at
marknaðarføra føroysku vinnuna. Ikki bert fyri føroyingum,
men eisini fyri útlendingum, sum hava tørv á at vita meir um
føroyskar vinnufyritøkur, sigur ein av stigtakarunum, Birgir
Poulsen